Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI JANUAR 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Tað er ein framíhjárættur at byggja og viðlíkahalda bygningar, sum verða nýttir í sonnu tilbiðingini

Tað er ein framíhjárættur at byggja og viðlíkahalda bygningar, sum verða nýttir í sonnu tilbiðingini

Tað var strævið og sera kostnaðarmikið at byggja templið í Ísrael. Men ísraelsmenn stuðlaðu ágrýtnir verkætlanini. (1Kr 29:2-9; 2Kr 6:7, 8) Tá ið templið var liðugt, var andaliga støðan hjá ísraelsmonnum avgerandi fyri, um templið varð væl hildið ella ikki. (2Kg 22:3-6; 2Kr 28:24; 29:3) Í dag leggja brøður og systrar nógva tíð og orku í at byggja, vaska og halda ríkissalir og stevnuhallir við líka. At samstarva við Jehova á henda hátt er ein stórur framíhjárættur og eisini ein partur av okkara heilagu tænastu. – Sl 127:1; Op 7:15.

VIT KUNNU HJÁLPA VIÐ AT ...

  • Rudda eftir hvørt møti. Fært tú ikki gjørt so nógv, kanst tú taka upp eftir tær, har sum tú hevur sitið.

  • Vaska og viðlíkahalda ríkissalin. Jú fleiri hjálpa, tess hugaligari verður tað. – lv 92-93 stk. 18.

  • Stuðla fíggjarliga. Sjálvt „tveir smápeningar, tilsamans eitt oyra“, givnir av hjarta, gleða Jehova. – Mr 12:41-44.

  • Bjóða okkum fram til at byggja og umvæla høli, sum vit brúka í okkara gudsdyrkan. Tað er ikki eitt krav at hava royndir innan bygging.