Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI JANUAR 2016

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | EZRA 6-10

Jehova vil hava villigar tænarar

Jehova vil hava villigar tænarar

Ezra fyrireikaði seg til at fara aftur til Jerusalem

7:6, 22; 8:26, 27

  • Artaxerxes kongur gav Ezra loyvi at fara aftur til Jerusalem at fremja sonnu tilbiðingina

  • Kongurin læt Ezra „fáa alt, ið hann bað um“, til hús Jehova – gull, silvur, hveiti, vín, olju og salt. Í dag hevði virðið av hesum verið umleið 700.000.000 kr.

Ezra hevði álit á, at Jehova fór at verja sínar tænarar

7:13; 8:21-23

  • Ferðin aftur til Jerusalem fór at vera torfør

  • Møguliga leiðin var nærum 1.600 km long og sera vandamikil

  • Ferðin vardi umleið 4 mánaðir

  • Tey, sum vendu aftur, máttu hava sterka trúgv, kærleika til sonnu tilbiðingina og dirvi

EZRA HEVÐI VIÐ SÆR ...

Gull og silvur, sum vigaðu meira enn 750 talentir ella umleið tað, sum 3 fullvaksnir afrikanskir kallfílar viga!

AVBJÓÐINGARNAR HJÁ TEIMUM, SUM VENDU AFTUR ...

Ránsmenn, oyðilendi, vandamikil dýr