Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI JANUAR 2016

Framløguuppskot

Framløguuppskot

VAGTTÅRNET

Spurningur: Heldur tú, at viðurskiftini í heiminum høvdu verið betri, um øll fylgdu hesi meginregluni?

Skriftstað: He 13:18

Tilboð: Bíblian eggjar okkum til at vera ærlig í øllum. Alt okkara lív verður ávirkað av, um vit eru ærlig. Tað er evnið í blaðnum Vagttårnet hesa ferð.

VAGTTÅRNET (baksíðan)

Spurningur: Eg kundi hugsað mær at vita, hvat tú heldur um henda spurningin. [Les fyrsta spurningin.] Nøkur halda, at vit onkursvegna liva víðari eftir deyðan, meðan onnur halda, at einki lív er eftir deyðan. Hvat heldur tú?

Skriftstað: Præ 9:5

Tilboð: Í hesi greinini stendur meira um, hvat Bíblian sigur um hetta evnið. Hevur tú ikki hug at lesa hana? So kunnu vit tosa víðari um evnið eina aðra ferð.

GÓÐ TÍÐINDI FRÁ GUDI

Tilboð: Eg vil gjarna fortelja tær um eitt ókeypis bíbliuskeið. Í hesum heftinum sært tú, hvar í tínari egnu bíbliu tú kanst finna svar upp á fleiri týðandi spurningar.

Spurningur: Hevur tú nakrantíð lisið Bíbliuna? Eg vil gjarna vísa tær, hvussu einfalt tað er at brúka hetta heftið. [Viðger spurning 1 í 2. parti.]

Skriftstað: Op 4:11

GER TÍNA EGNU FRAMLØGU

Nýt sniðið í undanfarnu uppskotunum til at gera tína egnu framløgu.