Jesus brúkti myndatalu fyri at læra okkum, hvussu álvarsamt tað er at verða sær sjálvum ella øðrum til fall.

18:6, 7

  • „Tað, sum voldir fall,“ vísir til eina gerð ella eina støðu, sum fær ein at fylgja eini skeivari leið, at falla siðiliga ella at synda

  • Tað hevði verið betri at dottið á sjógv við einum mylnusteini um hálsin, enn at verið orsøk til, at onkur fall

Mylnusteinur

18:8, 9

  • Jesus ráddi sínum lærisveinum til at beina fyri tí, sum voldir fall, sjálvt um tað var nakað so dýrabart sum ein hond ella eitt eyga

  • Tað hevði verið betri at sloppið sær av við ein av hesum likamslutunum og komið inn í Guds ríki, enn at varðveitt teir og endað í Gehenna, sum ímyndar æviga týning

Hvat í mínum lívi kundi fingið meg at falla, og hvussu kann eg ansa eftir, at eg ikki fái meg sjálvan ella onnur at falla?