Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI FEBRUAR 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Gleð teg í vónini

Gleð teg í vónini

Vón er sum eitt akker. (Heb 6:19) Hon hjálpir okkum, so vit ikki ganga burtur andaliga, tá ið stormar herja. (1Tim 1:18, 19) Slíkir stormar kunnu fevna um persónlig vónbrot, materiellan miss, varandi sjúku og at missa ein kæran – ja, alt sum kann hótta okkara trúfesti móti Gudi.

Hava vit trúgv og vón, eru vit før fyri veruliga at síggja lovaðu lønina fyri okkum. (2Kor 4:16-18; Heb 11:13, 26, 27) Uttan mun til um vit hava vón um lív í himli ella á jørð, mugu vit regluliga styrkja vónina við at grunda um lyftini í Guds orði. Tá verður tað lættari at varðveita gleðina, eisini í royndum. – 1Pæt 1:6, 7.

HYGG AT FILMINUM GLÆD JER I HÅBET, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví er Móses ein góð fyrimynd at taka eftir?

  • Hvør ábyrgd liggur á teimum, sum hava leiðsluna í familjuni?

  • Hvørji evni kundu tit tosað um, tá ið tit hava teokratiskt familjukvøld?

  • Hvussu kann vón hjálpa tær at klára royndir?

  • Hvat gleðir tú teg til?