Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI FEBRUAR 2017

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | ESAIAS 58-62

Kunnger náðiár Jehova

Kunnger náðiár Jehova

„Náðiár HARRANS“ er ikki eitt bókstavligt ár

61:1, 2

  • Tað er eitt tíðarskeið, tá ið Jehova gevur eyðmjúkum møguleika at taka ímóti hansara boðskapi um frælsi

  • Í fyrstu øld byrjaði náðiárið, tá ið Jesus fór undir sína tænastu í ár 29 e.o.t., og tað vardi til „hevndardag“ Jehova, tá ið Jerusalem varð oyðilagt í ár 70 e.o.t.

  • Á okkara døgum byrjaði náðiárið, tá ið Jesus gjørdist kongur í himli í 1914, og tað endar við stóru trongdini

Jehova signar sítt fólk við ’rættferðareikum’

61:3, 4

  • Tey størstu trøini í heiminum vaksa vanliga í skógum, har tey kunnu styðja hvørt annað

  • Røturnar á hvørjum einstøkum træi breiða seg langa leið og kunnu flætta seg saman. Hetta ger, at trøini verða standandi, tá ið stormar eru

  • Stór trø skugga fyri smáum trøum og verja tey soleiðis. Bløðini, sum detta av trøunum, taða moldina

Øll í heimsumfatandi kristnu samkomuni kunnu gleðast um at fáa stuðul og verju frá ’rættferðareikunum’, salvaðu leivdini