Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI FEBRUAR 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Brúka lesnaðin við skili

Brúka lesnaðin við skili

Jesus segði: „Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.“ (Mt 10:8) Vit akta hesi greiðu boð við ikki at taka pengar fyri bíbliur og bíbilskan lesnað. (2Kor 2:17) Í lesnaðinum eru tó virðismiklir sannleikar úr Guds orði, og tað kostar bæði tíð og pengar at prenta og senda lesnað til samkomur kring heimin. Tí eiga vit bara at fáa okkum tann lesnað, sum vit hava brúk fyri.

Vit mugu nýta vit og skil, tá ið vit geva øðrum lesnað, eisini tá ið vit boða á almennum støðum. (Mt 7:6) Heldur enn at geva øllum lesnað, sum koma framvið, kunnu vit royna at fáa eitt prát fyri at vita, um tey eru áhugað. Kanst tú svara ja til í minsta lagi ein av spurningunum í rammuni? Finnur tú ikki út av, um ein er áhugaður, er best at geva honum ein faldara. Men biður onkur um eitt blað ella annan lesnað, geva vit honum tað sjálvandi við gleði. – Orð 3:27, 28.