Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI FEBRUAR 2017

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hjálp tínum børnum at fáa óvikandi trúgv á skaparan

Hjálp tínum børnum at fáa óvikandi trúgv á skaparan

Skapanarverkið dýrmetir Jehova. (Slm 19:2-5; 139:14) Men heimurin, sum er stýrdur av Djevlinum, ber fram gudvanærandi hugsanir um, hvussu lívið byrjaði. (Róm 1:18-25) Hvussu kanst tú fyribyrgja, at slíkir tankar festa rót í sinnið og hjartað hjá børnunum? Hjálp teimum, longu meðan tey eru smá, at fáa trúgv á, at Jehova er til, og at hann elskar tey. (2Kor 10:4, 5; Ef 6:16) Fá tey at siga sína ærligu meining um tað, tey læra í skúlanum, og nýt tey nógvu amboðini, sum vit hava, til at hjálpa teimum. – Orð 20:5; Ják 1:19.

HYGG EFTIR FILMINUM HVAD ANDRE UNGE SIGER – HVORFOR MAN KAN TRO PÅ GUD, OG HUGSA SÍÐANI UM HESA SPURNINGAR:

  • Hvat er ein vanlig hugsan um tað at trúgva á Gud?

  • Hvat læra tit í skúlanum hjá tær?

  • Hvat sannførir teg um, at Jehova er til?

  • Hvussu kundi tú hjálpt onkrum at komið til ta niðurstøðu, at Gud hevur skapt alt?