Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI FEBRUAR 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Bjóða øllum at koma á minningarhøgtíðina!

Bjóða øllum at koma á minningarhøgtíðina!
SÝNI
Image
Tekstur

Í átakinum, sum byrjar 27. februar, fara vit at bjóða so nógvum sum gjørligt í okkara øki at minnast Jesu deyða saman við okkum. Vit eiga at leggja okkum eftir at varnast allan áhuga, ið verður vístur, so vit kunnu fáa hann at vaksa.

SOLEIÐIS KANST TÚ GERA

FRAMLØGA

„Vit býta eina innbjóðing út til eitt serligt møti. Mikudagin 23. mars fara milliónir kring heimin at minnast Jesu deyða og lurta eftir einum bíbilskum fyrilestri um, hvussu hansara deyði gagnar okkum. Á innbjóðingini stendur, nær og hvar hetta møtið verður hildið her á staðnum. Tú ert hjartaliga vælkomin.“

Um tann vitjaði vísir áhuga:

  • BJÓÐA VAGTTÅRNET

    Legg upp til eina afturvitjan.

  • VÍS FILMIN UM MINNINGARHØGTÍÐINA

    Legg upp til eina afturvitjan.

Tá ið tú kemur aftur:

  • VÍS HVÍ KANNA BÍBLIUNA?

    Bjóða síðani okkurt lestrartilfar.

  • BJÓÐA HVAT LÆRIR BÍBLIAN VERULIGA?

    Vís á fleiri upplýsingar um minningarhøgtíðina á síðunum 206-208. Bjóða síðani bókina.

  • BJÓÐA LURTA EFTIR GUDI OG FÁ ÆVIGT LÍV

    Tosa um, hvønn týdning Jesu deyði hevur við at brúka síðurnar 18-19. Bjóða síðani heftið.