Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI DESEMBER 2016

Framløguuppskot

Framløguuppskot

VÅGN OP!

Spurningur: Tey flestu ynskja sær eina góða heilsu. Hvat heldur tú, vit kunnu gera fyri at sleppa undan at blíva sjúk?

Skriftstað: Orð 22:3

Tilboð: Í hesum blaðnum verður víst á, hvussu vit kunnu bera okkum klókt at og soleiðis minka um vandan at blíva sjúk.

LÆR ONNUR SANNLEIKAN

Spurningur: Heldur tú, at líðingar stava frá Gudi ella onkrum øðrum?

Skriftstað: Job 34:10

Sannleiki: Gud er ongantíð atvoldin til, at vit líða, nei, tað er tvørturímóti Djevulin, og viðhvørt tí at menniskju taka ringar avgerðir ella bara eru á skeivum stað til skeiva tíð. Tá ið vit líða, hjálpir Gud okkum, tí hann er góður við okkum.

HVÍ KANNA BÍBLIUNA? (filmur)

Spurningur: Heldur tú, at tað er Gud, sum stýrir heiminum? [Lurta eftir svarinum.] Tú verður kanska bilsin av tí, sum Bíblian sigur. Eg kann vísa tær tað í hesum stutta filminum. [Spæl filmin.]

Tilboð: Kapittul 11 í hesari bókini greiðir frá, hví Gud loyvir líðingum, og hvat hann fer at gera við tað. [Bjóða bókina Hvat lærir Bíblian veruliga?]

GER TÍNA EGNU FRAMLØGU

Nýt sniðið í undanfarnu uppskotunum til at gera tína egnu framløgu.