Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Desember 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Nem hjartað við bókini ’Haldið tykkum í kærleika Guds’

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Nem hjartað við bókini ’Haldið tykkum í kærleika Guds’

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Fólk mugu kenna normarnar hjá Jehova og liva eftir teimum fyri at kunna tilbiðja hann á rættan hátt. (Es 2:3, 4) Bókin ’Haldið tykkum í kærleika Guds’, sum er seinna lestrarbókin, vit lesa við okkara næmingum, hjálpir teimum at skilja, hvussu vit kunnu brúka Guds meginreglur í gerandisdegnum. (Heb 5:14) Vit mugu royna at nema hjartað, tá ið vit undirvísa fólki, so tey fáa hug at gera broytingar. – Róm 6:17.

SOLEIÐIS GERT TÚ:

  • Hav næmingin í huga, tá ið tú fyrireikar teg. Set spurningar, sum kunnu hjálpa tær at síggja, hvat hann heldur um tað, tit lesa. – Orð 20:5; be-D 259

  • Brúka rammurnar, sum eru í bókini, til at hjálpa næminginum at síggja, hvussu gagnligt tað er at fylgja meginreglunum í Bíbliuni

  • Hjálp næminginum at koma til eina niðurstøðu í samvitskuspurningum, men tak ikki avgerðir fyri hann. – Gal 6:5

  • Royn at finna út av, um tað er torført hjá næminginum at fylgja ávísum meginreglum í Bíbliuni. Eggja honum til at fylgja teimum av kærleika til Jehova. – Orð 27:11; Jóh 14:31