Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI DESEMBER 2016

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | ESAIAS 1-5

„Latið okkum fara niðan á fjall HARRANS“

„Latið okkum fara niðan á fjall HARRANS“

2:2, 3

„Á síðstu døgum“

Tíðin, sum vit liva í nú

„Fjallið, ið hús HARRANS stendur á“

Sanna tilbiðingin av Jehova er hátt hevjað

„Hagar skulu øll fólkini streyma“

Tey, sum taka undir við sannari tilbiðing, koma saman í einleika

„Komið, latið okkum fara niðan á fjall HARRANS“

Sannir tilbiðjarar bjóða øðrum at koma við sær

„Hann kann læra okkum leiðir Sínar, og vit kunnu ganga á gøtum Hansara“

Við sínum orði lærir Jehova okkum og hjálpir okkum at ganga á sínum gøtum

2:4

„Teir skulu ikki longur læra seg hernað“

Esaias sigur, at krígsvápn verða smíðað um til landbúnaðaramboð, og harvið sipar hann til, at fólk Jehova strembar eftir friði. Hvat vóru hetta fyri amboð á Esaiasar døgum?

„Svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn“

Eitt plógjarn var tann parturin av einum plógvi, sum gjørdi foyrur í moldina. Nøkur vóru gjørd úr metali. – 1Sám 13:20

„Spjót ... til víngarðsknívar“

Ein víngarðsknívur var kanska eitt bogið metalblað, sum var fest á eitt skaft. Hetta amboðið var brúkt til at skera víntrø. – Es 18:5