Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI DESEMBER 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Upplæring frá Gudi vinnur á fordómum

Upplæring frá Gudi vinnur á fordómum

Jehova ger ikki mannamun. (Áps 10:34, 35) Hann tekur ímóti menniskjum „av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum“. (Opb 7:9) Tí eigur eingin í kristnu samkomuni at hava fordómar ella at vera partískur. (Ják 2:1-4) Av tí at vit hava fingið upplæring frá Gudi, kunnu vit gleðast um at vera í einum andaligum paradísi, har vit síggja, hvussu menniskju púrasta kunnu broyta persónleika. (Es 11:6-9) Tá ið vit gera alt, vit eru ment, fyri at beina burtur ein og hvønn feril av fordómum í okkara hjarta, vísa vit, at vit vilja líkjast Gudi. – Ef 5:1, 2.

HYGG AT FILMINUM JOHNY OG GIDEON: TIDLIGERE FJENDER, NU ER DE BRØDRE. SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví gevur upplæringin frá Gudi tað besta úrslitið, tá ið talan er um at beina fyri mannamuni og fordómum?

  • Hvat í okkara altjóða brøðralagi hugtekur teg?

  • Á hvønn hátt fær Jehova æru, tá ið vit varðveita okkara kristna einleika?