Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  August 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Nær kann eg vera hjálparpionerur aftur?

Nær kann eg vera hjálparpionerur aftur?

Tempulsjónin hjá Ezekieli vísir, at fólkið hjá Jehova fór at lata sjálvboðin offur. Hvussu kunnu vit hvør sær geva Gudi lovoffur? – Heb 13:15, 16.

Ein frálíkur máti er at vera hjálparpionerur. Í tænastuárinum 2018 eru fleiri mánaðir við fimm leygardøgum ella fimm sunnudøgum. Tað er ein góð hjálp hjá teimum, sum arbeiða fulla tíð, og sum fyrst og fremst luttaka í boðanini í vikuskiftunum. Haraftrat kunnu boðarar í mars og apríl og í tí mánaðinum, fylkisumsjónarmaðurin vitjar, velja at ganga antin 30 ella 50 tímar í boðanini.

Hvat skulu vit gera, um vit ikki hava møguleika fyri at vera hjálparpionerar? Vit kunnu altíð royna at betra um góðskuna í okkara tænastu og kanska brúka meira tíð í boðanini. Latið okkum av kærleika geva Jehova okkara besta í tænastuárinum 2018, uttan mun til hvørjar umstøður vit hava. – Hos 14:3.

Hvussu kann eg vísa sama eldhuga sum Sabina Hernández?

HYGG AT FILMINUM MED JEHOVAS HJÆLP KAN JEG GØRE NÆSTEN ALT, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvat fær Sabinu at gera meira í tænastuni fyri Jehova?

  • Hvussu ávirkar dømið við Sabinu teg?

  • Nær í tænastuárinum 2018 kanst tú vera hjálparpionerur?