Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI AUGUST 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Serligt átak at bjóða Vagttårnet í september

Serligt átak at bjóða Vagttårnet í september

Fólk í øllum heiminum hava tørv á troyst. (Præ 4:1) Allan september mánað fara vit at gera serliga nógv burtur úr at bjóða Vagttårnet, sum fer at umrøða evnið troyst. Latið okkum bjóða so nógvum sum gjørligt hetta blaðið. Men av tí at vit fegin vilja tosa beinleiðis við fólk fyri at kunna ugga tey, leggja vit ikki blaðið, har sum eingin er heima.

HVAT KUNNU VIT SIGA?

„Vit hava øll av og á brúk fyri at blíva troystað. Men hvussu kunnu vit blíva tað? [Les Seinna Korintbræv 1:3, 4.] Hetta blaðið snýr seg um, hvussu Gud troystar okkum.“

Ger hetta, um tann vitjaði vísir áhuga og tekur ímóti blaðnum:

VÍS FILMIN HVÍ KANNA BÍBLIUNA?

Bjóða síðani ein bíbliulestur.

LEGG UPP TIL EINA AFTURVITJAN

Enda við einum spurningi, sum tit kunnu tosa um næstu ferð, til dømis „Hví loyvir Gud líðingum?“