Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI AUGUST 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Lær onnur sannleikan

Lær onnur sannleikan

Frá september og fram verður eitt nýtt slag av framløguuppskoti í arbeiðsheftinum Okkara kristna lív og tænasta, og tað hevur heitið „Lær onnur sannleikan“. Endamálið er at vísa á ein grundleggjandi sannleika úr Bíbliuni við at seta ein spurning og lesa eitt skriftstað.

Síggja vit, at fólk eru áhugað, kunnu vit skapa meira forvitni til næstu vitjanina við at geva teimum lesnað ella vísa ein film frá jw.org. Vit mugu royna at vitja fólk aftur eftir fáum døgum fyri at tosa víðari um evnið. Nýggju framløguuppskotini og næmingauppgávurnar eru grundaðar á samandráttir, ið eru eftir hvønn kapittul í bókini What Can the Bible Teach Us? (ikki á føroyskum). Tað er ein einfaldari útgáva av bókini Hvat lærir Bíblian veruliga? Í bókini Hvat lærir Bíblian veruliga? finna vit eisini eyka tilfar og skriftstøð, sum vit kunnu brúka, tá ið vit skulu á afturvitjanir ella leiða bíbliulestrar bara við Bíbliuni.

Bert ein vegur førir til lívið. (Mt 7:13, 14) Av tí at vit tosa við fólk, sum hava ymiskan átrúnað og bakgrund, mugu vit vísa á bíbilskar sannleikar, ið tala til tey persónliga. (1Ti 2:4) So hvørt sum vit gerast dugnaligari at tosa við fólk um ymisk evni úr Bíbliuni og duga betur at ’læra sannleiksorðið rætt’, veksur okkara gleði, og tað fer at eydnast okkum at læra onnur sannleikan. – 2Ti 2:15.