Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI AUGUST 2016

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | SÁLMARNIR 102-105

Jehova minnist, at vit eru dust

Jehova minnist, at vit eru dust

Dávid brúkti myndir til at lýsa miskunn Jehova.

  • 103:11

    Líka lítið sum vit skilja frástøðuna millum stjørnuhimmalin og jørðina, líka lítið fata vit stórleikan í trúfasta kærleika Jehova

  • 103:12

    Jehova beinir okkara syndir so langt burtur, sum vit yvirhøvur kunnu ímynda okkum, ja, so langt sum eystrið er frá vestri

  • 103:13

    Eins og ein pápi uggar sonin hjá sær, tá ið hann er keddur, vísir Jehova sínum tænarum miskunn og samkenslu, tá ið teir kenna seg tyngdar av syndum