Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Apríl 2017

Framløguuppskot

Framløguuppskot

VÅGN OP!

Spurningur: Í dag er so nógv frammi í sjónvarpinum og í filmum um tað yvirnatúrliga – so sum heksir, gandakallar og vampýrar. Hvat heldur tú? Er tað bara óskaðiligt undirhald, ella kann tað vera vandamikið?

Tilboð: Hetta blaðið greiðir frá, hví fólk eru so hugtikin av tí yvirnatúrliga, og eisini hvat tað í veruleikanum er.

LÆR ONNUR SANNLEIKAN

Spurningur: Hvussu fer Guds ríki at loysa trupulleikarnar í heiminum?

Skriftstað: Mt 6:10

Sannleiki: Guds ríki fer at skapa frið og tryggleika á jørðini – júst, sum tað longu hevur gjørt í himli.

HVAT ER GUDS RÍKI? (afturvitjan)

Spurningur: [Set spurningin á baksíðuni á faldaranum.] Hvussu verður lívið, tá ið Guds ríki valdar?

Skriftstað: Slm 37:29; Es 65:21-23

Tilboð: [Vís heftið Góð tíðindi frá Gudi.] Sjeyndi partur í heftinum greiðir frá, hvønn týdning hesi lyftini kunnu hava fyri teg og meg. [Brúka heftið til at byrja ein bíbliulestur.]

GER TÍNA EGNU FRAMLØGU

Nýt sniðið í undanfarnu uppskotunum til at gera tína egnu framløgu.