Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Apríl 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Ríkisins sangir geva okkum dirvi

Ríkisins sangir geva okkum dirvi

Paulus og Silas sungu Gudi lovsong, meðan teir sótu í fongsli. (Áps 16:25) Í nýggjari tíð hava okkara trúarfelagar sungið ríkisins sangir í fangaleguni í Sachsenhausen í Týsklandi og í útlegd í Sibiria. Hesi dømini vísa, hvussu sangir kunnu styrkja kristin, sum eru fyri royndum.

Nýggja sangbókin „Sing Out Joyfully“ to Jehovah kemur skjótt á fleiri øðrum málum. Tá ið vit hava fingið hana, kunnu vit á Teokratiska familjukvøldinum royna at læra tekstirnar uttanat. (Ef 5:19) So fer heilagi andin at hjálpa okkum at minnast teir, tá ið royndir koma. Ríkisins sangir hjálpa okkum at hugsa um okkara vón. Teir kunnu styrkja okkum, tá ið vit verða fyri royndum. Og tá ið vit hava tað gott, kann tann upplyftandi teksturin fáa okkum at syngja av hjartans gleði. (1Kr 15:16; Slm 33:1-3) Latið okkum endiliga brúka ríkisins sangir!

HYGG AT FILMINUM EN SANG DER OPMUNTREDE ARBEJDERNE. SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvørjar umstøður gjørdu, at bróðir Frost fór at gera ein sang?

  • Hvussu styrkti sangurin brøðurnar í fangaleguni í Sachsenhausen?

  • Hvussu kunnu sangirnir styrkja teg í tí dagliga?

  • Hvørjar av ríkisins sangum kundi tú hugsað tær at dugað uttanat?