Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Apríl 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Tú kanst hjálpa einum, sum er óvirkin

Tú kanst hjálpa einum, sum er óvirkin

Á hvørjum ári koma nógv, sum eru óvirkin, til minningarhøgtíðina. Tey valdu einaferð at renna á vegnum, sum førir til ævigt lív, men av ymiskum orsøkum hava tey slakað ferðina; nakrar av orsøkunum eru nevndar í heftinum Vend tilbage til Jehova. (Heb 12:1) Men Jehova er framvegis góður við tey, hann hevur jú ofrað son sín fyri tey. (Áps 20:28; 1Pæt 1:18, 19) Hvussu kunnu vit hjálpa teimum at koma aftur til samkomuna?

Teir elstu í samkomuni royna at finna og hjálpa teimum óvirknu, júst sum ein hirði íðin leitar eftir seyði, sum er komin burtur frá fylginum. (Luk 15:4-7) Hetta endurspeglar kærleika Jehova. (Jer 23:3, 4) Tað eru ikki bara teir elstu, sum kunnu hjálpa teimum óvirknu, tað kunnu vit øll. Alt, sum vit gera fyri at vísa kærleika og samkenslu, gleðir Jehova, og tað kann eisini geva okkum stóra gleði. (Orð 19:17; Áps 20:35) Hugsa tí um, hvørjum tú kanst hjálpa, og bíða ikki við at gera tað!

HYGG AT FILMINUM HJÆLP DEM DER ER BLEVET UVIRKSOMME, OG HUGSA SÍÐANI UM HESAR SPURNINGAR:

  • Hvat gjørdi Anna, tá ið hon hitti eitt Jehova vitni, sum hon ikki kendi?

  • Hví skulu vit tosa við teir elstu, um vit ætla okkum at hjálpa einum, sum er óvirkin?

  • Hvussu fyrireikaði Anna seg til at vitja Lauru aðru ferð?

  • Hvussu var Anna áhaldin, tolin og kærlig, tá ið hon royndi at hjálpa Lauru?

  • Hvat kunnu vit læra av líknilsinum hjá Jesusi í Lukas 15:8-10?

  • Hvørjar signingar spurdust burturúr, tá ið tey í felag royndu at hjálpa Lauru?