Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI APRÍL 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Nýtt amboð til at byrja samrøður

Nýtt amboð til at byrja samrøður

Síðani januar 2016 hevur greinin „Hvad siger Bibelen?“ verið á baksíðuni á almennu útgávuni av Vagttårnet. Hon er gjørd fyri at hjálpa okkum at byrja bíbilskar samrøður. Sniðið er tað sama sum á okkara faldarum. Har er ein spurningur, eitt svar úr Bíbliuni og uppskot til fleiri skriftstøð, sum vit kunnu tosa um.

Góðar samrøður um bíbilsk evni kunnu ofta leiða til ein bíbliulestur. Brúka hetta amboðið til at hjálpa nógvum aftrat at nøkta sín andaliga tørv. – Mt 5:6.

HVUSSU BRÚKA VIT AMBOÐIÐ?

  1. Spyr, hvat tann vitjaði heldur um ein av spurningunum

  2. Lurta og vís virðing fyri svarinum

  3. Les skriftstaðið undir yvirskriftini „Hvad Bibelen siger“ og spyr, hvat hann heldur um tað. Hevur hann tíð, kunnu tit tosa um tilfarið undir yvirskriftini „Hvad kan Bibelen ellers lære os?“

  4. Bjóða blaðið

  5. Avtala at koma aftur fyri at tosa um tann næsta spurningin