Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Apríl 2016

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | JOB 33-37

Ein sannur vinur gevur uppbyggjandi ráð

Ein sannur vinur gevur uppbyggjandi ráð
SÝNI
Tekstur
Image

Tá ið Elihu tók til orða, var vegleiðingin, hann gav, heilt øðrvísi enn hjá Elifazi, Bildadi og Zofari, bæði tá ið hugsað verður um innihaldið, og hvussu hann fór við Job. Hann var ein sannur vinur og gav góð ráð, og tí er hann ein góð fyrimynd hjá okkum.

SKALT TÚ GEVA GÓÐ RÁÐ, MÁST TÚ:

ELIHU VAR EITT GOTT FYRIDØMI

32:4-7, 11, 12; 33:1

 

  • VERA TOLIN

  • DUGA VÆL AT LURTA

  • VIRÐA ONNUR

 
  • Elihu bíðaði tolin, til teir eldru menninir vóru lidnir at tosa, áðrenn hann segði nakað

  • Við tað at hann lurtaði væl eftir, skilti hann málið, áðrenn hann gav ráð

  • Hann brúkti navnið hjá Job og tosaði við hann, sum ein vinur

 

33:6, 7, 32

 

  • VERA EYÐMJÚKUR

  • VERA FYRIKOMANDI

  • VERA SAMKENNANDI

 
  • Elihu var eyðmjúkur og vinarligur, og hann segði, at eisini hann var ófullkomin

  • Hann royndi at seta seg inn í, hvussu ringt Job hevði tað

 

33:24, 25; 35:2, 5

 

  • VERA RÍMILIGUR

  • VERA VINARLIGUR

  • ELSKA JEHOVA

 
  • Elihu vísti vinarliga á, at Job hevði eina skeiva áskoðan

  • Elihu hjálpti Job at skilja, at tað ikki var hansara rættvísi, sum hevði størstan týdning

  • Góðu ráðini hjá Elihu fyrireikaðu Job til at taka ímóti leiðbeiningini, sum Jehova seinni gav honum