Oyðimarkargongdin hjá ísraelsfólki var komin at enda. Lovaða landið, sum tey høvdu bíðað eftir so leingi, var nú í eygsjón. Fór ísraelsfólk við Josva sum leiðara at akta Jehova í einum og øllum og síggja, hvussu lyftini hjá Gudi gingu út? Henda frásøgan kann styrkja títt álit á, at Guds orð eisini gongur út á okkara døgum.