Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Vilt tú vita sannleikan?

Vilt tú vita sannleikan?

SANNLEIKAN um hvat? Um nakrar av teimum týdningarmiklastu spurningunum, ið nakrantíð eru settir. Kanska hevur tú sjálvur hugsað um teir:

  • Leggur Gud nakað í okkum?

  • Halda kríggj og líðingar nakrantíð uppat?

  • Hvat hendir okkum, tá vit doyggja?

  • Er nøkur vón fyri tey deyðu?

  • Hvussu kann eg biðja, so Gud hoyrir meg?

  • Hvussu verði eg eydnusamur?

Hvar hevði tú leitað eftir svari til hesar spurningarnar? Á bókasavninum ella kanska í einum bókahandli? Tú hevði helst funnið hópin av bókum, sum siga seg vita svarið. Men ofta er lítið samsvar teirra millum. Onkrar tykjast kanska at geva væl prógvað svar her og nú, men verða skjótt avoldaðar, endurskoðaðar ella skiftar út.

Bert ein bók svarar satt — Guds orð, kend sum Bíblian. Jesus segði í eini bøn til Gud: „Orð Títt er sannleiki.“ (Jóhannes 17:17) Á næstu síðunum fært tú at vita, hvussu Bíblian svarar spurningunum omanfyri satt og greitt.

 Leggur Gud nakað í okkum?

HVÍ SPURNINGURIN STINGUR SEG UPP: Vit liva í einum heimi, sum er fullur av óndskapi og órættvísi. Nógv trúarsamfeløg læra, at menniskju líða, tí tað er Guds vilji.

BÍBLIAN LÆRIR: Gud er ikki atvoldin til óndskapin. „Langt veri tað frá Gudi at synda, [gera nakað ónt, NW] frá hinum Alvalda at vera órættvísur!“ stendur í Job 34:10. Gud hevur eina góða ætlan við menniskjunum. Tí lærdi Jesus okkum at biðja: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! . . . Komi Ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ (Matteus 6:9, 10) Ja, Gud hevur so stóran áhuga fyri okkum, at hann hevur gjørt nógv meir, enn vit rímiliga kunnu vænta, fyri at fullføra sína lovaðu ætlan. — Jóhannes 3:16.

Sí eisini Fyrstu Mósebók 1:26-28, Jákup 1:13 og Fyrra Pætursbræv 5:6, 7.

Halda kríggj og líðingar nakrantíð uppat?

HVÍ SPURNINGURIN STINGUR SEG UPP: Ómetaliga nógv fólk doyggja framvegis í kríggi. Øll menniskju vita um líðingar.

BÍBLIAN LÆRIR: Gud hevur boðað frá, at hann einaferð fer at skapa frið á allari jørðini. Undir Guds ríkis himmalsku stjórn skulu fólk ikki longur „læra seg hernað“. Í staðin skulu tey ’smíða svørð síni um til plógjørn’. (Esaias 2:4) Gud fer at gera enda á øllum órætti og líðingum. Bíblian lovar: „[Gud] skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra [har ímillum órættvísið og líðingarnar á okkara døgum] er farið.“ — Opinberingin 21:3, 4.

Sí eisini Sálm 37:10, 11, Sálm 46:10 og Mika 4:1-4.

Hvat hendir okkum, tá vit doyggja?

HVÍ SPURNINGURIN STINGUR SEG UPP: Av øllum heimsins átrúnaðum læra teir flestu, at okkurt innan í okkum livir víðari eftir deyðan. Summi vilja vera við, at tey deyðu kunnu gera teimum livandi fortreð ella, at Gud straffar tey óndu við at døma tey til æviga pínu í einum brennandi helviti.

BÍBLIAN LÆRIR: Tá eitt menniskja doyr, heldur tað uppat at vera til. „Hini deyðu vita einki,“ sigur Prædikarin 9:5. Tey deyðu hvørki vita nakað, kenna nakað ella gera nakað, og tí kunnu tey ikki gera teimum livandi fortreð og enn minni hjálpa teimum. — Sálmur 146:3, 4.

Sí eisini Fyrstu Mósebók 3:19 og Prædikaran 9:6, 10.

 Er nøkur vón fyri tey deyðu?

HVÍ SPURNINGURIN STINGUR SEG UPP: Vit vilja liva, og vit vilja gjarna gleðast um lívið saman við teimum, vit eru góð við. Tað er bara natúrligt, at okkum leingist at síggja okkara kæru aftur.

BÍBLIAN LÆRIR: Meginparturin av teimum deyðu fær eina uppreisn. Jesus lovaði, at „tey, sum eru í grøvunum . . . skulu koma fram“. (Jóhannes 5:28, 29) Sambært Guds upprunaligu ætlan fáa tey, sum rísa upp, møguleika at liva í einum paradísi á jørðini. (Lukas 23:43) Hesi framtíðarlyftini bera við sær, at lýdna mannaættin fær góða heilsu og ævigt lív. Bíblian sigur: „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ — Sálmur 37:29.

Sí eisini Job 14:14, 15, Lukas 7:11-17 og Ápostlasøguna 24:15.

Hvussu kann eg biðja, so Gud hoyrir meg?

HVÍ SPURNINGURIN STINGUR SEG UPP: Fólk í so at siga øllum trúarsamfeløgum bera fram bønir. Men nógv halda kortini ikki, at teirra bønir verða hoyrdar.

BÍBLIAN LÆRIR: Jesus lærdi okkum, at okkara bønir ikki skulu vera ein endurtøka av orðum. „Í bønum tykkara,“ segði hann, „mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman.“ (Matteus 6:7) Vilja vit, at Gud skal hoyra okkara bønir, mugu vit biðja á ein hátt, sum honum dámar. Skulu vit gera tað, mugu vit vita, hvat Guds vilji er, og biðja samsvarandi honum. Fyrsta bræv Jóhannesar 5:14 greiðir frá: „Biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.“

Sí eisini Sálm 65:3, Jóhannes 14:6, 14 og Fyrsta bræv Jóhannesar 3:22.

Hvussu verði eg eydnusamur?

HVÍ SPURNINGURIN STINGUR SEG UPP: Nógv halda, at pengar, æra og vakurleiki kunnu gera tey eydnusom. Tí er tað hesum, tey stremba eftir — bert fyri at síggja, at eydnan lætt kann gleppa teimum av hondum.

BÍBLIAN LÆRIR: Jesus gav okkum lykilin til eydnu, tá hann segði: „Sæl eru tey, sum viðurkenna andaliga tørv sín; tí himlanna ríki er teirra.“ (Matteus 5:3, NW) Vit finna bara sanna eydnu, um vit leggja okkum eftir at nøkta størsta tørvin, vit hava — tørvin á andaligari føði, eitt nú at vita sannleikan um Gud og hansara ætlan við menniskjunum. Henda sannleikan finna vit í Bíbliuni. Tá ið vit kenna hann, skilja vit betur, hvat veruliga hevur nakað at siga, og hvat ikki hevur. Tá vit taka avgerðir og liva samsvarandi sannleikanum í Bíbliuni, fær lívið størri meining. — Lukas 11:28.

Sí eisini Orðtøkini 3:5, 6, 13-18 og Fyrra Timoteusbræv 6:9, 10.

 Higartil hava vit heilt stutt umrøtt, hvussu Bíblian svarar seks spurningum. Vilt tú gjarna vita meira? Ert tú ein av teimum, sum „viðurkenna andaliga tørv sín“? So hevur tú óivað hugsað um hetta: ’Um Gud veruliga leggur nakað í okkum, hví loyvir hann so allan óndskapin og allar tær líðingarnar, vit hava sæð í mannasøguni? Hvussu fái eg eitt betri familjulív?’ Bíblian svarar hesum og nógvum øðrum spurningum væl og nøktandi.

Tó eru nógv í dag, sum bíða við at leita sær svar í Bíbliuni. Tey halda hana vera eina tunga bók, sum er ring at skilja. Hevði tú viljað havt onkran at hjálpa tær at fáa svar úr Bíbliuni? Jehova vitni vilja fegin hjálpa tær. Vit skulu nevna tvey góð amboð.

Sum tað fyrsta bjóða vit bókina Hvat lærir Bíblian veruliga? Hon er skrivað fyri at hjálpa fólki, sum hava nógv um at vera, at fáa Bíbliunnar greiða svar til nakrar sera týðandi spurningar. Fyri tað næsta kunnu vit bjóða tær eitt ókeypis bíbliuskeið. Eitt Jehova vitni, ið er skikkað at undirvísa úr Bíbliuni, kann vitja teg heima við hús ella aðrastaðni, og tosa við teg eina løtu hvørja viku um Bíbliuna, uttan at tú bindur teg til nakað. Fleiri milliónir menniskju um allan heimin hava tikið við hesum tilboðnum og fingið nógv burturúr. Nógv av teimum eru komin til ta niðurstøðu, at tey hava ’funnið sannleikan’.

Og sannleikin er størsti dýrgripurin av øllum, hann sleppur okkum undan pátrúgv, ótta og fløkjum. Hann gevur okkum gleði, vón og meining við lívinum. Jesus segði: „Tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“ — Jóhannes 8:32.

LÆR MEIRA

Hví kanna Bíbliuna?

Bíblian gevur milliónum av menniskjum kring allan heimin svar upp á lívsins stóru spurningar. Kundi tú hugsað tær at verið ein av teimum?