Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Svar upp á 10 spurningar, sum ung seta

 SPURNINGUR 9

Skal eg trúgva á menningarlæruna?

Skal eg trúgva á menningarlæruna?

SVARIÐ HEVUR TÝDNING

Eingin verulig meining er við lívinum, um menningarlæran er eftirfarandi. Men um alt er skapt, kunnu vit finna nøktandi svar upp á spurningar um lívið og framtíðina.

HVAT HEVÐI GJØRT?

Ímynda tær hesa støðuna: Høgni er farin at ivast. Hann hevur altíð trúð á Gud og skapanina. Men tá ið tey høvdu lívfrøði í skúlanum í dag, segði lærarin ógvuliga sannførandi, at menningarlæran er ein sannroynd, sum er grundað á álítandi vísindaliga gransking. Høgni vil ikki virka býttur. Hann hugsar sum so: ’Um granskarar hava prógvað, at menningarlæran er eftirfarandi, hvussu kann eg tá loyva mær at seta spurnartekn við hana?’

Hevði tú, um tú vart Høgni, góðtikið menningarlæruna, bara tí skúlabøkurnar leggja hana fram sum eina sannroynd?

STEÐGA Á OG HUGSA TEG UM!

Í einum sovorðnum kjaki eru fólk ofta skjót at siga, hvat tey trúgva, uttan ordiliga at vita, hví tey trúgva tí.

  • Nøkur trúgva á skapanina, bara tí tað er tað, tey hava lært í kirkjuni.

  • Nøkur trúgva á menningarlæruna, bara tí tað er tað, tey hava lært í skúlanum.

 SEKS SPURNINGAR AT HUGSA UM

Bíblian sigur: „Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud.“ (Hebrearabrævið 3:4) Ljóðar hetta skilagott?

At siga, at lívið er komið av sær sjálvum, er líka løgið sum at siga, at eingin hevur bygt hetta húsið

PÁSTANDUR: Alt í alheiminum er vorðið til við einum tilvildarligum bresti, sum verður róptur big bang.

1. Hvør ella hvat var orsøk til big bang?

2. Hvat er meira sannlíkt – at alt er komið úr ongum, ella at onkur hevur skapt alt?

PÁSTANDUR: Menniskju koma frá djórunum.

3. Um menniskju koma frá djórunum – til dømis frá apunum – hví er tá so stórur munur á klókskapinum hjá menniskjum og apum?

4. Hví eru sjálvt tey mest „einføldu“ sløgini av lívi so ótrúliga fløkt?

PÁSTANDUR: Menningarlæran er væl prógvað.

5. Hevur tann, sum kemur við hesum pástandinum, sjálvur kannað prógvini?

6. Hvussu nógv munnu ikki trúgva á menningarlæruna, bara tí tey hava hoyrt, at øll klók menniskju gera tað?

„Tú gongur í eini viðarlund og kemur fram á eina snøgga smáttu. Hugsar tú nú: ’Tað var ótrúligt! Trøini eru koppað akkurát á rætta stað, soleiðis at tey eru blivin til hesa smáttuna’? Sjálvandi ikki! Tað hevði rætt og slætt ikki borið til. Hví skuldu vit so trúð, at alt í alheiminum bara bleiv til av sær sjálvum?“ – Julia.

„Hugsa tær, at onkur fortaldi tær, at ein spreinging hevði verið á einari prentsmiðju. Prentsvertan var slett upp eftir veggjum og lofti og var blivin til bókstavir og tekst. Og tá ið fólk fóru at hyggja nærri at tekstinum, var tað ein fullfíggjað orðabók. Hevði tú trúð tí?“ – Gwen.

 HVÍ TRÚGVA Á GUD?

Bíblian eggjar tær til at brúka títt vit og skil. (Hebrearabrævið 5:14) Tí má tín trúgv á Gud ikki bara vera grundað á:

  • KENSLUR (Eg føli bara, at ein hægri makt má vera til)

  • TAÐ ONNUR SIGA (Fólk eru trúgvandi, har sum eg búgvi)

  • TRÝST FRÁ ØÐRUM (Foreldrini hava lært meg at trúgva á Gud – eg hevði einki val)

Tað er umráðandi, at tú finnur prógv fyri tíni trúgv á Gud.

„Tá ið eg hoyri læraran forklára, hvussu kroppurin hjá okkum virkar, ivist eg onga løtu í, at Gud er til. Hvør einasti lítli partur av kroppinum hevur ein týðandi leiklut, og hvør partur ger tað, sum hann skal – ofta uttan at vit yvirhøvur hugsa um tað. Mannakroppurin er heilt ófatiligur!“ – Teresa.

„Tá ið eg síggi eini háhús, eitt stórt skip ella ein bil, spyrji eg meg sjálvan: ’Hvør hevur gjørt hetta?’ Onkur má til dømis hava gjørt bilin og sett allar lutirnar rætt saman, um hann skal kunna koyra. Og um bilar ikki koma av sær sjálvum, gera vit tað heldur ikki.“ – Richard.

„Jú meira eg kannaði náttúruvísindi, minni eftirfarandi virkaði menningarlæran. ... Eg haldi, at tað krevur størri ’trúgv’ at trúgva á menningarlæruna enn at trúgva á ein skapara.“ – Anthony.

HUGSA UM HETTA

Hóast granskarar hava kannað hetta evnið í fleiri áratíggju, eru teir ikki samdir um, hvussu menningarlæran skal forklárast. Tá ið granskarar – sum jú áttu at vitað best – ikki kunnu semjast um, hvussu menningin er farin fram, kann tað so vera skeivt av tær at seta spurnartekn við hana?