Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Svar upp á 10 spurningar, sum ung seta

 SPURNINGUR 3

Hvussu kann eg tosa við foreldrini?

Hvussu kann eg tosa við foreldrini?

SVARIÐ HEVUR TÝDNING

Betur tú og foreldrini klára upp, lættari verður lívið.

HVAT HEVÐI GJØRT?

Ímynda tær hesa støðuna: Tað er mikudagur, seinnapartur. Rói, sum er 17, er akkurát liðugur við tað, sum hann eigur at gera heima við hús. Hann tendrar sjónvarpið og blakar seg við góðari samvitsku í yndisstólin.

Í somu løtu kemur pápin inn, og hann er ikki blíður.

„Hví situr tú her og spillir tíðina framman fyri sjónvarpinum, Rói? Tú átti at hjálpt beiggja tínum við at gera skúlating. Tú gert ongantíð tað, sum eg biði teg!“

„Aftur nú,“ puffar Rói so mikið hart, at pápin hoyrir tað.

Pápin lenar seg fram. „Hvat segði tú?“

„Einki, babba,“ sigur Rói við himmalvendum eygum.

Nú er pápin av álvara illur. „Tú skalt ikki tosa soleiðis við meg!“ sigur hann strangur á málinum.

Hvussu kundi tú kanska forðað hesi støðuni, um tú vart Rói?

STEÐGA Á OG HUGSA TEG UM!

At tosa við síni foreldur kann samanberast við tað at koyra bil. Kemur tú fram á eina vegforðing, ber helst til at finna ein annan veg.

 DØMI:

„Eg haldi ikki, at tað er so lætt at tosa við pápa mín,“ sigur ein genta, sum eitur Lea. „Viðhvørt, tá ið eg havi tosað við hann eina løtu, sigur hann: ’Áh orsaka, tosaði tú við meg?’“

LEA HEVUR Í MINSTA LAGI TRÍGGJAR MØGULEIKAR.

  1. At verða ill við pápa sín.

    Lea rópar: „Ja, tað geri eg faktiskt, men tú lurtar ongantíð eftir mær!“

  2. At lata vera at tosa við pápa sín.

    Lea heldur bara uppat at tosa við pápan um sínar trupulleikar.

  3. At tosa við pápa sín, tá ið tað liggur betur fyri.

    Lea fer at tosa við pápan seinni. Tað kann enntá vera, at hon skrivar sínar tankar niður á eitt pappír, sum hon gevur honum.

Hvønn av møguleikunum heldur tú, at Lea skal velja?

HUGSA UM HETTA: Pápi Leu hugsar um okkurt heilt annað og leggur tí ikki til merkis, at hon er ørkymlað. Velur hon møguleika 1, kann tað vera, at pápin als ikki skilur, hví hon rópar eftir honum. Hon ger tað helst ikki lættari hjá pápa sínum at lurta, og hon vísir honum heldur ikki virðing. (Efesusbrævið 6:2) Í roynd og veru gagnar hesin møguleikin hvørki Leu ella pápanum.

Eins og tú kanst finna ein annan veg, um tú kemur fram á eina vegforðing, ber tað til hjá tær at finna ein annan máta at tosa við foreldrini, so tey skilja teg

Hóast møguleiki 2 kanska er lættasta loysnin, er tað ikki tað, sum er best at gera. Hví ikki? Tí um Lea skal loysa sínar trupulleikar, noyðist hon at tosa við pápa sín. Og um hann skal hjálpa henni, má hann vita, hvussu støðan er. Sigur hon einki, fær hon onga hjálp.

Velur hon møguleika 3, letur hon ikki nakra „vegforðing“ steðga sær. Hon roynir heldur at tosa við pápan eina aðra ferð. Og velur hon at skriva sínar tankar niður, fær hon tað kanska betri beinanvegin.

Skrivar hon til hansara, hjálpir tað henni eisini at hugsa um, hvat hon vil siga, og hvussu hon vil siga tað. Tá ið pápin lesur tað, sum hon hevur skrivað, verður tað kanska lættari hjá honum at skilja, hvat hon hevur at stríðast við. Møguleiki 3 gagnar soleiðis bæði Leu og pápanum. Uttan mun til um hon velur at tosa við hann ella skriva til hansara, fylgir hon ráðunum í Bíbliuni um at „stevna eftir tí, sum er til frið“. – Rómbrævið 14:19.

Hevur Lea aðrar møguleikar?

Hugsa um ein annan møguleika, og hvat úrslitið hevði verið.

 SEND IKKI ÓGREIÐ SIGNAL

Minst til, at tað, sum tú sigur, og tað, sum foreldrini halda, at tú sigur, ikki endiliga er tað sama.

DØMI:

Foreldrini spyrja teg, hví tú ert í ringum lag. Tú sigur: „Eg tími ikki at tosa um tað.“

Men foreldrini hjá tær halda, at tú sigur: „Eg vil ikki siga tað, tí eg stóli ikki upp á tykkum. Eg kann tosa um tað við vinirnar hjá mær, men ikki við tykkum.“

Hugsa tær, at tú ert komin í eina trupla støðu, og at foreldrini bjóða sær at hjálpa tær. Men tú sigur: „Tað er ikki neyðugt, eg klári tað sjálvur.“

  • Hvat halda foreldrini hjá tær, at tú sigur?

  • Hvat hevði verið eitt betri svar?