Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Svar upp á 10 spurningar, sum ung seta

 SPURNINGUR 6

Hvussu kann eg standa ímóti bólkatrýsti?

Hvussu kann eg standa ímóti bólkatrýsti?

SVARIÐ HEVUR TÝDNING

Heldur tú fast við tað, tú trýrt, er tað tú, sum stýrir tínum lívi, og ikki onnur.

HVAT HEVÐI GJØRT?

Ímynda tær hesa støðuna: Bartal fær ilt í búkin, tá ið hann sær tveir dreingir úr flokkinum koma yvir ímóti sær. Teir hava longu tvær ferðir hesa vikuna roynt at lokka hann at roykja. Og nú fara teir aftur at royna.

Annar av teimum sigur:

„Stendur tú nú aftur púra einsamallur? Kom her, eg havi nakað til tín.“

Síðani tekur hann okkurt upp úr lummanum og rættir Bartali tað.

Bartal sær sigarettina, sum drongurin hevur í hondini. Pínan í búkinum gerst verri.

„Nei, takk,“ sigur Bartal. „Eg havi longu sagt, at eg ikki ...“

„Tú torir ikki,“ sigur hin drongurin.

„Tað er ikki tað ...,“ er tað einasta, Bartal fær sagt.

Drongurin leggur armin niður á herðarnar á Bartali og sigur: „Tak hana nú bara.“

Fyrri drongurin heldur sigarettini heilt upp ímóti andlitinum á Bartali og teskar: „Vit siga tað ikki fyri nøkrum. Eingin uppdagar tað.“

Hvat hevði tú gjørt, um tú vart Bartal?

 STEÐGA Á OG HUGSA TEG UM!

Hava floksfelagarnir hjá Bartali hugsað um, hvat tað í veruleikanum er, teir gera? Hava teir tikið sínar egnu avgerðir? Allarhelst ikki. Teir hava helst bara latið seg ávirka av øðrum. Teir vilja vera væl dámdir, og tí lata teir onnur gera av, hvat teir skulu gera.

Hvat kundi tú gjørt fyri at staðið ímóti bólkatrýsti, um tú komst í eina slíka støðu?

  1. VER FYRIREIKAÐUR

    Bíblian sigur: „Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól, men fávitskut halda fram og noyðast at bøta.“ – Orðtøkini 22:3.

    Tað ber ofta til at varnast trupulleikar, áðrenn teir koma. Latið okkum siga, at tú til dømis sært nakrar av tínum floksfelagum standa og roykja. Hugsar tú um, hvat kann henda, tá ið tú nærkast teimum, verður tað lættari hjá tær at klára støðuna.

  2. HUGSA TEG UM

    Bíblian sigur: ’Hav góða samvitsku.’ – 1. Pætursbræv 3:16.

    Spyr teg sjálvan: ’Hvussu fari eg at hava tað í longdini, um eg bara fylgi fjøldini?’ Her og nú sleppur tú kanska undan trýstinum frá floksfelagunum. Men hvussu fert tú at hava tað seinni? Vilt tú ganga ímóti tíni sannføring bara fyri at gleða tínar floksfelagar? – 2. Mósebók 23:2.

  3. TAK EINA AVGERÐ

    Bíblian sigur: „Tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.“ – Galatiabrævið 6:7.

    Fyrr ella seinni mugu vit taka eina avgerð og liva við avleiðingunum. Í Bíbliuni lesa vit um Jósef, Job og Jesus, sum allir valdu rætt. Vit lesa eisini um Káin, Esau og Judas, sum allir valdu skeivt. Hvat fert at gera?

Bíblian sigur: „Haldið fast við hitt góða!“ (Rómbrævið 12:9) Tá ið tú hevur hugsað um avleiðingarnar og tikið eina avgerð, verður tú kanska bilsin um, hvussu lætt tað er at siga tína meining, og hvussu væl tað kennist at gera tað.

Ver ikki bangin – tað er ikki neyðugt at halda eina prædiku fyri floksfelagunum. Kanska er tað nóg mikið bara at siga NEI. Tú kanst eisini vísa, at tú ikki ert til at vika, við til dømis at siga:

  • „Tað nyttar ikki at spyrja meg!“

  • „Hatta fáa tit ikki meg at gera!“

  • „Eg helt, tit kendu meg betur enn so!“

Tað, sum hevur týdning, er at svara beinanvegin og við sannføring. Gert tú tað, kemur tað kanska óvart á teg, hvussu skjótt tínir floksfelagar geva uppat.

 HVAT UM ONKUR HELDUR TEG FYRI GJØLDUR?

Gevur tú eftir fyri bólkatrýsti, verður tú sum ein robottur, ið onnur stýra

Hvat skalt tú gera, um floksfelagarnir halda teg fyri gjøldur? Um teir til dømis siga: „Hvat feilar tær – ert tú bangin?“ Minst til, at ein slík háðan í veruleikanum er bólkatrýst. Hvat kanst tú siga? Tú hevur í minsta lagi tveir møguleikar.

  • Tú kanst geva teimum rætt. („Ja, eg eri bangin.“ Greið síðani í stuttum frá hví.)

  • Tú kundi vent støðuni á. Sig, hví tú sigur nei, og royn síðani at tala til teirra vit og skil. („Eg helt, at tit vistu, hvussu skaðiligt tað er at roykja!“)

Halda floksfelagarnir fram at gera gjøldur burtur úr tær, skalt tú bara fara av stað! Jú longur tú verður verandi, meira royna teir at noyða teg. Fert tú av stað, vísir tú, at tú ikki vilt lata onnur broyta teg.

Tíverri ber tað ikki til at sleppa heilt undan bólkatrýsti. Men tú kanst gera av, hvat tú vilt gera og síðani siga tína meining og harvið stýra sjálvur. Tá ið samanum kemur, er valið títt! – Josva 24:15.