Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Svar upp á 10 spurningar, sum ung seta

 SPURNINGUR 4

Hvussu kann eg rætta míni mistøk?

Hvussu kann eg rætta míni mistøk?

SVARIÐ HEVUR TÝDNING

Tá ið tú viðgongur tíni mistøk, verður tú meira ábyrgdarfullur og álítandi.

HVAT HEVÐI GJØRT?

Ímynda tær hesa støðuna: Brandur og vinmenninir eru farnir út at spæla. Brandur blakar ein bólt, sum rakar beint í forrútin á bilinum hjá grannanum, og rúturin fer í knús.

Hvat hevði tú gjørt, um tú vart Brandur?

STEÐGA Á OG HUGSA TEG UM!

TÚ HEVUR TRÍGGJAR MØGULEIKAR:

  1. At rýma.

  2. At geva onkrum øðrum skyldina.

  3. At fortelja grannanum, hvat er hent, og siga, at tú vilt gjalda fyri skaðan.

Tað er kanska freistandi hjá tær at velja møguleika 1. Men tað er altíð gott at viðganga, at tú hevur gjørt okkurt galið, líkamikið um talan er um ein brotnan rút ella okkurt annað.

 TRÍGGJAR GRUNDIR TIL AT VIÐGANGA TÍNI MISTØK

  1. Tað er tað rætta at gera.

    Bíblian sigur: „Vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.“ – Hebrearabrævið 13:18.

  2. Tað er lættari hjá øðrum at fyrigeva teimum, sum viðganga síni mistøk.

    Bíblian sigur: „Tann, ið dylur syndir sínar, hevur onga eydnu, men tann, ið játtar tær og vendir sær frá teimum, finnur miskunn.“ – Orðtøkini 28:13.

  3. Tað týdningarmesta er, at tað gleðir Gud.

    Bíblian sigur: „Hin falski er HARRANUM andstygd, men hini sannhjartaðu eru næstu vinir Hansara.“ – Orðtøkini 3:32.

Karina fekk eina bót fyri at koyra ov skjótt, men vildi ikki siga tað fyri pápa sínum. At enda fann hann tó út av, hvat var hent. Karina sigur: „Umleið eitt ár seinni uppdagaði babba, at eg hevði fingið eina bót, og tá var hann ikki blíður!“

Karina fortelur, hvat tað lærdi hana: „At royna at fjala út yvir tíni mistøk, ger tað bara verri. Fyrr ella seinni mást tú bøta fyri tað.“

LÆR AV TÍNUM MISTØKUM

Bíblian sigur: „Vit snáva jú allir í mongum.“ (Jákupsbrævið 3:2) Tá ið tú viðgongur tíni mistøk beinanvegin, vísir tað, at tú ert eyðmjúkur og búgvin.

Tað næsta, tú mást gera, er at læra av tínum mistøkum. Ein genta, sum eitur Vera, sigur: „Hvørja ferð eg geri eitt mistak, royni eg at læra av tí. Eg síggi tað sum eina hjálp til at gerast eitt betri menniskja og klára støðuna betur næstu ferð.“ Latið okkum vita, hvussu tú kanst gera tað.

Tú lænir súkkluna hjá pápa tínum, og súkklan fær skaða. Hvat gert tú?

  • Sigur einki og hopar, at pápi tín ikki uppdagar tað.

  • Fortelur pápa tínum, hvat hendi.

  • Fortelur pápa tínum, hvat hendi, men sigur, at tað ikki var tín skyld.

Tú dumpar í eini roynd, tí tú ikki hevur lisið uppá. Hvat gert tú?

  • Sigur, at royndin var løgin.

  • Viðgongur, at tað var tín egna skyld, at tú fekst vánaligan karakter.

  • Sigur, at tað var, tí læraranum ikki dámar teg.

At blíva við at hugsa um mistøk, tú einaferð hevur gjørt, kann samanberast við at koyra bil og alla tíðina hyggja í bakspeglið

 Hugsa nú enn eina ferð um hesar báðar støðurnar, og royn at ímynda tær, at tú ert (1) pápi tín og (2) lærarin. Hvat høvdu pápi tín og lærarin hugsað um teg, um tú beinanvegin viðgekst tíni mistøk? Hvat høvdu teir hugsað, um tú royndi at fjala út yvir tíni mistøk?

Hugsa nú um eitt mistak, sum tú hevur gjørt í farna árinum, og svara hesum spurningum.

Hvat var tað fyri eitt mistak? Hvat gjørdi tú aftaná?

  • Eg fjaldi út yvir tað.

  • Eg segði, at ein annar hevði skyldina.

  • Eg viðgekk tað beinanvegin.

Um tú ikki viðgekst mistakið, hvussu hevði tú tað so aftaná?

  • Gott. Eingin uppdagaði tað!

  • Ikki gott. Eg skuldi havt sagt sannleikan.

Hvussu hevði tú kunnað klárað støðuna betur?

Hvat lærdi tú av mistakinum?

HVAT HELDUR TÚ?

Hví vilja summi ikki viðganga síni mistøk?

Hvat fara onnur at hugsa um teg, um tú altíð roynir at fjala út yvir tíni mistøk, og hvat fara tey at hugsa, um tú viðgongur tey? – Lukas 16:10.