Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Svar upp á 10 spurningar, sum ung seta

 SPURNINGUR 10

Hvussu kann Bíblian hjálpa mær?

Hvussu kann Bíblian hjálpa mær?

SVARIÐ HEVUR TÝDNING

Bíblian sigur, at „øll skriftin er innblást av Gudi“. (2. Timoteusarbræv 3:16) Um tað passar, kann Bíblian geva tær ta leiðbeiningina, tú hevur brúk fyri.

HVAT HEVÐI GJØRT?

Ímynda tær hesa støðuna: Dávid koyrir einastaðni, har alt virkar ókent. Vegskeltini og alt, sum hann sær, siga honum, at hann má vera vilstur. Hann man hava snarað skeivt onkustaðni á leiðini.

Hvat hevði tú gjørt, um tú vart Dávid?

STEÐGA Á OG HUGSA TEG UM!

Tú hevur fleiri møguleikar:

  1. Tú kanst spyrja um veg.

  2. Tú kanst brúka eitt kort ella ein GPS’ara.

  3. Tú kanst halda fram at koyra og vóna, at tú onkursvegna kemur leiðina fram.

Tað er klárt, at møguleiki 3 ikki er besta loysnin.

Møguleiki 2 hevur ein fyrimun fram um møguleika 1. Tú kanst hava eitt kort ella ein GPS’ara við tær, sum kann vísa tær veg á allari ferðini.

Bíblian kann hjálpa tær á líknandi hátt.

Henda metsølubókin kann

  • hjálpa tær at klára trupulleikar

  • hjálpa tær at læra teg sjálvan betur at kenna og gerast eitt betri menniskja

  • vísa tær, hvussu tú fært tað allarbesta lívið

 SVAR UPP Á LÍVSINS STÓRU SPURNINGAR

So skjótt sum vit hava lært at tosa, seta vit spurningar.

  • Hví er luftin blá?

  • Hvørjum eru stjørnurnar gjørdar av?

Seinni í lívinum seta vit spurningar um tað, sum hendir í heiminum rundan um okkum.

Hvat um svarini alla tíðina hava verið at finna í Bíbliuni?

Nógv fólk siga, at Bíblian bara er full av sagnum og halgisøgum, at hon er avoldað, ella at hon er alt ov torfør at skilja. Men er tað Bíblian, sum er trupulleikin, ella er tað tað, sum fólk hava hoyrt um Bíbliuna? Hava tey kanska fingið skeivar upplýsingar?

Fólk halda til dømis, at Bíblian sigur, at tað er Gud, sum stýrir heiminum. Men hvussu kann tað bera til? Hesin heimurin eru jú farin heilt av lagi! Hann er fullur av sorg og pínu, sjúku og deyða, fátækdømi og vanlukkum. Hvussu kundi ein góður Gud verið atvoldin til alt hetta?

Hvør stjórnar í roynd og veru heiminum? Tað, Bíblian sigur, kemur kanska óvart á teg.

Tú hevur helst lagt til merkis, at ráðini í hesum heftinum eru grundað á Bíbliuna. Jehova vitni eru sannførd um, at ráðini í Bíbliuni eru góð og álítandi. Orsøkin er, at hon er „innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing“. (2. Timoteusarbræv 3:16, 17) Hví ikki kanna hesa gomlu, men kortini nútímans bókina? Tú angrar tað ikki!

LÆR MEIRA

BÍBLIUSKEIÐ

Hvussu gongur eitt bíbliuskeið fyri seg?

Jehova vitni eru kend um allan heimin fyri at bjóða ókeypis bíbliuskeið. Hygg, hvussu tað gongur fyri seg.