Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Svar upp á 10 spurningar, sum ung seta

 SPURNINGUR 2

Hví hugsi eg so nógv um mína útsjónd?

Hví hugsi eg so nógv um mína útsjónd?

SVARIÐ HEVUR TÝDNING

Tað, sum tú sært í speglinum, er ikki tað, sum hevur mest at siga.

HVAT HEVÐI GJØRT?

Ímynda tær hesa støðuna: Tá ið Maria hyggur í speglið, sær hon bara, hvussu feit hon er. „Eg má klænka meg,“ sigur hon við seg sjálva, hóast foreldrini og vinfólk hava sagt við hana, at hon er sera kløn.

Síðstu tíðina hevur Maria hugsað um at gera nakað ógvisligt bara fyri at klænka seg nøkur fá kilo. Hon ætlar at lata vera við at eta í nakrar dagar ...

Hvat hevði tú gjørt, um tú hevði tað sum Maria?

STEÐGA Á OG HUGSA TEG UM!

Tín fatan av tær sjálvum kann vera sum ein bronglað spegilsmynd

Tað er ikki skeivt at hugsa um sína útsjónd. Bíblian sigur um fleiri menn og kvinnur, at tey vóru vøkur; millum hesi vóru Sára, Rakul, Abigajil, Jósef og Dávid. Sagt verður um eina kvinnu, sum æt Abisag, at hon var „ógvuliga vøkur“. – 1. Kongabók 1:4.

Men nógv ung eru sjúkliga upptikin av síni útsjónd, og tað kann elva til stórar trupulleikar. Hugsa um hetta:

  • Í eini kanning hildu 58 prosent av spurdu gentunum, at tær vigaðu ov nógv, men í roynd og veru vóru tað bara 17 prosent av teimum, sum gjørdu tað.

  • Í eini aðrari kanning hildu 45 prosent av spurdu kvinnunum, at tær vigaðu ov nógv, hóast tær í veruleikanum vigaðu ov lítið!

  • Í sínum royndum at klænka seg hava nøkur ung fingið anoreksi, sum er eitt lívshóttandi etingarólag, har tey í roynd og veru svølta seg sjálv.

 Er nakað, sum bendir á, at tú hevur anoreksi ella annað etingarólag, mást tú leita tær hjálp. Tað fyrsta, tú mást gera, er at siga tað við mammu tína ella pápa tín ella við ein annan vaksnan, sum tú lítur á. Bíblian sigur: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ – Orðtøkini 17:17.

TAÐ BESTA TÚ KANST GERA

Tað, sum fær onnur at dáma teg, er ikki tín útsjónd, men hvussu tú ert. Hugsa um Absalom, sonin hjá Dávidi kongi. Bíblian sigur:

’So vakur maður sum Absalom var ikki í øllum Ísrael; einki lýti [ella: brek] var á honum.’ – 2. Sámuelsbók 14:25.

Men hann var stoltur, ærusjúkur og svikafullur. Og tí hevur Bíblian ikki nógv gott at siga um Absalom, men lýsir hann sum ein frekan, óálítandi mann, ið var fullur av hatri.

Tað er við góðari grund, at Bíblian gevur okkum hesi ráðini:

„Latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess og latið tykkum í hitt nýggja.“ – Kolossebrævið 3:9, 10.

„Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis [ella: sjónliga], ... men dulda menniskja hjartans.“ – 1. Pætursbræv 3:3, 4.

Hóast einki er galið við at vilja síggja gott út, hevur tað nógv størri týdning at hava ein dámligan persónleika. Tá ið samanum kemur, eru tað nevniliga tínir góðu eginleikar, sum fáa fólk at dáma teg, ikki tín útsjónd. „Vakurleiki kann geva tær uppmerksemi her og nú,“ sigur ein genta, sum eitur Phylicia, „men tað, sum fólk minnast best, er tín verumáti og tínir góðu eginleikar.“

HVUSSU METIR TÚ TÍNA ÚTSJÓND?

Ert tú ofta ónøgd/ur við tína útsjónd?

Hevur tú nakrantíð hugsað um at fáa eina kosmetiska skurðviðgerð ella at fara á ein ógvisligan klænkikur fyri at síggja betur út?

Hvat hevði tú broytt, um tað bar til? (Vel svarini.)

  • HÆDD

  • VEKT

  • HÁR

  • KROPP

  • ANDLIT

  • HÚÐALIT

  • ANNAÐ

Svaraði tú ja til teir báðar fyrstu spurningarnar og valdi trý ella fleiri orð í triðja spurninginum, mást tú minnast til hetta: Onnur hava allarhelst ikki eina so neiliga mynd av tær. Vit kunnu lætt koma at ganga alt ov høgt upp í okkara útsjónd. – 1. Sámuelsbók 16:7.