Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

Eftirmæli

Eftirmæli

’Eftirfylgið teimum, sum við trúgv og toli arva lyftini.’ — HEBREARABRÆVIÐ 6:12.

1, 2. Hví er tað alneyðugt, at vit menna trúnna nú? Lýs við einum dømi.

TRÚGV. Tað er eitt vakurt orð, sum lýsir ein sera dámligan eginleika. Tá ið vit síggja ella hoyra hetta orðið, eigur eitt annað orð eisini at koma okkum í hug: „Alneyðugt!“ Tí um vit ikki hava trúgv, er tað alneyðugt, at vit fáa okkum trúgv. Og hava vit trúgv, er tað alneyðugt, at vit verja og røkta hana. Hví?

2 Ímynda tær, at tú gongur ígjøgnum eina stóra oyðimørk. Tað er alneyðugt hjá tær at fáa vatn. Tá ið tú finnur vatn, mást tú verja tað fyri sólini. Síðani er neyðugt, at tú fyllir ílatið hjá tær uppaftur, so tú klárar teg, til tú kemur á mál. Í dag liva vit øll í eini andaligari oyðimørk, einum heimi har sonn trúgv er líka sjáldsom sum vatn í eini oyðimørk og hevur lyndi at hvørva sum døgg fyri sól, um hon ikki verður vard og styrkt. Tað er lívið um at gera, tí eins og vit ikki kunnu liva uttan vatn, kunnu vit ikki yvirliva andaliga uttan trúgv. — Róm. 1:17.

3. Hvussu hevur Jehova hjálpt okkum at menna trúnna, og hvat mugu vit minnast at gera?

3 Jehova veit, hvussu týðandi tað er, at vit hava trúgv, og hann veit, hvussu strævið tað er at menna og varðveita trúgv nú í tíðini. Tað er uttan iva orsøkin til, at hann hevur givið okkum fyrimyndir at taka eftir. Jehova læt Paulus ápostul skriva: ’Eftirfylgið teimum, sum við trúgv og toli arva lyftini.’ (Hebr. 6:12) Og tí eggjar samskipan Jehova okkum til at gera okkara ítasta fyri at taka eftir trúføstum monnum og kvinnum, eitt nú teimum, sum vit hava umrøtt í hesi bókini. Men hvat skulu vit gera nú? Latið okkum minnast hetta: (1) Vit mugu halda fram at styrkja okkara trúgv. (2) Vit mugu halda vónina livandi.

4. Á hvønn hátt er Satan ein fíggindi trúarinnar, men hví skulu vit ikki missa mótið?

4 Halt fram at styrkja tína trúgv. Trúgv hevur ein sterkan fígginda — Satan. Høvdingin yvir hesum heimi hevur gjørt heimsskipanina til eina andaliga oyðimørk, har tað er torført at varðveita sína trúgv. Hann er nógv sterkari, enn vit eru. Men er tað so vónleyst at menna og styrkja okkara trúgv? Nei, als ikki! Jehova er vinur teirra, sum royna at menna sanna trúgv. Hann vissar okkum um, at tá ið hann er við okkum, kunnu vit standa Djevulinum ímóti og enntá fáa hann at flýggja frá okkum. (Ják. 4:7) Vit standa honum ímóti, tá ið vit hvønn dag geva okkum stundir at  styrkja og menna okkara trúgv. Hvussu gera vit tað?

5. Hvussu fingu trúføstu menninir og kvinnurnar í Bíbliuni trúgv? Greið frá.

5 Sum vit hava lisið, vórðu trúarinnar menn og kvinnur í Bíbliuni ikki fødd trúføst. Tey gjørdust livandi prógv um, at trúgv er ein eginleiki, sum heilagi andin frá Jehova alir fram. (Gal. 5:22, 23) Tey bóðu Jehova um hjálp, og hann styrkti trúgv teirra afturfyri. Latið okkum gera tað sama og ongantíð gloyma, at Jehova ríkliga gevur av sínum anda, tá ið vit biðja um hann og liva samsvarandi okkara bønum. (Luk. 11:13) Kunnu vit gera meira?

6. Hvussu fáa vit sum mest burturúr, tá ið vit kanna frásøgurnar í Bíbliuni?

6 Í hesi bókini hava vit bert umrøtt nakrar fáar tænarar, sum høvdu einastandandi trúgv. Nógvir eru eftir! (Les Hebrearabrævið 11:32.) Hvør einstakur av teimum kann hvør í sínum lagi læra okkum eina rúgvu, tá ið vit lesa um teir í okkara persónliga lestri. Lesa vit bert bíbliufrásøgurnar um trúarinnar menn og kvinnur leysliga, styrkja vit ikki trúnna so væl, sum vit annars kundu. Skulu vit fáa fulla nyttu av okkara bíbliulesing, mugu vit geva okkum stundir til at grava í samanhanginum og bakgrundini. Tá ið vit leggja okkum í geyma, at hesir ófullkomnu menninir og kvinnurnar høvdu ’somu kor sum vit’, tykjast tey meira verulig í okkara hugaheimi. (Ják. 5:17) Tá kunnu vit ímynda okkum, hvussu tey møguliga høvdu tað, tá ið tey høvdu trupulleikar og avbjóðingar, sum líkjast okkara.

7-9. (a) Hvussu høvdu nakrir av trúarinnar monnum og kvinnum á Bíbliunnar døgum kanska havt tað, um tey kundu tilbiðið Jehova á sama hátt sum vit í dag? (b) Hví eiga vit at styrkja trúnna við gerðum?

7 Vit styrkja eisini trúnna við okkara gerðum. Trúgvin er jú „deyð uttan verk“. (Ják. 2:26) Hugsa bara, hvussu tað hevði frøtt menninar og kvinnurnar, sum vit hava umrøtt, um tey fingu ta uppgávuna, sum Jehova hevur givið okkum nú á døgum!

8 Hvussu hevði tað verið, um Ábraham til dømis hevði fingið at vita, at hann kundi tilbiðja Jehova, ikki við eitt altar úr gróti úti í oyðimørkini, men saman við samskipaðum bólkum av tilbiðjarum í dámligum ríkissalum og á stórum stevnum, har væl og virðiliga verður greitt frá lyftunum, sum hann bert sá „langt burtur“? (Les Hebrearabrævið 11:13.) Og hvussu hevði tað verið, um Elias fekk at vita, at hansara uppgáva ikki var at beina fyri óndum ba’alsprofetum, meðan hann royndi at tæna Jehova undir einum óndum og fráfalnum kongi, men friðarliga at vitja fólk og bera teimum ein uggandi og vónríkan boðskap? Heldur tú ikki, at trúarinnar menn og kvinnur á Bíbliunnar døgum høvdu verið skjót at tikið av tilboðnum um at tilbiðja Jehova á sama hátt sum vit í dag?

 9 Latið okkum tí halda fram at styrkja trúnna við gerðum. Tá ið vit gera tað, fylgja vit teimum góðu trúarfyrimyndunum, sum vit lesa um í Guds innblásta orði. Sum nevnt í formælinum verða vit tættari knýtt at teimum. Men hesi vinabondini kunnu skjótt gerast meira verulig.

10. Hvørja gleði fáa vit í Paradísinum?

10 Halt vónina livandi. Trúfastir menn og trúfastar kvinnur hava altíð funnið styrki í vónini frá Gudi. Hvussu við tær? Ímynda tær til dømis, hvussu frálíkt tað verður at møta trúføstum tænarum hjá Gudi, tá ið teir fáa lívið aftur í ’uppreisnini av rættvísum’. (Les Ápostlasøguna 24:15.) Hvørjar spurningar kundi tú hugsað tær at sett teimum?

11, 12. Hvørjar spurningar kundi tú, í nýggja heiminum, hugsað tær at sett (a) Ábeli? (b) Nóa? (c) Ábrahami? (d) Rutt? (e) Abigajil? (f) Ester?

11 Tá ið tú hittir Ábel, kundi tú so hugsað tær at spurt hann, hvussu foreldrini hjá honum vóru? Ella kanska: „Tosaði tú nakrantíð við kerúbarnar, sum hildu vakt við Edens urtagarð? Svaraðu teir?“ Hvussu við Nóa? Fert tú kanska at spyrja hann: „Ræddist tú nakrantíð nefilim? Hvussu kláraði tú at taka tær av øllum dýrunum tað árið í ørkini?“ Hittir tú Ábraham, fert tú kanska at spyrja hann: „Kendi tú Sem? Hvør lærdi teg um Jehova? Var tað torført at fara úr Ur?“

12 Hugsa eisini um, hvørjar spurningar tú hevði viljað sett teimum trúføstu kvinnunum, sum fáa eina uppreisn. Tað kundi eitt nú verið: „Rutt, hvat fekk teg at tæna Jehova?“ „Abigajil, vart tú bangin, tá ið tú skuldi fortelja Nabali um, hvussu tú hevði hjálpt Dávidi?“ „Ester, hvat hendi tær og Mordokai, eftir at frásøgan í Bíbliuni endaði?“

13. (a) Hvørjar spurningar fara tey upprisnu kanska at seta tær? (b) Hvussu dámar tær útlitini til at hitta trúfastar menn og kvinnur úr forðum?

13 Men kanska hava hesir trúføstu tænararnir eisini nógvar spurningar at seta tær. Sum tað verður spennandi at fortelja teimum um teir avgerandi síðstu dagarnar og um, hvussu Jehova signaði sítt fólk í torførum tíðum! Teir verða ivaleyst sera glaðir um at hoyra, hvussu Jehova læt øll síni lyfti ganga út. Til ta tíð verður tað ikki torført at hava Guds trúføstu tænarar úr forðum livandi í huga, tí teir vera har saman við okkum — í Paradísinum! Halt tí fram at gera alt, tú ert mentur nú, fyri at gera hesi fólkini verulig í tínum hugaheimi. Tak støðugt eftir trúgv teirra. So kanst tú gleðast um at tæna Jehova saman við teimum í allar ævir!