Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

 KAPITTUL SJEY

Hann vaks upp hjá Jehova

Hann vaks upp hjá Jehova

1, 2. Hvør var støðan, tá ið Sámuel talaði til ísraelsfólk, og hví mátti hann fáa tey at angra?

SÁMUEL leit út yvir fólkið, sum var komið saman í býnum Gilgal. Hesin trúfasti maðurin, ið hevði tænt sum profetur og dómari í fleiri áratíggju, hevði kallað tjóðina saman. Tað var í mai ella juni mánaði eftir okkara kalendara, so turra árstíðin var longu byrjað. Akrarnir har um leiðir vóru gyltir við hveiti, sum var klár at heysta. Tøgn fall á mannamúgvuna. Hvussu skuldi Sámuel røkka hjørtum teirra?

2 Fólkið skilti ikki, hvussu álvarsom støðan var. Tey høvdu sett fram krav um at fáa ein kong, eitt menniskja, at stjórna yvir sær. Tey fataðu ikki, at tey soleiðis á grovan hátt høvdu vanvirt Gud sín, Jehova, og hansara profet. Í roynd og veru vrakaðu tey Jehova sum kong! Hvussu skuldi Sámuel fáa tey at angra?

Dreingjaárini hjá Sámueli læra okkum, at tað ber til at styrkja sína trúgv á Jehova hóast ringa ávirkan

3, 4. (a) Hví talaði Sámuel um ungdóm sín? (b) Hví kann trúgvin hjá Sámueli gagna okkum í dag?

3 Sámuel talaði. Hann segði við mannamúgvuna: „Eg eri gamal og gráur.“ Tey gráu hárini góvu orðum hansara tyngd. Síðani segði hann: „Eg havi stýrt hjá tykkum, frá tí eg var ungur og líka til henda dag.“ (1 Sám. 11:14, 15; 12:2) Hóast Sámuel var gamal, hevði hann ikki gloymt ungdóm sín. Hansara minni um teir dagarnar var enn livandi. Tær avgerðirnar, hann hevði tikið í uppvøkstrinum, høvdu givið honum eitt lív í trúgv og kærleika til tann Gud, hann tilbað, Jehova.

4 Sámuel noyddist at menna og varðveita sína trúgv, tí fólkini rundan um hann ferð eftir ferð vóru trúleys. Í dag er tað ein líka so stór avbjóðing at menna sína trúgv, tí vit liva í einum trúleysum  og spiltum heimi. (Les Lukas 18:8.) Latið okkum vita, hvat vit kunnu læra av Sámueli. Vit byrja í hansara dreingjaárum.

Gjørdi tænastu fyri ásjón Jehova í dreingjaárunum

5, 6. Hvussu var barndómur Sámuels sjáldsamur, men hví vóru foreldrini vís í, at hann var í góðum hondum?

5 Sámuel hevði ein sjáldsaman barndóm. Stutt eftir at hann var vandur frá brósti, møguliga tá ið hann var trý ára gamal ella eitt sindur eldri, fór hann undir lívlangu tænastu sína í halgidómi Jehova í Silo, meiri enn 30 kilometrar frá heimbýi sínum Rama. Foreldur hansara, Elkana og Hanna, vígdu Jehova son sín til eina serliga tænastu og gjørdu hann til nasireara fyri lívið. * Vil tað siga, at tey sleptu Sámueli upp á fjall og ikki elskaðu hann?

6 Nei, als ikki! Tey vistu, at sonur teirra fór at vera í góðum hondum í Silo. Høvuðspresturin Eli hevði uttan iva umsjón við tænastuni, og Sámuel arbeiddi tætt hjá honum. Har vóru eisini fleiri kvinnur, sum tæntu á ymiskan hátt í halgidóminum. — 2 Mós. 38:8; Dóm. 11:34-40.

7, 8. (a) Hvussu vístu foreldrini Sámueli kærleika og styrktu hann ár undan ári? (b) Hvat kunnu foreldur í dag læra av foreldrunum hjá Sámueli?

7 Haraftrat gloymdu Hanna og Elkana ongantíð frumborna son sín, sum jú var svarið upp á eina bøn. Hanna hevði biðið Gud um ein son og lovað at víga hann til eitt lív í heilagari tænastu fyri Gud. Á hvørjum ári, tá ið Hanna vitjaði Sámuel, hevði hon seymað honum ein nýggjan kappa at vera í, tá ið hann gjørdi tænastu sína í halgidóminum. Hesin lítli drongurin hevur uttan iva frøtt seg um hesar vitjanirnar. Foreldrini fortaldu honum ivaleyst, hvussu stórur framíhjárættur tað var at sleppa at tæna Jehova hetta undursama staðið, og tað hevur allarhelst styrkt hann og fingið hann at trívast.

8 Foreldur í dag kunnu læra nógv av Hannu og Elkana. Tað er vanligt, at foreldur bara hugsa um tað materiella, tá ið tað snýr seg um barnauppaling, og skúgva andaliga tørvin hjá børnunum til viks. Men foreldrini hjá Sámueli raðfestu tað andaliga fremst, og tað hevði stóra ávirkan á, hvussu sonur teirra varð sum vaksin. — Les Orðtøkini 22:6.

9, 10. (a) Lýs halgidómin og kenslurnar, hin ungi Sámuel hevði í sambandi við hetta heilaga staðið. (Sí eisini undirgreinina.) (b) Hvørjar skyldur kann Sámuel millum annað hava havt, og hvussu heldur tú, at ung nú á døgum kunnu taka eftir honum?

9 Vit kunnu ímynda okkum, at drongurin í uppvøkstrinum fór út at kanna fjøllini rundan um Silo. Meðan hann stóð og hugdi  oman í býin og dalin niðanfyri, fylti tað hann uttan iva við gleði og stoltleika at síggja halgidóm Jehova. Hesin halgidómurin var av sonnum eitt heilagt stað. * Hann var bygdur nærum 400 ár frammanundan, og tað var Móses, sum hevði havt umsjón við arbeiðinum. Hetta var einasti miðdepilin fyri sonnu tilbiðingina av Jehova í øllum heiminum.

10 Tann ungi Sámuel kom at elska halgidómin. Í frásøguni, sum hann sjálvur skrivaði, lesa vit: „Sámuel gjørdi tænastu fyri ásjón [Jehova], og drongurin gekk í lívkyrtli av lørifti.“ (1 Sám. 2:18) Hesin einfaldi kappin skuldi eyðsýniliga vísa, at Sámuel hjálpti prestunum í halgidóminum. Hóast Sámuel ikki sjálvur var prestur, hevði hann ymiskar skyldur, so sum at lata upp dyrnar inn til forgarðin í halgidóminum um morgunin og at ganga gamla Eli til handa. Hóast honum dámdi síni forrættindi í halgidóminum sera væl, varð hansara óseka hjarta sum frá leið ørkymlað. Okkurt var heilt galið í húsi Jehova.

Varð verandi reinur hóast siðspillu

11, 12. (a) Hvat grundleggjandi mistak gjørdu Hofni og Pinehas? (b) Hvørja siðspillu framdu Hofni og Pinehas í halgidóminum? (Sí eisini undirgreinina.)

11 Sum ungur var Sámuel vitni til óndskap og siðspillu av ringasta slag. Eli átti tveir synir, sum itu Hofni og Pinehas. Í frásøguni hjá Sámueli stendur: „Synir Eli vóru ringir menn — teir løgdu einki í [Jehova].“ (1 Sám. 2:12) Hesir báðir tankarnir hóska væl saman. Hebraiska orðið, ið er nýtt í hesum ørindinum og endurgivið „ringir menn“, merkir beinleiðis „synir ónyttu“. Og tað er ein beinrakin lýsing av Hofni og Pinehas, tí teir høvdu onga virðing fyri Jehova. Teir lótu als ikki rættvísu normar og krøv hansara við seg koma. Úr hesum sprettu allar hinar syndirnar hjá teimum.

12 Tað stóð heilt greitt í Guds lóg, hvørjar skyldur prestarnir høvdu, og hvussu teir skuldu bera seg at, tá ið teir ofraðu í halgidóminum. Og tað við góðari grund! Ofrini umboðaðu tað, sum Gud hevði gjørt fyri at fyrigeva syndir, so hansara fólk kundi vera reint í hansara eygum og harvið hava uppiborið hansara signing  og leiðbeining. Men Hofni og Pinehas fingu hinar prestarnar at vanvirða ofrini. *

13, 14. (a) Hvussu ávirkaði óndskapurin, sum varð framdur í halgidóminum, uttan iva trúføst fólk? (b) Hvussu sveik Eli bæði sum pápi og sum høvuðsprestur?

13 Ímynda tær, hvussu skelkaður hin ungi Sámuel hevur verið, tá ið hann sá hesar grovu syndirnar fara fram, uttan at nakar talaði at. Hvussu nógv fólk mundi hann ikki síggja — harímillum fátøk, eyðmjúk og kúgað — sum komu til halgidómin í vón um at verða andaliga styrkt og uggað, fyri bert at fara vónsvikin, særd ella eyðmýkt heimaftur? Og hvussu man tað hava ávirkað hann, tá ið hann fann út av, at Hofni og Pinehas eisini lítilsvirdu lóg Jehova um kynslívið, við tað at teir lógu hjá nøkrum av kvinnunum, sum tæntu har í halgidóminum? (1 Sám. 2:22) Kanska vónaði hann, at Eli fór at gera nakað við málið.

Sámuel hevur helst verið sera harmur um at síggja óndskapin hjá synum Eli

14 Eli hevði allar møguleikar at gera nakað við henda vaksandi trupulleikan. Sum høvuðsprestur hevði hann ábyrgd av øllum, sum fór fram í halgidóminum. Sum pápi hevði hann skyldu at hava at synum sínum. Teir vóru jú ikki bara sær sjálvum til skaða, men eisini óteljandi øðrum í landinum. Men Eli sveik í báðum førum, bæði sum pápi og sum høvuðsprestur. Tað einasta hann gav synum sínum var ein viljaveik átala. (Les Fyrru Sámuelsbók 2:23-25.) Men synir hansara høvdu tørv á eini nógv harðari átalu. Teir framdu syndir, sum høvdu uppiborið deyðarevsing!

15. Hvønn harðan boðskap gav Jehova Eli, og hvussu tók familjan hjá Eli ímóti ávaringini?

15 Tað var so galið, at Jehova sendi ein ’gudsmann’, ein profet, ið ikki er nevndur við navni, til Eli við einum hørðum dómsboðskapi. Jehova segði við Eli: „Tú ærir synir tínar meir enn Meg.“ Gud boðaði frá, at óndu synir Eli báðir skuldu doyggja sama dag, og at familjan hjá Eli skuldi fáa harða revsing og enntá missa framíhjárættin at hoyra til prestastættina. Fekk henda sterka ávaringin familjuna at broyta seg? Frásøgan nevnir einki um nakra slíka broyting. — 1 Sám. 2:27–3:1.

16. (a) Hvat lesa vit um framgongdina hjá hinum unga Sámueli? (b) Heldur tú, at tað er hjartanemandi at lesa um hesa framgongdina? Greið frá.

16 Hvussu ávirkaði allan henda siðspillan hin unga Sámuel? Í hesi dimmu frásøguni eru stundum bjartir ljósglottar at hóma, góð  tíðindi um uppvøkstur og framgongd Sámuels. Minst til, at vit í Fyrru Sámuelsbók 2:18 lesa, at Sámuel í dreingjaárunum trúfastur „gjørdi tænastu fyri ásjón [Jehova]“. Sjálvt meðan hann var smádrongur, var tænastan fyri Jehova altso tað, sum hevði størstan týdning í hansara lívi. Í ørindi 21 í sama kapitli lesa vit nakað enn meira hjartanemandi: „Drongurin Sámuel vaks upp hjá [Jehova].“ Meðan hann vaks til, gjørdist hansara samband við Jehova sterkari og sterkari. Eitt so tætt og persónligt samband við Jehova er besta verjan ímóti allari siðspillu.

17, 18. (a) Hvussu kunnu ung kristin taka eftir Sámueli, tá ið tey síggja siðspillu? (b) Hvat vísir, at Sámuel valdi røttu leiðina?

17 Sámuel kundi eins væl hugsað sum so, at tá ið høvuðspresturin og synir hansara kundu geva eftir fyri synd, kundi hann tað sama gera, sum honum lysti. Men vit mugu ongantíð brúka siðspilluna hjá øðrum, ei heldur hjá teimum, ið hava myndugleika, sum umbering fyri sjálvi at synda. Nú á døgum taka nógv ung kristin eftir Sámueli og ’vaksa upp hjá [Jehova]’ — sjálvt tá ið nøkur rundan um tey ikki eru góðar fyrimyndir.

18 Hvat hevði tað við sær, at Sámuel valdi at akta Jehova? Vit lesa: „Drongurin Sámuel vaks til og varð meiri og meiri avhildin, bæði av [Jehova] og menniskjum.“ (1 Sám. 2:26) Sámuel var altso væl dámdur, í hvussu er av teimum, hvørs meining hevði týdning. Jehova elskaði henda dreingin, tí hann var trúfastur. Og Sámuel ivaðist ikki í, at Gud fór at gera nakað við allan óndskapin, sum fór fram í Silo, men kanska hugsaði hann um, nær Jehova mundi fara at gera tað. Eina náttina kom svarið.

 „Tala — tænari Tín hoyrir“

19, 20. (a) Lýs, hvat hendi Sámueli seint eina náttina í halgidóminum. (b) Hvussu fann Sámuel út av, hvør ið átti røddina, og hvussu fór hann við Eli?

19 Morgunin nærkaðist, men tað var enn myrkt. Ljósið bleiktraði frá stóru lampuni, sum enn brann í samkomutjaldinum. Alt var friðarligt, tá ið Sámuel hoyrdi eina rødd, sum rópti hansara navn. Hann hugsaði, at tað var Eli, sum nú var vorðin sera gamal og nærum blindur. Sámuel fór á føtur og „skundaði sær“ til hansara. Sært tú dreingin fyri tær, tá ið hann rennandi á leistum fór yvir til Eli at vita, hvat hann vildi? Tað er rørandi at leggja til merkis, at Sámuel vísti Eli virðing og vinsemi. Hóast allar syndirnar, Eli framdi, var hann framvegis høvuðsprestur Jehova. — 1 Sám. 3:2-5.

20 Sámuel vakti Eli og segði: „Her eri eg — tú rópti meg!“ Men Eli segði, at hann ikki hevði rópt og sendi dreingin í song aftur. Tað sama hendi tvær ferðir aftrat. Nú skilti Eli, hvat var á vási. Tá í tíðini var tað sjáldsamt, at Jehova gav fólki sínum sjónir ella ein profetiskan boðskap, og tað er lætt at skilja hví. Men Eli visti, at tað var Jehova, sum aftur talaði — nú við henda dreingin. Eli bað Sámuel fara at leggja seg aftur og segði honum, hvussu hann skuldi svara, tá ið Jehova talaði aftur. Sámuel aktaði. Løtu seinni hoyrdi hann røddina rópa: „Sámuel, Sámuel!“ Drongurin svaraði: „Tala — tænari Tín hoyrir!“ — 1 Sám. 3:1, 5-10.

21. Hvussu kunnu vit lurta eftir Jehova í dag, og hví er tað ómakin vert at gera tað?

21 Nú hevði Jehova endiliga ein tænara í Silo, sum lurtaði. Sámuel lurtaði altíð eftir Jehova. Gert tú eisini tað? Okkum nýtist ikki at bíða eftir, at ein yvirnatúrlig rødd talar til okkara á nátt. Í dag talar Guds rødd so at siga altíð til okkara. Hon talar til okkara gjøgnum hansara orð, Bíbliuna. Jú meiri vit lurta eftir Gudi og fylgja tí, hann lærir okkum, tess meiri veksur okkara trúgv. Soleiðis var tað hjá Sámueli.

Hóast Sámuel var bangin, var hann trúfastur og bar Eli dómsboðskapin frá Jehova

22, 23. (a) Hvussu gekk dómurin út, sum Sámuel at byrja við var bangin fyri at bera fram? (b) Hvussu gjørdist umdømið hjá Sámueli betri?

22 Henda náttin í Silo var ein varði í lívinum hjá Sámueli, tí frá teirri stund fekk hann eitt heilt serligt samband við Jehova, við tað at hann gjørdist profetur og talsmaður hansara. At byrja við var drongurin bangin fyri at bera Eli boðskapin frá Jehova, tí tað var ein boðskapur um, at profetiin um hansara familju skjótt fór at ganga út. Men Sámuel mannaði seg upp, og Eli tók eyðmjúkur ímóti dóminum frá Gudi. Áðrenn long tíð var liðin, gekk alt tað út, sum Jehova hevði sagt: Ísrael fór í kríggj ímóti filistarum, Hofni  og Pinehas vórðu báðir dripnir sama dag, og Eli doyði, tá ið hann hoyrdi, at ørk Jehova var tikin. — 1 Sám. 3:10-18; 4:1-18.

23 Men umdømið hjá Sámueli sum trúfastur profetur gjørdist bara betri. „[Jehova] var við honum,“ stendur í frásøguni, og lagt verður aftrat, at Jehova læt allar profetiirnar hjá Sámueli ganga út. — Les Fyrru Sámuelsbók 3:19.

Sámuel rópti til Jehova

24. Hvat kravdu ísraelsmenn sum frá leið, og hví var tað ein álvarsom synd?

24 Tóku ísraelsmenn eftir Sámueli og fingu tætt samband við Jehova og vórðu trúfastir? Nei. Sum frá leið vildu teir ikki bara hava ein profet at døma seg. Teir vildu vera sum hinar tjóðirnar og hava ein kong, eitt menniskja, at stjórna sær. Eftir boðum Jehova gav Sámuel teimum tað, teir ynsktu. Men hann noyddist at gera teimum greitt, hvussu álvarsom synd teirra var. Teir vístu ikki bert einum menniskja frá sær, men sjálvum Jehova! Tí kallaði hann fólkið saman, og bað tey koma til Gilgal.

Sámuel bað í trúgv, og Jehova svaraði við einum ódnarveðri

25, 26. Hvussu hjálpti Sámuel fólkinum at skilja, hvussu álvarsliga tey høvdu syndað ímóti Jehova?

25 Latið okkum venda aftur til spentu støðuna, tá ið Sámuel skuldi tala til ísraelsfólk í Gilgal. Sámuel, sum nú var vorðin eldri, minti tey á, at hann hevði verið trúfastur í nógv ár. Síðani lesa vit: „Sámuel rópti nú til [Jehova].“ Hann bað Jehova senda eitt ódnarveður. — 1 Sám. 12:17, 18.

26 Ódnarveður? Ta turru árstíðina? Tað var púra óhoyrt! Um har var ein lítil neisti av ivasemi ella spottan millum fólkið, varð hann skjótt sløktur. Alt í einum myrknaði himmalin. Vindurin legði hveitina niður á akrinum. Toran gekk við buldur og brak. Og so fór at oysa niður. Hvussu tók fólkið tað? „Tá fall stórur ótti á alt fólkið fyri [Jehova] og Sámuel.“ Endiliga skiltu tey, hvussu álvarsliga tey høvdu syndað. — 1 Sám. 12:18, 19.

27. Hvat heldur Jehova um tey, sum taka eftir trúnni hjá Sámueli?

27 Tað var ikki Sámuel, men Gud hansara, Jehova, sum hevði rokkið teirra óndu hjørtum. Frá Sámuel var ungur til hann bleiv gamal, setti hann sítt álit á Jehova. Og Jehova signaði hann. Til henda dag er Jehova ikki broyttur. Hann er enn við teimum, sum taka eftir trúnni hjá Sámueli.

^ par. 5 Nasirearar høvdu eitt lyfti á sær, sum millum annað forbjóðaði teimum at drekka rúsandi løg og at klippa hárið. Í flestu førum var eitt slíkt lyfti bert galdandi í eina tíð, men nakrir fáir, eitt nú Samson, Sámuel og Jóhannes doyparin, vóru nasirearar fyri lívið.

^ par. 9 Halgidómurin hevði skap sum ein avlangur fýrakantur, og var so at siga eitt stórt tjald á einum træskrokki. Men hann var gjørdur úr fínasta tilfari — kópaskinni, vøkrum broderaðum klædnastykkjum og dýrabarum viði, sum var klæddur við silvuri og gulli. Samkomutjaldið var inni í einum avlongum forgarði, har eitt stórfingið brennioffuraltar eisini var. Líkt er til, at síðukømur vórðu bygd aftrat samkomutjaldinum til prestarnar at brúka. Sámuel svav kanska í einum av teimum.

^ par. 12 Frásøgan vísir á tvey dømi um vanvirðing. Í fyrra lagi stóð nágreiniliga í Lógini, hvørji stykki av heiløgu ofrunum, prestarnir skuldu hava at eta. (5 Mós. 18:3) Men í halgidóminum høvdu teir óndu prestarnir gjørt sínar heilt egnu reglur. Teir fingu tænarar sínar til rætt og slætt at stinga ein stóran gaffil niður í pottin, har kjøtið stóð og kókaði, og tóku so tað fyrsta og besta stykkið, sum nú einaferð kom upp við! Í seinna lagi settu teir óndu prestarnir ein tænara at hótta tey, ið komu at bera fram brennioffur, og at krevja tað ráa kjøtið frá teimum, enntá áðrenn feittið var ofrað til Jehova. — 3 Mós. 3:3-5; 1 Sám. 2:13-17.