Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

Eitt bræv frá Stýrandi ráðnum

Eitt bræv frá Stýrandi ráðnum

Til okkara kæru brøður og systrar!

Fyrstu ferð Vagttårnet kom út í almennari útgávu, 1. januar 2008, varð sjøtul settur á eina sera hugtakandi greinarøð við heitinum „Efterlign deres tro“. Til okkara stóru gleði hevur ein nýggj grein síðani tá verið at lesa triðjahvønn mánað!

Hvussu hevur lesarunum dámt hesa greinarøðina? Ein lesari, sum hevði lisið greinina um Martu, skrivaði: „Eg flenti innantanna, tá ið eg las hana, tí eg eri akkurát sum hon. Eg vil altíð so fegin syrgja væl fyri gestunum og stákast, men gloymi onkuntíð at steðga á og njóta at vera saman við vinfólkunum.“ Ein tannáringur kom til hesa áhugaverdu niðurstøðuna eftir at hava lisið frásøguna um Ester: „Eg kendi meg aftur í tí, at vit kunnu vera alt ov upptikin av klæðum og nýggjasta mótanum. Gaman í skulu vit vera pent ílatin, men vit skulu ikki gera ov nógv burturúr.“ Hon legði aftrat: „Jehova hugsar um, hvussu vit eru innaní.“ Og ein grein um Pætur ápostul fekk eina systur at skriva hesi eldhugaðu orðini: „Eg var púra burtur í frásøguni, tað kendist, sum eg veruliga var har. Við øllum sansum ímyndaði eg mær tað, sum frásøgan bert gav eina ábending um.“

Hesir lesararnir, og nógvir aðrir við teimum, ið hava skrivað, hvussu glaðir teir vóru um greinarøðina, staðfesta tað, sum Paulus ápostul skrivaði fyri langari tíð síðani: „Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm.“ (Róm. 15:4) Ja, Jehova læt hesar frásøgurnar skriva í Bíbliuna til at geva okkum týðandi lærdóm. Uttan mun til hvussu leingi vit hava kent sannleikan, kunnu vit øll læra av teimum.

Vit mæla tær inniliga til at lesa hesa bókina skjótast gjørligt. Brúka hana, tá ið tit hava Teokratiskt familjukvøld — børnini fara at elska hana! Miss ikki eitt einasta møti, tá ið vit fara at viðgera hana í samkomubíbliulestrinum! Gev tær góðar stundir og hugsa um tað, ið tú lesur. Nýt hugflogið og hav sansarnar við. Royn at finna tær somu kenslurnar fram, sum persónarnir í bíbliufrásøgunum høvdu, og síggj fyri tær tað, ið teir sóu. Samanber tað, sum teir gjørdu, við tað, tú ætlandi hevði gjørt í somu støðu.

Vit gleðast um at geva tær hesa bókina. Vónandi fer hon at gagna bæði tær og familjuni. Okkara kærastu heilsanir og bestu ynski.

Stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum