Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

 KAPITTUL ÁTTA

Hóast vónbrot stóð hann fastur

Hóast vónbrot stóð hann fastur

1. Hví var grátur og sorg í Silo?

SÁMUEL føldi sorgina í Silo. Tað tóktist næstan, sum býurin var um at drukna í tárum. Grátur hoyrdist allarhelst úr nógvum húsum, tí kvinnur og børn syrgdu um, at pápar, menn, synir og brøður ikki komu heimaftur. Ísrael hevði mist einar 30.000 hermenn í einum ræðuligum bardaga móti filistarum stutt eftir, at teir høvdu mist 4000 í einum øðrum bardaga. — 1 Sám. 4:1, 2, 10.

2, 3. Hvør røð av sorgarleikum hevði tikið burtur dýrdina frá Silo?

2 Hetta var bert ein av mongum sorgarleikum. Hofni og Pinehas, teir báðir óndu synirnir hjá høvuðsprestinum Eli, vóru farnir í bardaga og høvdu tikið heilagu sáttmálaørkina við sær úr Silo. Sáttmálaørkin, sum vanliga hevði til húsa í tí alraheilagasta í samkomutjaldinum, skuldi vísa, at Gud var hjástaddur. Ísraelsmenn hildu býttisliga, at høvdu teir bert ørkina við sær í bardaga, fór hon at verja teir og geva teimum sigur. Men filistarar tóku ørkina og drupu Hofni og Pinehas. — 1 Sám. 4:3-11.

3 Sáttmálaørkin hevði verið í halgidóminum í Silo í øldir. Men nú var hon burtur. Tá ið 98 ára gamli Eli frætti hetta, datt hann eftir nakkanum av stóli sínum og doyði. Sama dag gjørdist verdóttir hansara einkja og doyði í barnsburði. Í tí hon andaðist, segði hon: „Burtur er dýrdin vikin frá Ísrael.“ Silo fór ongantíð at verða sami býur aftur. — 1 Sám. 4:12-22.

4. Hvat fara vit at kanna í hesum kapitlinum?

4 Hvussu mundu hesi stóru vónbrotini fara at ávirka Sámuel? Hevði hann so sterka trúgv, at hann fekk hjálpt einum fólki, sum Jehova ikki longur vardi og hevði tokka til? Hjá okkum øllum verður trúgvin viðhvørt roynd av avbjóðingum og vónbrotum. Latið okkum tí vita, hvat frásøgan um Sámuel kann læra okkum í tí sambandi.

 Hann ’útinti rættvísi’

5, 6. Hvat snýr frásøgan seg um í eitt 20 ára langt tíðarskeið, og hvat tókst Sámuel við ta tíðina?

5 Nú steðgar frásøgan um Sámuel eina løtu og fer at snúgva seg um sáttmálaørkina. Vit fáa at vita, hvussu illa tað gekst filistarum, tí teir høvdu tikið ørkina, og at teir noyddust at lata hana aftur. Næstu ferð Sámuel verður nevndur, eru eini 20 ár liðin. (1 Sám. 7:2) Hvørjum var hann upptikin av hesi árini?

Hvussu fekk Sámuel hjálpt fólkinum at klára ræðuligan miss og vónbrot?

6 Vit fáa at vita, at áðrenn hetta tíðarskeiðið byrjaði, ’kom orð Sámuels til alt Ísrael’. (1 Sám. 4:1) Frásøgan sigur, at tá ið hetta tíðarskeiðið var av, fór Sámuel at vitja tríggjar býir í Ísrael á hvørjum ári fyri at taka sær av ósemjum og ymiskum spurningum. Og so fór hann heimaftur til heimbýin, Rama. (1 Sám. 7:15-17) Sámuel hevði altíð úr at gera, og hesi umrøddu 20 árini vóru helst einki undantak.

Hóast Bíblian ikki nevnir Sámuel í eitt 20 ára langt tíðarskeið, kunnu vit vera vís í, at hann hevði úr at gera í tænastuni fyri Jehova

7, 8. (a) Hvønn boðskap hevði Sámuel at bera fólkinum eftir at hava stríðst teirra millum í 20 ár? (b) Hvussu tók fólkið ímóti boðskapinum frá Sámueli?

7 Vegna siðloysið og óndskapin, sum synir Eli høvdu framt, var trúgvin hjá fólkinum viknað. Tað tykist, sum nógv av tí sama vendu sær til avgudadýrkan. Men eftir tógvið stríð í 20 ár, hevði Sámuel henda boðskapin at bera fólkinum: „Ætla tit at venda við til [Jehova] av øllum hjarta tykkara, so beinið burtur hinar fremmandu gudar og Astarturnar, vendið hjarta tykkara til [Jehova] og tænið Honum eina! So skal Hann bjarga tykkum av hondum Filistara.“ — 1 Sám. 7:3.

8 ’Hond filistara’ lá tung á fólkinum. Av tí at herur Ísraels lá í sori, hildu filistarar, at teir kundu kúga Guds fólk og sleppa snikkaleysir. Men Sámuel vissaði fólkið um, at vendu tey bert aftur til Jehova, fór alt at broyta seg. Vildu tey so tað? Tíbetur beindu tey fyri sínum avgudum og „tæntu [Jehova] eina“, og tað gleddi Sámuel stórliga. Hann gav boð um, at fólkið skuldi koma saman í Mizpa, sum var ein býur í fjallalendinum norðanfyri Jerusalem. Fólkið savnaðist, fastaði og angraði sína avgudadýrkan. — Les Fyrru Sámuelsbók 7:4-6.

Filistarar hildu, at teir kundu gera sær dælt av, at fólk Jehova savnaðist í Mizpa

9. Hvørjari støðu royndu filistarar at gera sær dælt av, og hvussu ávirkaði hesin vandin Guds fólk?

9 Men tað kom filistarum fyri oyra, at fólkið savnaðist, og teir ætlaðu at gera sær dælt av støðuni og sendu her sín til Mizpa at  knúsa hesar tænarar Jehova. Ísraelsmenn frættu, at filistarar vóru á veg. Ræðsluslignir bóðu teir Sámuel biðja fyri sær. Tað gjørdi hann og bar eisini fram eitt offur. Meðan hann gjørdi hetta, nærkaðist filistaraherurin Mizpa. Tá svaraði Jehova bønini hjá Sámueli. Hann læt eitt vreiðiróp gella. Hann ’sendi sama dag eitt øgiligt toruveður yvir Filistarar’. — 1 Sám. 7:7-10.

10, 11. (a) Hví hevur tað ikki verið eitt heilt vanligt toruveður, sum Jehova sendi ímóti filistaraherinum? (b) Hvat hevði bardagin í Mizpa við sær?

10 Vóru filistarar eins og smábørn, sum bebbarædd fara stetlandi til mammu sína at krógva seg, tá ið toran gongur? Nei, teir vóru djarvir og royndir hermenn. Hetta toruveðrið má altso hava verið nógv øðrvísi enn tað, teir vóru vanir við. Var ljóðið av hesum ’øgiliga toruveðrinum’ óvanliga hart? Gekk toran frá einum klárum og bláum himli, ella gav fjallalendið afturljóð, so ruðuleiki stóðst av tí? Hvussu var og ikki, vórðu filistarar skelkaðir inn at sálini. Í øllum hurlivasanum broyttist støðan brádliga. Teir, ið lupu á, vórðu nú sjálvir álopnir. Ísraelsmenn komu brestandi út úr Mizpa, vunnu á teimum og eltu teir líka til eitt stað, sum lá í ein útsynning úr Jerusalem. — 1 Sám. 7:11.

11 Hesin bardagin var eitt vegamót. Filistarar tóku seg longri og longri burtur, so leingi sum Sámuel var dómari. Býirnir, sum filistarar høvdu tikið, komu so hvørt aftur í hendurnar á Guds fólki. — 1 Sám. 7:13, 14.

12. Hvat merkir tað, at Sámuel ’útinti rættvísi’, og hvørjir eginleikar hjálptu honum at gera tað?

12 Øldir seinni nevndi Paulus ápostul Sámuel millum teir trúføstu dómararnar og profetarnar, ið „útintu rættvísi“. (Hebr. 11:32, 33) Sámuel gjørdi av sonnum tað, sum var gott og rætt í eygum Guds, og eggjaði eisini øðrum til at gera tað sama. Tað, sum hjálpti honum støðugt at útinna rættvísi, var, at hann í tolni bíðaði eftir Jehova og trúfastur tænti honum hóast vónbrot. Hann vísti eisini takksemi. Eftir sigurin í Mizpa reisti Sámuel ein minnisvarða til minnis um, at Jehova hevði hjálpt sínum fólki. — 1 Sám. 7:12.

13. (a) Hvørjum eginleikum hava vit tørv á, um vit skulu taka eftir Sámueli? (b) Nær heldur tú, at tað er gott at ala fram eginleikar sum teir, Sámuel hevði?

13 Hevur tú hug at ’útinna rættvísi’? Um so er, hevði tað verið gott hjá tær at tikið eftir Sámueli í sambandi við hansara tol, eyðmjúkleika og takksemi. (Les Fyrra bræv Pæturs 5:6.) Hvør av  okkum hevur ikki tørv á slíkum eginleikum? Tað var gott, at Sámuel menti og vísti slíkar eginleikar, meðan hann var lutfalsliga ungur, tí tá ið hann gjørdist gamal var hann fyri enn størri vónbrotum.

„Synir tínir ganga ikki í fótasporum tínum“

14, 15. (a) Hvørjum stórum vónbroti var Sámuel fyri, tá ið hann var „vorðin gamal“? (b) Var Sámuel ein eftirlátin pápi eins og Eli? Greið frá.

14 Næstu ferð vit lesa um Sámuel, var hann „vorðin gamal“. Sámuel hevði nú tveir synir, Jóel og Abia, og hann leit teimum í hendi at hjálpa sær at døma fólkið. Men teir høvdu tíverri ikki uppiborið eitt slíkt álit. Hóast Sámuel var reiðiligur og rættvísur, brúktu synir hansara støðuna til egnan fyrimun, við tað at teir boygdu rættin og tóku við mutri. — 1 Sám. 8:1-3.

15 So ein dagin komu teir elstu í Ísrael til hansara at klaga. „Synir tínir ganga ikki í fótasporum tínum,“ søgdu teir. (1 Sám. 8:4, 5) Visti Sámuel um henda trupulleikan? Tað nevnir frásøgan einki um. Men mótsett Eli var Sámuel ikki ein eftirlátin pápi. Jehova hevði at Eli og revsaði hann, tí hann ikki átalaði tað, sum synir hansara gjørdu, og tí hann ærdi synir sínar meir enn Gud. (1 Sám. 2:27-29) Jehova ákærdi ongantíð Sámuel fyri slíkt.

Hvussu kláraði Sámuel at standa fastur, hóast hann var vónsvikin av, at synir hansara gjørdu uppreistur?

16. Hvørjar kenslur tyngja foreldur, sum hava uppreistrarhugað børn, og hvussu kunnu foreldur kenna ein ávísan ugga og hjálp í døminum við Sámueli?

 16 Frásøgan nevnir einki um skommina, stúranina ella vónbrotið, Sámuel allarhelst kendi, tá ið hann hoyrdi, at synir hansara framdu óndar gerðir. Nógv foreldur duga bert alt ov væl at ímynda sær, hvussu Sámuel man hava havt tað. Í okkara døpru tíð gera børn og ung í øllum heiminum uppreistur ímóti myndugleika og uppaling foreldranna. (Les Seinna Timoteusbræv 3:1-5.) Foreldur, sum hava uppreistrarhugað børn, kunnu kanska kenna ein ávísan ugga og hjálp í døminum við Sámueli. Hann læt ikki trúloysið hjá synunum ávirka sín egna atburð á nakran hátt. Minst til, at sjálvt um orð og uppaling ikki rína við hjá børnunum, kann góða fyridømið hjá foreldrunum kanska gera tað. Og foreldur hava altíð møguleika at gleða sín egna Faðir, Jehova Gud, eins og Sámuel gjørdi.

’Set okkum kong’

17. Hvat bóðu teir elstu í Ísrael Sámuel um, og hvussu ávirkaði tað hann?

17 Havisjúkan og sjálvgóðskan hjá synum Sámuels fekk nógv størri avleiðingar, enn teir nakrantíð kundu havt ímyndað sær. Teir elstu í Ísrael søgdu nú við Sámuel: „Set okkum tí nú kong at døma okkum, eins og allar aðrar tjóðir hava!“ Kendi Sámuel seg vrakaðan av hesi umbønini? Hann hevði hóast alt verið dómari hjá fólkinum fyri Jehova í fleiri áratíggju. Nú vildu tey hava ein kong sum dómara og ikki bert ein profet sum Sámuel. Grannatjóðirnar høvdu kongar, og tað vildu ísraelsmenn eisini hava. Hvussu ávirkaði tað Sámuel? Honum ’dámdi tað illa’, sigur Bíblian. — 1 Sám. 8:5, 6.

18. Hvussu uggaði Jehova Sámuel, men hvat gjørdi hann samstundis greitt?

18 Legg til merkis, hvat Jehova segði, tá ið Sámuel legði málið fram fyri hann í bøn: „Akta fólkið í øllum, sum teir siga við teg! Tað er ikki teg, ið teir vraka; tað er Meg, ið teir vraka og ikki vilja hava til kong longur.“ Hesi orðini hava uttan iva uggað Sámuel, men sum tað var ein ræðulig háðan móti hinum alvalda Gudi! Jehova bað Sámuel ávara ísraelsmenn um høga prísin, teir máttu gjalda fyri at hava eitt menniskja sum kong. Tá ið Sámuel so gjørdi, segði fólkið: „Nei, vit vilja hava kong yvir okkum!“ Sámuel, ið altíð aktaði Gud sín, fór so og salvaði kongin, sum Jehova valdi. — 1 Sám. 8:7-19.

19, 20. (a) Hvussu aktaði Sámuel boðini frá Jehova um at salva Saul til kong í Ísrael? (b) Hvussu helt Sámuel fram at hjálpa fólki Jehova?

19 Men hvussu aktaði Sámuel? Var hann tvørur og lítið hugaður?  Læt hann vónbrot og beiskleika festa røtur í sínum hjarta? Mangur maður hevði helst latið seg ávirka á slíkan hátt í eini sovorðnari støðu, men ikki Sámuel. Hann salvaði Saul og viðurkendi, at tað var hann, Jehova hevði valt. Hann kysti Saul og vísti soleiðis, at hann bjóðaði honum vælkomnum og gav seg undir hann, nú hann var vorðin kongur. Og síðani segði hann við fólkið: „Síggja tit hann, ið [Jehova] hevur útvalt! Líki hansara er ikki í øllum fólkinum!“ — 1 Sám. 10:1, 24.

20 Sámuel legði dent á teir góðu eginleikarnar hjá manninum, sum Jehova hevði valt, ikki teir ringu. Fyri sítt egna viðkomandi, vildi hann heldur vera Gudi til vildar enn hesum vingluta fólkinum. (1 Sám. 12:1-4) Hann gjørdi eisini trúfastur, sum honum var álagt, og ávaraði Guds fólk um tað, sum kundi hótta tey andaliga, og hann stuðlaði teimum til altíð at vera trúføst móti Jehova. Leiðbeiningin rakk hjørtum teirra, og tey bóðu hann biðja fyri sær. Hann gav teimum hetta fløvandi svarið: „Langt veri tað frá mær at synda móti [Jehova] og geva uppat at biðja fyri tykkum! Eg skal eisini vísa tykkum hin góða og beina veg.“ — 1 Sám. 12:21-24.

Frásøgan um Sámuel minnir okkum á, at vit ongantíð skulu lata øvundsjúku ella beiskleika festa røtur í okkara hjørtum

21. Hvussu kann dømið við Sámueli vera ein hjálp hjá tær, um tú ert vónbrotin um, at ein annar fær eina ávísa uppgávu ella forrættindi?

21 Hevur tú nakrantíð verið vónbrotin um, at ein annar fekk eina ávísa uppgávu ella forrættindi, sum tú sjálvur kundi hugsað tær? Dømið við Sámueli er ein kraftmikil áminning um, at vit ongantíð mugu lata øvundsjúku ella beiskleika festa røtur í okkara hjørtum. (Les Orðtøkini 14:30.) Gud hevur ríkiligt av góðum og nøktandi arbeiði til allar sínar trúføstu tænarar.

„Hvussu leingi ætlar tú at ganga og syrgja um Saul?“

22. Hví var tað rætt av Sámueli at leggja til merkis teir góðu eginleikarnar, sum Saul hevði at byrja við?

22 Tað var rætt av Sámueli at leggja til merkis teir góðu eginleikarnar hjá Sauli, tí hann var av sonnum ein heilt serligur maður. Umframt at vera høgur og vakur á at líta, var hann djarvur og uppfinningarsamur, og at byrja við eisini eyðmjúkur. (1 Sám. 10:22, 23, 27) Hann hevði eisini eina aðra dýrabara gávu — ein frían vilja. Hann kundi liva og láta, sum honum lysti, og taka  sínar egnu avgerðir. (5 Mós. 30:19) Brúkti hann hesa gávuna rætt?

23. Hvønn dýrabaran eginleika misti Saul sum hin fyrsta, og hvussu vísti hann, at hann gjørdist meiri og meiri hugmóðigur?

23 Tá ið eitt menniskja sólar sær í nýfingnari makt, er eyðmjúkleiki tíverri ofta tann fyrsti eginleikin, sum verður blakaður fyri borð. Áðrenn long tíð var liðin, gjørdist Saul hugmóðigur. Hann valdi ikki at akta boðini frá Jehova, sum Sámuel gav honum. Einaferð gjørdist Saul ótolin og bar fram eitt offur, sum Sámuel skuldi bera fram. Sámuel noyddist at hava harðliga at honum og boðaði frá, at kongadømið ikki skuldi verða verandi í ættini hjá Sauli. Heldur enn at læra av átaluni, framdi Saul enn verri syndir móti Gudi. — 1 Sám. 13:8, 9, 13, 14.

24. (a) Hvussu var Saul ólýðin móti Jehova í krígnum móti amalekitum? (b) Hvussu svaraði Saul átaluni, og hvørja avgerð tók Jehova?

24 Jehova bað Sámuel geva Sauli boð um at fara í kríggj ímóti amalekitum. Jehova gav eisini boð um, at óndi kongurin hjá teimum, Agag, skuldi drepast. Men Saul spardi Agag, og hann goymdi eisini tað besta av herfonginum, sum annars skuldi oyðileggjast. Tá ið Sámuel kom til hansara at átala hann fyri tað, sást tað týðiliga, hvussu nógv hann var broyttur. Heldur enn at vera eyðmjúkur og taka við átaluni, royndi hann at skava út yvir sínar syndir, at koma við umberingum, at rættvísgera seg sjálvan, at koma við uttanumtosi og at geva fólkinum skyldina fyri tað, hann hevði gjørt. Tá ið Saul royndi at lítilsgera átaluna við at siga, at nakað av herfonginum skuldi nýtast sum offur til Jehova, segði Sámuel tey kendu orðini: „Lýdni er meiri vert enn sláturoffur!“ Sámuel var djarvur og gav manninum eina harða átalu og segði honum, hvørja avgerð Jehova hevði tikið: At kongadømið skuldi verða tikið frá Sauli og gevast einum øðrum og betri manni. * — 1 Sám. 15:1-33.

25, 26. (a) Hví syrgdi Sámuel um Saul, og hvussu vegleiddi Jehova profet sín? (b) Hvat lærdi Sámuel, tá ið hann fór inn á gólvið hjá Ísai?

25 Sámuel var sera harmur um misbrot Sauls. Hann rópti til Jehova alla náttina viðvíkjandi hesum. Hann syrgdi enntá um  hann. Sámuel hevði sæð so nógvar góðar møguleikar í Sauli, men nú var vónin brostin. Maðurin, hann einaferð kendi, var nú broyttur. Hann hevði ikki longur teir góðu eginleikarnar, hann áður hevði havt, og hann hevði vent sær ímóti Jehova. Sámuel vildi ikki síggja Saul fyri eygum sínum aftur. Seinni gav Jehova kortini Sámueli hesa mildu vegleiðingina: „Hvussu leingi ætlar tú at ganga og syrgja um Saul? Eg havi jú vrakað hann, so hann skal ikki verða verandi kongur yvir Ísrael! Fyll horn títt við olju og far avstað! Eg sendi teg til Ísai Betlehemit; tí millum synir hansara havi Eg valt Mær kong.“ — 1 Sám. 15:34, 35; 16:1.

26 Ætlan Jehova er ikki treytað av, um ófullkomin menniskju eru trúføst ella ikki. Er ein tænari hjá Jehova trúleysur, finnur hann ein annan at útinna sín vilja. So helt Sámuel uppat at syrgja um Saul. Hann fór nú, sum Jehova hevði biðið hann, til hús Ísais í Betlehem, og har hitti hann fleiri prúðar synir hjá Ísai. Men longu tá ið Sámuel sá fyrsta sonin, segði Jehova, at hann ikki bert skuldi hyggja at útsjóndini. (Les Fyrru Sámuelsbók 16:7.) At enda hitti Sámuel yngsta sonin, Dávid, og tað var hann, Jehova hevði valt.

Sámuel skilti, at eingin støða er so trupul og einki vónbrot so stórt, at Jehova ikki fær gjørt tað gott aftur, ella enntá vent tí til eina signing

27. (a) Hví gjørdist trúgvin hjá Sámueli sterkari og sterkari? (b) Hvussu dámar tær fyrimyndina, sum Sámuel setti?

27 Tey síðstu árini, Sámuel livdi, sá hann enn týðiligari, hvussu rættvíst tað var, at Jehova setti Dávid sum kong í staðin fyri Saul. Saul gjørdist so øvundsjúkur, at hann royndi at drepa Dávid, og hann fall eisini frá trúnni. Men Dávid vísti harafturímóti vakrar eginleikar sum dirvi, falsloysi, trúgv og trúfesti. Sum lívið hjá Sámueli nærkaðist endanum, gjørdist trúgvin hjá honum enn sterkari. Hann skilti, at eingin støða er so trupul og einki vónbrot so stórt, at Jehova ikki fær gjørt tað gott aftur, ella enntá vent tí til eina signing. At enda legði Sámuel árarnar inn. Hann hevði havt eitt hendingaríkt lív, sum vardi sløk hundrað ár. Ikki løgið, at alt Ísrael syrgdi um, at hesin trúfasti maðurin nú var farin. Eisini í dag eiga tænarar Jehova at spyrja seg sjálvar: „Fari eg at taka eftir trúnni hjá Sámueli?“

^ par. 24 Sámuel drap sjálvur Agag. Hvørki hesin óndi kongurin ella familja hansara hevði uppiborið nakra náði. Øldir seinni royndi ’Haman agagitur’, eyðsýniliga ein av eftirkomarum Agags, at beina fyri Guds fólki. — Est. 8:3; sí kapitlarnar 15 og 16 í hesi bókini.