Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

 KAPITTUL FÝRA

„Hagar sum tú fert, hagar fari eg“

„Hagar sum tú fert, hagar fari eg“

1, 2. (a) Lýs ferðina hjá Rutt og No’omi og sorgina, tær bóru. (b) Hvussu var støðan hjá Rutt øðrvísi enn tann hjá No’omi?

RUTT kom gangandi saman við No’omi eftir einum vegastrekki, sum fór tvørtur um veðurbardu háslættarnar í Móabslandi. Tær vóru einsamallar nú, tveir evarska lítlir skapningar í einum landslagi, sum kundi tykjast óendaligt. Ímynda tær, at Rutt varnaðist, at tað leið móti kvøldi. Hon hugdi at vermammuni og hugsaði, at nú mundi skjótt vera tíð at finna sær eitt stað at sova. Hon elskaði No’omi og vildi gera alt fyri at hjálpa henni.

2 Báðar kvinnurnar bóru sorg. No’omi hevði verið einkja í fleiri ár, men nú syrgdi hon um, at hon nýliga hevði mist báðar synirnar hjá sær, Kiljon og Malon. Rutt syrgdi eisini. Malon var maður hennara. Hon og No’omi vóru báðar á veg til býin Betlehem í Ísrael. Hóast tær fylgdust til sama bý, var støðan hjá teimum ymisk. No’omi var á veg heim. Men Rutt var á veg inn í eina tilveru, hon ikki kendi. Hon var farin frá skyldfólki sínum, heimlandi sínum og øllum siðunum og gudunum har. — Les Rutt 1:3-6.

3. Hvørjir spurningar kunnu hjálpa okkum at taka eftir trúnni hjá Rutt?

3 Hví valdi henda unga kvinnan at gera eina so stóra broyting? Hvussu skuldi Rutt orka at byrja av nýggjum og samstundis taka sær av No’omi? Tá ið vit kanna hesar spurningarnar, fáa vit nógv at vita um trúnna hjá móabitisku kvinnuni Rutt, sum er vert at taka eftir. (Sí eisini rammuna  „Eitt lítið meistaraverk“.) Men latið okkum fyrst vita, hvussu tað bar til, at hesar kvinnurnar vóru farnar tann langa vegin til Betlehem.

Ein familja í stórari sorg

4, 5. (a) Hví flutti familjan hjá No’omi til Móabsland? (b) Hvørjum avbjóðingum var No’omi fyri í Móabslandi?

4 Rutt vaks upp í Móabslandi, einum lítlum landi eystarumegin Deyðahavið. Økið var fyri tað mesta háslætti við lítlum skógarvøkstri og djúpum gjáum. Í Móabslandi vóru vanliga  góð gróðrarlíkindi, eisini tá ið hungursneyð var í Ísrael. Og hungursneyð var júst orsøkin til, at Rutt hitti Malon og familju hansara. — Rutt 1:1.

5 Ein hungursneyð í Ísrael hevði fingið mannin hjá No’omi, Elimelek, at flyta úr heimlandi sínum til Móabsland at búgva har sum fremmandur við konu síni og báðum sonum sínum. Tað hevur allarhelst verið ein avbjóðing hjá hvørjum einstøkum í familjuni at varðveita trúnna, tí ísraelsmenn skuldu regluliga tilbiðja Jehova á tí heilaga staðnum, hann hevði ávíst. (5 Mós. 16:16, 17) Tað eydnaðist No’omi at varðveita trúnna. Men hon varð kortini niðurboygd av sorg, tá ið hon misti mannin. — Rutt 1:2, 3.

6, 7. (a) Hví hevur No’omi helst verið stúrin, tá ið synirnir hjá henni giftu seg við móabitiskum kvinnum? (b) Hví var atburðurin hjá No’omi í sambandinum við verdøturnar rósverdur?

6 No’omi gjørdist kanska eisini kedd, tá ið synir hennara giftu seg við móabitiskum kvinnum. (Rutt 1:4) Hon visti, at ættarfaðirin hjá fólki hennara, Ábraham, gjørdi sær stóran ómak at finna soni sínum, Ísaki, eina konu millum sítt egna fólk, ið tilbað Jehova. (1 Mós. 24:3, 4) Seinni ávaraði Móselógin ísraelsmenn um ikki at lata synir ella døtur sínar gifta seg við fremmandum, fyri at Guds fólk ikki skuldi verða fløkt upp í avgudadýrkan. — 5 Mós. 7:3, 4.

7 Og kortini giftu Malon og Kiljon seg við móabitiskum kvinnum. No’omi var møguliga stúrin ella vónbrotin um hetta. Hvussu var og ikki, var hon bæði góð og blíð við verdøturnar, Rutt og Orpu. Hon vónaði kanska, at tær einaferð fóru at tilbiðja Jehova eins og hon. Í øllum førum vóru bæði Rutt og Orpa góðar við No’omi. Góða sambandið teirra millum kom teimum til góðar, tá ið vanlukkan hendi. Hvørgin av teimum ungu kvinnunum átti nakað barn, tá ið tær gjørdust einkjur. — Rutt 1:5.

8. Hví hevur Rutt helst fingið hug at nærkast Jehova?

8 Hjálpti átrúnaðarliga bakgrundin hjá Rutt henni at fóta sær eftir ein slíkan sorgarleik? Tað er ringt at ímynda sær. Móabitar tilbóðu nógvar gudar, og høvuðsgudurin kallaðist Kamos. (4 Mós. 21:29) Í síni gudsdýrkan hava teir eyðsýniliga verið líka harðligir og ógvusligir, sum vanligt var tá í tíðini, og til dømis ofrað børn. Alt tað, sum Malon og No’omi høvdu lært Rutt um góða og miskunnsama Gud Ísraels, Jehova, hevur allarhelst staðið sum ein týðiligur mótsetningur til gudsdýrkanina í Móabslandi. Jehova ráddi ikki við harðskapi, men við kærleika. (Les Fimtu Mósebók 6:5.) Eftir at Rutt hevði mist mann sín, knýtti hon seg  ivaleyst enn nærri at No’omi. Hon hevur helst lurtað væl eftir tí, tann eldra konan segði henni um hin alvalda Gud, Jehova, um hansara undurfullu verk og um, hvussu væl hann fór við sínum fólki.

Í sorg síni leitaði Rutt sær ugga hjá No’omi

9-11. (a) Hvørja avgerð tóku No’omi, Rutt og Orpa? (b) Hvat kunnu vit læra av sorgarleikunum, sum No’omi, Rutt og Orpa vóru fyri?

9 No’omi var spent at hoyra tíðindi úr heimlandi sínum. Ein dagin frætti hon, kanska frá einum ferðandi handilsmanni, at hungursneyðin í Ísrael var av. Jehova hevði ikki gloymt fólk sítt. Betlehem livdi aftur upp til navn sítt, sum merkir „breyðhús“. No’omi gjørdi av at fara heimaftur. — Rutt 1:6.

10 Hvat skuldu Rutt og Orpa nú gera? (Rutt 1:7) Tær kendu seg báðar knýttar at No’omi, serliga eftir at tær høvdu mist menn sínar. Tað tykist, sum serstakliga Rutt var hugtikin av, hvussu hjartagóð No’omi var, og hvussu sterka trúgv hon hevði á Jehova. Tær tríggjar einkjurnar settu nú kós móti Juda.

11 Frásøgan um Rutt minnir okkum á, at sorgarleikir ráma bæði góð og ónd menniskju. (Præd. 9:2, 11) Hon vísir okkum eisini, at tað í sorgini er skilagott, at vit leita okkum ugga og linna hjá øðrum — serliga hjá teimum, ið leita sær skjól hjá honum, sum No’omi tilbað, Jehova Gudi. — Orðt. 17:17.

Trúfasti kærleikin hjá Rutt

12, 13. Hví vildi No’omi hava Rutt og Orpu at fara heimaftur, heldur enn at koma við sær, og hvør var fyrsta hugsanin hjá teimum báðum ungu kvinnunum?

12 Sum tær tríggjar einkjurnar nú vóru komnar væl áleiðis, fór No’omi at stúra. Hon hugsaði um tær báðar ungu kvinnurnar, sum fylgdust við henni, og um kærleikan, tær høvdu víst henni og sonum hennara. Hon vildi ikki leggja teimum stein oman á byrðu. Hvat hevði hon at bjóða teimum, um tær fóru úr heimlandi sínum og komu við henni til Betlehem?

13 At enda segði No’omi: „Vendið nú við og farið heimaftur, hvør til hús móður sínar! [Jehova] veri tykkum góður, eins og tit  hava verið góðar, bæði við teir, ið farnir eru, og við meg!“ Hon segði eisini, at tað var hennara vón, at Jehova fór at signa tær, so tær aftur fingu mann og heim. „So kysti hon tær,“ stendur í frásøguni, og „tær skóru í grát“. Tað er lætt at skilja, hví Rutt og Orpa vóru so góðar við hesa hjartagóðu og ósjálvsøknu kvinnuna. Báðar søgdu: „Nei, vit koma við tær heimaftur til fólk títt!“ — Rutt 1:8-10.

14, 15. (a) Hvat fór Orpa aftur til? (b) Hvussu royndi No’omi at yvirtala Rutt at fara heimaftur?

14 Tað var kortini ikki so lætt at sannføra No’omi. Hon royndi sítt besta og segði við tær, at hon lítið fekk hjálpt teimum í Ísrael, nú tá ið hon ongan mann hevði, sum kundi taka sær av henni, ongar synir, tær kundu gifta seg við, og eingi útlit til nakað av hesum. Hon segði teimum, at tað veruliga píndi hana, at hon ikki var før fyri at taka sær av teimum. Orpa skilti, hvat No’omi meinti við. Hon hevði jú familju sína í Móabslandi, eina mammu og eitt heim, sum bíðaði henni. Tað tyktist meira lagaligt at verða verandi í Móabslandi. Tung um hjartað kysti hon No’omi farvæl og fór avstað. — Rutt 1:11-14.

15 Men hvat gjørdi Rutt? Grundgevingarnar hjá No’omi vóru eisini galdandi fyri hana. Tó lesa vit: „Rutt vildi ikki skiljast frá henni.“ Kanska var No’omi longu farin til gongu aftur, tá ið hon legði til merkis, at Rutt fylgdi aftan á henni. Hon mótmælti: „Tú sært, at hin sonarkona mín er farin heimaftur til fólk sítt og gud sín — far tú nú eisini heimaftur og fylg við hini sonarkonu míni!“ (Rutt 1:15) Hesi orðini hjá No’omi geva lesaranum eina týðandi  upplýsing. Orpa fór ikki bert aftur til fólk sítt, men eisini til „gud sín“. Hon var nøgd við framvegis at tilbiðja Kamos og aðrar falskar gudar. Hevði Rutt tað eisini soleiðis?

16-18. (a) Hvussu vísti Rutt trúfastan kærleika? (b) Hvat kann Rutt læra okkum um trúfastan kærleika? (Sí eisini myndirnar av teimum báðum kvinnunum.)

16 Meðan Rutt stóð saman við No’omi á hesi oydnu leiðini, ivaðist hon onga løtu í, hvat hon skuldi velja. Hon elskaði veruliga No’omi — og Gud hennara. Tí segði Rutt: „Royn ikki at yvirtala meg at fara frá tær og fara heimaftur! Nei, hagar sum tú fert, hagar fari eg, og har sum tú búsetist, har búsetist eg; fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín; har sum tú doyrt, vil eg doyggja, og har vil eg verða jarðað. [Jehova] lati mær gangast illa, bæði nú og hereftir, um nakað annað enn deyðin skilir meg frá tær!“ — Rutt 1:16, 17.

„Fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín“

17 Orðini hjá Rutt eru so merkisverd, at tey enn, umleið 3000 ár eftir deyða hennara, eru kend millum manna. Tey lýsa ein dýrabaran eginleika, trúfastan kærleika. Rutt var so góð við No’omi, at hon altíð vildi vera hjá henni, hvagar hon enn fór. Bert deyðin kundi skilja tær. Fólkið hjá No’omi skuldi nú eisini vera hennara fólk, tí hon var til reiðar at fara frá øllum, hon kendi í Móabslandi — eisini teimum móabitisku gudunum. Mótsett Orpu kundi Rutt av øllum hjartanum siga, at hon eisini vildi hava Jehova — sum No’omi tilbað — til Gud. *

18 Tær hildu nú leiðina fram, tværeinar, allan vegin til Betlehem. Mett verður, at ferðin kann hava vart eina heila viku. Men tær hava uttan iva uggað hvørja aðra í sorgini.

19. Hvussu heldur tú, at vit kunnu taka eftir trúfasta kærleikanum hjá Rutt í familjuni, millum vinir og í samkomuni?

19 Í dag er heimurin fullur av sorg. Bíblian rópar okkara tíð fyri eina ’torføra tíð’, og vit uppliva nógvar sorgarleikir. (2 Tim. 3:1) Tí hevur trúfastur kærleiki, sum tann hjá Rutt, størri týdning enn nakrantíð. Trúfastur kærleiki — tann kærleikin, sum knýtir seg at onkrum og ikki vil sleppa tí aftur — er ein sterk megi, sum fremur tað góða í hesum ónda heimi. Okkum tørvar hann í sambandi við hjúnaband, familjuviðurskifti, vinaløg og í kristnu samkomuni. (Les Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7, 8, 20.) Tá ið vit ala fram ein slíkan kærleika, taka vit eftir Rutt, sum var ein frálík fyrimynd hesum viðvíkjandi.

 Rutt og No’omi í Betlehem

20-22. (a) Hvussu hevði tíðin í Móabslandi ávirkað No’omi? (b) Hvørja skeiva fatan hevði No’omi av sorgini, ið var komin yvir hana? (Sí eisini Bræv Jákups 1:13.)

20 Eitt er sjálvsagt at vísa trúfastan kærleika í orðum, men nakað heilt annað er at vísa hann í verki. Rutt hevði ikki bert møguleika fyri at vísa No’omi trúfastan kærleika, men eisini Jehova Gudi, sum hon valdi at tilbiðja.

21 Loksins komu tær báðar kvinnurnar leiðina fram til Betlehem, eina bygd umleið tíggju kilometrar sunnan fyri Jerusalem. Tað tykist, sum No’omi og familja hennara høvdu verið høgt í metum í hesum lítla býnum, tí øll á staðnum tosaðu um, at No’omi var komin heim. Kvinnurnar hugdu at henni og søgdu: „Er hetta No’omi?“ Tíðin, hon hevði verið í Móabslandi, hevði eyðsýniliga sett síni spor; fleiri ár við hørðum arbeiði og sorg høvdu merkt bæði andlitsbragd og kropsburð. — Rutt 1:19.

22 No’omi fortaldi hesum skyldkonum og gomlu grannum, hvussu beiskt lívið var vorðið henni. Hon helt enntá fyri, at hon átti at verða kallað Mara, sum merkir „hin sorgarbundna“, heldur enn No’omi, sum merkir „hin lukkuliga“. Neyðars No’omi! Eins og Job á sinni helt hon, at tað var Jehova Gud, sum hevði latið alla hesa sorgina koma yvir hana. — Rutt 1:20, 21; Job 2:10; 13:24-26.

23. Hvat fór Rutt at hugsa um, og hvør skipan var í Móselógini til tey fátæku? (Sí eisini undirgreinina.)

23 Sum tær báðar kvinnurnar so líðandi funnu seg til rættis í Betlehem, fór Rutt at hugsa um, hvussu hon best kundi syrgja fyri No’omi og sær sjálvari. Hon fann út av, at lógin, Jehova hevði givið sínum fólki í Ísrael, millum annað fevndi um eina umsorgarskipan, ið gagnaði teimum fátæku. Í heystingartíðini høvdu tey loyvi at fylgja aftan á akurfólkunum og sanka tað upp, sum lá eftir teimum, og eisini tað, sum vaks í útjaðaranum ytst á akrinum. * — 3 Mós. 19:9, 10; 5 Mós. 24:19-21.

24, 25. Hvat gjørdi Rutt, tá ið hon tilvildarliga kom út á akrarnar hjá Boazi, og hvussu var sankingararbeiðið?

 24 Tíðin var komin at heysta bygg, tað var eyðsýniliga í apríl mánaði eftir okkara kalendara, og Rutt fór út á akrarnar at vita, hvør vildi lata hana arbeiða undir sankingarskipanini. Hon kom tilvildarliga út á akrarnar hjá einum manni, Boaz at navni, sum átti nógva jørð. Hann og maður No’omi, Elimelek, vóru skyldmenn. Hóast hon eftir lógini hevði rætt til at sanka, tók hon tað ikki sum givið; hon bað tænaran, ið var settur yvir akurfólkini, um loyvi til at arbeiða. Tað loyvdi hann henni, og Rutt fór alt fyri eitt til verka. — Rutt 1:22–2:3, 7.

25 Hugsa tær Rutt, har hon gekk aftan á akurfólkunum. So hvørt sum tey skóru byggið við akurknívum sínum, boygdi hon seg niður og hentaði upp tað, sum tey mistu ella løgdu eftir seg, bant øksini saman í bundi og bar tey til eitt stað, har hon seinni kundi sláa kjarnarnar úr øksunum. Tað var eitt seinført og møðsamt arbeiði, og longri út á fyrrapartin tey komu, strævnari varð tað. Men Rutt helt kortini fram og steðgaði bert á fyri at turka sveittan av pannuni og fyri at fáa sær ein bita.

Rutt var fús at arbeiða hart til tess at syrgja fyri sær sjálvari og No’omi

26, 27. Hvussu var Boaz, og hvussu fór hann við Rutt?

26 Rutt mundi hvørki vóna ella vænta, at nakar fór at varnast hana, men so varð kortini. Boaz sá hana og spurdi tann unga tænaran, hvør hon var. Boaz, sum hevði sera sterka trúgv, heilsaði arbeiðsmonnunum — har nakrir av teimum kanska vóru daglønamenn ella enntá fremmandir — við orðunum: „[Jehova] veri við tykkum!“ Og teir heilsaðu honum aftur. Hesin andaliga sinnaði eldri maðurin hevði faðirligan áhuga fyri Rutt. — Rutt 2:4-7.

 27 Boaz rópti Rutt ’dóttur mín’ og bað hana halda fram at sanka á økrum hansara og at halda seg hjá gentunum har, so arbeiðsmenninir ikki skuldu gera henni nakað. Hann syrgdi fyri, at hon hevði nakað at eta um døgurðaleitið. (Les Rutt 2:8, 9, 14.) Men fram um alt rósti og uggaði hann hana. Hvussu tá?

28, 29. (a) Hvat orð hevði Rutt á sær? (b) Hvussu kanst tú eins og Rutt leita tær skjól hjá Jehova?

28 Tá ið Rutt spurdi Boaz, hvussu tað bar til, at hann vísti henni vælvild, tóat hon var fremmand, svaraði hann henni, at hann hevði hoyrt um alt, ið hon hevði verið fyri vermammu sína, No’omi. No’omi hevði allarhelst fortalt kvinnunum í Betlehem nógv gott um Rutt, og tað var komið Boazi fyri oyra. Hann visti eisini, at Rutt var farin at tilbiðja Jehova, tí hann segði: „[Jehova] løni tær tað, ið tú hevur gjørt, og løn tín verði ríklig frá [Jehova] Gudi Ísraels, undir hvørs veingjum tú komst og leitaði tær lívd!“ — Rutt 2:12.

29 Sum hesi orðini munnu hava glett Rutt! Hon hevði veruliga valt at leita sær skjól undir veingjum Jehova Guds, eins og ein fuglaungi leitar sær tryggleika hjá foreldrunum. Hon takkaði Boazi fyri, at hann hevði tosað so blídliga við hana. Og hon helt fram at arbeiða líka til kvølds. — Rutt 2:13, 17.

30, 31. Hvat kann frásøgan um Rutt læra okkum um arbeiðslag, takksemi og trúfastan kærleika?

30 Rutt hevði sterka trúgv, og hon er eitt frálíkt fyridømi hjá okkum, sum í dag stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman í hesum fíggjarliga torføru tíðum. Hon hugsaði ikki, at onnur skyldaðu henni nakað, og tí var hon takksom fyri alt, ið henni var givið. Hon skammaðist ikki við at arbeiða leingi og hart til tess at syrgja fyri einari, sum hon elskaði, sjálvt um talan ikki var um nakað serliga ærumikið arbeiði. Við takksemi tók hon ímóti og fylgdi góðum ráðum um, hvussu hon kundi arbeiða undir tryggum umstøðum og í góðum felagsskapi. Av enn størri týdningi er, at hon ongantíð misti sítt sanna skjól úr eygsjón — sín góða Faðir, Jehova Gud.

31 Vísa vit trúfastan kærleika á sama hátt sum Rutt og taka eftir hennara eyðmjúkleika, ídni og takksemi, verður okkara trúgv eisini eitt gott fyridømi hjá øðrum. Men hvussu tók Jehova sær av Rutt og No’omi? Tað fara vit at kanna í næsta kapitli.

^ par. 17 Tað er vert at leggja til merkis, at Rutt ikki bert nýtti ópersónliga heitið „Gud“, sum nógv fremmand helst høvdu gjørt; hon nýtti eisini Guds persónliga navn, Jehova. The Interpreter’s Bible sigur: „Soleiðis leggur rithøvundurin dent á, at henda fremmanda kvinnan tilbað hin sanna Gud.“

^ par. 23 Hetta var ein einastandandi lóg; Rutt visti allarhelst ikki um nakra slíka lóg í sínum heimlandi. Tá á døgum vórðu einkjur í Miðeystri ikki serliga væl viðfarnar. Eitt uppslagsverk sigur: „Tá ið ein kona hevði mist mann sín, mátti hon vanliga líta á, at synirnir tóku sær av henni; átti hon ongan son, noyddist hon kanska at vera trælkvinna, skøkja ella doyggja.“