Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

 KAPITTUL FIMM

Ein „dugnalig kvinna“

Ein „dugnalig kvinna“

1, 2. (a) Hvat slag av arbeiði tókst Rutt við? (b) Hvat gott lærdi Rutt um Guds lóg og hansara fólk?

RUTT legði seg á knæ framman fyri dungan av byggøksunum, sum hon hevði samlað tann dagin. Tað var farið at líða móti kvøldi á økrunum rundan um Betlehem, og nógv arbeiðsfólk vóru longu farin til gongu niðan móti portrinum inn til tann lítla býin, sum lá á eini høvd nær við. Rutt hevði ivaleyst eymar vøddar, tí hon hevði arbeitt allan samlan dagin. Men hon gavst ikki so. Hon fór at sláa kjarnarnar úr øksunum við einum stavi ella treskitræi. Samanumtikið hevði hetta verið ein góður dagur — betri enn hon hevði væntað.

2 Lagaði lívið seg umsíðir fyri hesa ungu einkjuna? Sum vit fingu at vita í undanfarna kapitlinum, hevði hon knýtt seg at vermammuni, No’omi, og lovað at verða verandi hjá henni og at tilbiðja hennara Gud, Jehova. Hesar báðar einkjurnar fylgdust úr Móabslandi til Betlehem, og móabitiska kvinnan Rutt fann skjótt út av, at lógin, sum Jehova hevði givið Ísrael, syrgdi fyri, at tey fátæku og fremmandu í landinum fingu tað, teimum tørvaði. Og nú sá hon, at nøkur í Jehova fólki, sum vóru undirløgd Lógina og upplærd við henni, vóru so andaliga sinnað og blíð, at tað nam hennara særda hjarta.

3, 4. (a) Hvussu hjálpti og gleddi Boaz Rutt? (b) Hvussu kann frásøgan um Rutt hjálpa okkum í teimum fíggjarliga torføru tíðunum, vit uppliva í dag?

3 Ein av hesum var Boaz, tann ríki eldri maðurin, sum átti akrarnar, har hon sankaði. Hann hevði víst henni faðirliga umsorgan henda dagin. Hon smíltist við sær sjálvari, tí hon hugsaði um, hvussu fittur hann var at rósa henni fyri at taka sær av No’omi, og fyri at hon hevði valt at leita sær skjól undir veingjum Jehova. — Les Rutt 2:11-14.

4 Rutt hevur helst hugsað um lívið, sum lá fyri framman. Hvussu skuldi hon, ein fátæk og fremmand kvinna, ið hvørki hevði mann ella børn, syrgja fyri sær sjálvari og No’omi í árunum, sum komu? Mundu tær fara at klára seg fyri tað, sum hon  sankaði? Og hvør skuldi taka sær av henni, tá ið hon bleiv gomul? Tað hevði verið skilligt, um hon stúrdi fyri slíkum. Í teimum fíggjarliga torføru tíðunum, vit uppliva í dag, eru nógv, sum hava líknandi stúranir at dragast við. Tá ið vit læra, hvussu trúgvin hjálpti Rutt at klára slíkar avbjóðingar, skilja vit, at har er nógv, vit kunnu taka eftir.

Hvat er ein familja?

5, 6. (a) Hvussu gekst fyrsta dagin, Rutt sankaði á akrinum hjá Boazi? (b) Hvat segði No’omi, tá ið hon sá Rutt?

5 Tá ið Rutt var liðug at sláa kjarnarnar úr øksunum og hevði samlað teir saman, sá hon, at hon hevði sankað okkurt um eina efu, ella 22 litrar, av byggi. Byrðan hjá henni vigaði kanska eini 14 kilo! Hon lyfti hana upp og bar hana á høvdinum, kanska í einum pjøka, og so fór hon leið sína til Betlehem, meðan sólin setti. — Rutt 2:17.

6 No’omi frøddi seg um at síggja elskaðu verdóttrina, og kanska stúrsaði hon við, tá ið hon sá ta stóru byrðuna av byggi, Rutt kom berandi við. Rutt hevði eisini tikið tað við heim, sum hon hevði leivt av matinum, ið Boaz hevði givið arbeiðsfólkunum. So nú fóru tær báðar at fáa sær ein bita at eta. No’omi spurdi: „Hvar hevur tú sankað øks í dag — hvar hevur tú verið? Signaður veri hann, ið vísti tær vælvild!“ (Rutt 2:19) No’omi var gløgg. Tá ið hon sá, hvussu nógv korn var í pjøkanum hjá Rutt, skilti hon á lagnum, at onkur hevði víst tí ungu einkjuni vælvild.

7, 8. (a) Hvørjum helt No’omi, at vælvildin hjá Boazi kom frá, og hví? (b) Á hvønn annan hátt vísti Rutt vermammu síni trúfastan kærleika?

7 Tær báðar fóru at práta, og Rutt fortaldi No’omi, hvussu blíður Boaz hevði verið. Rørd segði No’omi: „[Jehova], sum ikki hevur tikið miskunn Sína, hvørki frá teimum, ið liva, ella frá teimum, ið farnir eru, Hann signi hann!“ (Rutt 2:20) Hon hugsaði, at vælvildin, sum Boaz vísti Rutt, kom frá Jehova, tí hann fær tænarar sínar at vísa blíðskap og lovar at løna fólki sínum vælvildina aftur, ið tey vísa. * — Les Orðtøkini 19:17.

8 No’omi bað Rutt taka við tilboðnum frá Boazi og halda fram at sanka á økrum hansara og halda seg hjá gentum hansara, so arbeiðsmenninir ikki skuldu gera henni nakað. Rutt gjørdi, sum hon segði. Hon varð eisini verandi „hjá vermóður síni“. (Rutt 2:22, 23)  Í hesum orðum síggja vit enn eina ferð tað, sum serliga eyðkendi Rutt — hennara trúfasti kærleiki. Frásøgan um Rutt fær okkum kanska at spyrja okkum sjálvi, um vit vísa okkara familju æru, um vit í trúfesti stuðla teimum, sum vit eru góð við, og bjóða teimum ta hjálpina, teimum tørvar. Jehova leggur altíð til merkis, tá ið slíkur trúfastur kærleiki verður vístur.

Frásøgan um Rutt og No’omi minnir okkum á, at vit skulu virðismeta okkara familju

9. Hvat kunnu Rutt og No’omi læra okkum um familju?

9 Ber tað til at siga, at Rutt og No’omi vóru ein familja? Nøkur halda, at í eini rættiligari familju skulu bæði vera maður, kona, sonur, dóttir, abbi, omma og so framvegis. Men frásøgan um Rutt og No’omi minnir okkum á, at tænarar Jehova kunnu lata upp hjørtu síni og fáa sjálvt ta minstu familjuna at glógva í hita, vinsemi og kærleika. Virðismetir tú familjuna, tú hevur? Jesus minti lærisveinar sínar á, at kristna samkoman kann vera sum ein familja hjá teimum, ið onga hava. — Mark. 10:29, 30.

Rutt og No’omi hjálptu og stuðlaðu hvør aðra

„Hann er ein loysari okkara“

10. Á hvønn hátt vildi No’omi fegin hjálpa Rutt?

10 Rutt helt fram at sanka á økrunum hjá Boazi frá byggið varð heystað í apríl til hveitin varð heystað í juni. Sum vikurnar gingu, fór No’omi uttan iva at hugsa meira um, hvat hon kundi gera fyri sína elskaðu verdóttur. Tá ið tær vóru í Móabslandi, hevði No’omi ongar vónir um at kunna hjálpa Rutt at finna ein nýggjan mann. (Rutt 1:11-13) Men nú var hon farin at hugsa øðrvísi. Hon fór til Rutt og segði við hana: „Dóttir mín! Skuldi eg ikki hjálpt tær at fingið heim!“ (Rutt 3:1) Tað var siður tá, at foreldur funnu børnum sínum ein maka, og Rutt var veruliga vorðin sum ein dóttir hjá No’omi. Hon vildi fegin finna eitt „heim“ til Rutt — hon hugsaði um tryggleikan, sum eitt heim og ein maður kundu geva. Men hvat kundi No’omi gera?

11, 12. (a) Hvørja góða skipan í Guds lóg sipaði No’omi til, tá ið hon rópti Boaz ein ’loysara’? (b) Hvussu tók Rutt ímóti ráðunum frá vermammu síni?

11 Fyrstu ferð Rutt tosaði um Boaz, segði No’omi: „Hesin maður er nær skyldur við okkum, hann er ein loysari okkara.“ (Rutt 2:20) Hvat merkti hetta? Í Guds lóg til Ísrael var í eini serligari skipan hugsað um familjur, sum vegna fátækradømi ella andlát komu illa fyri. Um ein kvinna gjørdist einkja, áðrenn hon hevði átt børn, var hon serliga illa stødd, tí so varð ættargreinin  kvett, og eingir eftirkomarar vóru at bera navnið á manninum víðari. Men Guds lóg segði, at ein bróðir hjá hesum manninum kundi gifta seg við einkjuni, so hon kundi bera ein arving í heim, sum kundi bera navnið á deyða manni hennara víðari og varðveita arvalutin hjá familjuni. * — 5 Mós. 25:5-7.

12 No’omi greiddi Rutt frá síni ætlan. Vit kunnu ímynda okkum, hvussu eyguni í hesi ungu kvinnuni vuksu, meðan vermamma hennara tosaði. Lógin í Ísrael var enn nýggj fyri Rutt, og nógvir av siðunum vóru enn rættiliga fremmandir. Men hóast hetta hevði hon so stóra virðing fyri No’omi, at hon lurtaði væl og virðiliga eftir hvørjum orði, hon segði. Tað, sum No’omi ráddi henni at gera, hevur kanska virkað løgið og gjørt hana illa við — ja, tað kundi enntá verið eyðmýkjandi fyri hana. Men kortini játtaði Rutt. Hon var eyðmjúk og segði: „Eg skal gera alt tað, ið tú sigur!“ — Rutt 3:5.

13. Hvat kann Rutt læra okkum um at taka við ráðum frá teimum eldru? (Sí eisini Job 12:12.)

13 Av og á kann tað vera torført hjá ungum fólki at lurta eftir ráðum frá teimum, sum eru eldri og hava fleiri royndir enn tey. Tað er so lætt at hugsa, at tey eldru ikki veruliga skilja, hvørjar avbjóðingar og trupulleikar tey ungu hava. Frásøgan um Rutt minnir okkum á, at tað loysir seg at lurta eftir vísdóminum hjá  eldri fólki, sum eru góð við okkum og vilja okkum tað besta. (Les Sálm 71:17, 18.) Men hvørji vóru ráðini hjá No’omi, og loysti tað seg veruliga hjá Rutt at taka við teimum?

Rutt á treskiplássinum

14. Hvat var eitt treskipláss, og hvussu varð tað brúkt?

14 Tað kvøldið fór Rutt út á treskiplássið, sum var ein flatur, fastur vøllur, har fleiri bøndur tresktu kornið hjá sær og reinsaðu tað. Treskiplássið lá vanliga á eini fjallasíðu ella eini høvd, har lotið var frískt seint seinnapartin og tíðliga á kvøldi. Til at skilja kjarnarnar frá agnunum og øksunum brúktu arbeiðsfólkini eina kvísl ella ein breiðan og kúputan spaka at kasta kornið upp ímóti vindinum, sum fekk tær løttu agnarnar at fúka burtur, meðan kjarnarnir, sum vóru tyngri, duttu niður aftur á vøllin.

15, 16. (a) Lýs støðuna á treskiplássinum, tá ið Boaz gjørdi seg lidnan at arbeiða um kvøldið. (b) Hvussu varð Boaz varur við, at Rutt lá við føtur hansara?

15 Rutt hugdi stillisliga at um kvøldið, tá ið arbeiðið var um at vera liðugt. Boaz hevði umsjón við, at kornið hjá honum varð reinsað og so líðandi gjørdist til ein stóran dunga. Tá ið hann hevði etið, legði hann seg við enda korndungans. Hetta var eyðsýniliga vanligt at gera tá í tíðini, møguliga fyri at ansa eftir, at einki av hesum dýrabara korni varð stolið. Rutt sá, at Boaz legði seg fyri náttina. Nú var tíðin komin at gera tað, No’omi hevði biðið hana gera.

16 Við titrandi hjarta nærkaðist Rutt Boazi. Hon varnaðist, at hann lá í fasta svøvni. Júst sum No’omi hevði sagt, fór hon spakuliga  yvir til føtur hansara, lyfti upp kappan og legði seg har. Og so bíðaði hon. Tíðin gekk. Hjá Rutt hevur tað helst kenst sum ein ævi. Endiliga, um midnáttarleitið, fór Boaz at kvaklast við. Hann skalv av kulda og settist upp undir seg, kanska fyri at balla kappan um føturnar aftur. Men hann varð varur við, at onkur lá har. Sum sagt verður í frásøguni, „sá hann, at kvinna lá við føtur hansara“. — Rutt 3:8.

17. Hvørjar tvær einfaldar sannroyndir gloyma tey, sum rógva framundir, at Rutt hevði okkurt ósømiligt í huga?

17 „Hvør ert tú?“ spurdi hann. Rutt skalv kanska á málinum, tá ið hon svaraði: „Eg eri Rutt, tænastukvinna tín — breið út kappahorn títt yvir tænastukvinnu tína, tí tú ert loysari mín!“ (Rutt 3:9) Nakrir nútímans tulkarar hava róð framundir, at tað, Rutt gjørdi og segði, hevði kynsligan dám, men teir gloyma tvær einfaldar sannroyndir. Í fyrra lagi fylgdi Rutt siðunum, sum vóru vanligir tá á døgum, og nógvir av teimum eru heilt ókendir hjá okkum í dag. Tí hevði tað verið skeivt at mett hennara gerðir eftir lága moralinum nú á døgum. Í seinna lagi vísir svarið hjá Boazi, at hann helt framferðarháttin hjá Rutt vera reinan og hava nógv rós uppiborið.

Rutt var ósjálvsøkin og hevði bert reinar ætlanir í huga, tá ið hon fór til Boaz

18. Hvat segði Boaz, sum uggaði Rutt, og hvørji tvey dømi um hennara trúfasta kærleika sipaði hann til?

18 Boaz tosaði, og eingin ivi er um, at hansara eyma og vinaliga rødd uggaði Rutt. Hann segði: „[Jehova] signi teg, dóttir mín! Tú hevur nú víst enn meiri kærleika enn áður — at tú ert ikki farin eftir hinum ungu dreingjunum, hvørki fátækum ella ríkum!“ (Rutt 3:10) Boaz sipaði til trúfasta kærleikan, sum Rutt „áður“ hevði víst við at fara við No’omi aftur til Ísrael og taka sær av henni. Og „nú“ gjørdi hann vart við, at ein ung kvinna sum Rutt kundi havt lyndi til at leitað eftir einum nógv yngri hjúnafelaga, ríkum ella fátækum. Men hon vildi heldur vísa bæði No’omi og deyða manni hennara góðvild við at bera navnið hjá deyða manninum víðari í heimlandi hansara. Tað er lætt at skilja, at Boaz varð rørdur, tá ið hann sá, hvussu ósjálvsøkin henda unga kvinnan var.

19, 20. (a) Hví gifti Boaz seg ikki alt fyri eitt við Rutt? (b) Hvussu vísti Boaz, at hann hugsaði um Rutt og hennara umdømi?

19 Boaz helt fram: „Óttast tí nú ikki, dóttir mín! Alt tað, ið tú sigur, skal eg gera fyri teg; tí alt fólkið í býi mínum veit, at tú ert  dugnalig kvinna.“ (Rutt 3:11) Hann gleddist um at hava útlit til at gifta seg við Rutt, og tað kom kanska heldur ikki heilt óvart á hann, at hann varð biðin at vera loysari hennara. Men Boaz var ein rættvísur maður, og hann ætlaði sær ikki bert at vera sær sjálvum til vildar. Hann segði við Rutt, at ein annar loysari var, ein sum var nærri skyldur við familjuna hjá deyða manni No’omi. Tí fór Boaz fyrst at seta seg í samband við henda mannin og geva honum møguleika fyri at gifta seg við Rutt.

Rutt hevði sera gott orð á sær, tí hon var so góð við onnur og vísti teimum virðing

20 Boaz bað Rutt leggja seg aftur at hvíla seg, inntil tað fór at lýsa fyri degi; tá kundi hon fara til hús aftur, uttan at nakar varnaðist hana. Hann vildi bæði verja hennara og sítt egna umdømi, av tí at fólk av órøttum kundu hildið, at okkurt ósømiligt var farið fram. Rutt legði seg aftur við føtur hansara, kanska eitt sindur meira rólig, nú hann hevði svarað henni so vinaliga. Meðan tað enn var myrkt, fór hon á føtur. Boaz fylti kápuna hjá henni við stórari mongd av byggi, og so fór hon leiðina aftur til Betlehem. — Les Rutt 3:13-15.

21. Hví mundi Rutt vera kend sum ein „dugnalig kvinna,“ og hvussu kunnu vit taka eftir henni?

21 Sum tað man hava glett Rutt at hugsa um, at Boaz hevði sagt, at hon var kend fyri at vera ein „dugnalig kvinna“! Hetta umdømið mundi hon fyri ein stóran part hava fingið, tí hon var so íðin eftir at læra Jehova at kenna og at tæna honum. Hon hevði eisini víst No’omi og hennara fólki stóra vælvild og umhugsni, og hon var fús at fylgja teirra siðum, sum uttan iva vóru fremmandir fyri hana. Taka vit eftir trúnni hjá Rutt, fara vit væl við øðrum og hava virðing fyri teirra siðum. Gera vit tað, fáa vit eisini eitt gott umdømi.

Rutt fær eitt heim

22, 23. (a) Hvat vildi Boaz møguliga vísa við gávuni, hann gav Rutt? (Sí undirgreinina.) (b) Hvat bað No’omi Rutt gera?

22 „Hvussu gekst, dóttir mín?“ spurdi No’omi, tá ið Rutt kom heim. Hon var helst forvitin eftir at vita, um einkjustøðan hjá Rutt var óbroytt, ella um hon nú hevði útlit til at blíva gift. Rutt var skjót at siga vermammu síni frá øllum, sum var farið fram millum hana og Boaz. Hon vísti henni eisini ta stóru mongdina av byggi, sum Boaz hevði biðið hana geva No’omi. * — Rutt 3:16,17.

 23 Skilagóð sum No’omi var, bað hon Rutt verða verandi heima tann dagin heldur enn at fara út at sanka á økrunum. Hon segði við Rutt: „Maðurin gevst ikki, fyrrenn hann fær hesi viðurskifti gjørd av, og tað í dag!“ — Rutt 3:18.

24, 25. (a) Hvussu vísti Boaz, at hann var ein heiðurligur og ósjálvsøkin maður? (b) Hvussu bleiv Rutt signað?

24 No’omi hevði púra rætt viðvíkjandi Boazi. Hann fór niðan í býportrið, har teir elstu í býnum vanliga hittust, og bíðaði har eftir, at maðurin, ið var tann nærri skyldmaðurin, kom framvið. Meðan vitni vóru hjástødd, gav Boaz hesum manninum møguleika fyri at vera loysari og gifta seg við Rutt. Men maðurin vildi ikki, tí so hevði hann spilt sín egna arvalut. Tá segði Boaz, meðan vitnini í býportrinum hoyrdu, at hann vildi vera loysari og keypa ognina hjá deyða manni No’omi, Elimelek, og gifta seg við Rutt, einkjuni hjá syni Elimeleks, Malon. Boaz segði frá, at hansara vón í hesum sambandi var ’at reisa navn hansara, sum deyður var, á arvaluti hansara’. (Rutt 4:1-10) Boaz var veruliga ein heiðurligur og ósjálvsøkin maður.

25 Boaz gifti seg við Rutt. Síðani lesa vit: ’[Jehova] læt hana verða við barn, og hon átti son.’ Kvinnurnar í Betlehem signaðu No’omi og lovaðu Rutt, tí hon var No’omi betri enn sjey synir høvdu verið. Seinni fáa vit at vita, at sonur Rutt gjørdist ættarfaðir hjá Dávidi kongi. (Rutt 4:11-22) Og Dávid gjørdist ættarfaðir hjá Jesusi Kristi. — Matt. 1:1. *

Jehova signaði Rutt og gav henni framíhjárættin at verða ættarmóðir Messiasar

26. Hvat minnir frásøgan um Rutt og No’omi okkum á?

26 Rutt varð sanniliga signað, og somuleiðis No’omi, ið var við til at uppala barnið, sum var tað hennara egna. Hesar báðar kvinnurnar eru ein livandi áminning um, at Jehova Gud leggur til merkis øll tey, sum í eyðmjúkleika stríðast fyri at taka sær av sínum egnu og tæna honum trúføst saman við hansara útvalda fólki. Hann gloymir ongantíð trúføst fólk sum Boaz, No’omi og Rutt.

^ par. 7 Sum No’omi segði, vísir Jehova ikki bert teimum livandi miskunn, nei, sjálvt teimum deyðu vísir hann miskunn. No’omi hevði mist mann sín og báðar synirnar. Rutt hevði mist mann sín. Tær høvdu ivaleyst báðar verið góðar við hesar tríggjar menninar. Vælvild, ið varð sýnd No’omi og Rutt, varð soleiðis eisini sýnd monnunum, sum høvdu viljað, at onkur skuldi tikið sær av teimum báðum kvinnunum.

^ par. 11 Rætturin at gifta seg við eini slíkari einkju fall eyðsýniliga fyrst brøðrunum hjá tí deyða manninum í lut og síðani nærmasta mannliga skyldfólkinum, og hetta var eisini galdandi fyri rættin til arvalutin. — 4 Mós. 27:5-11.

^ par. 22 Boaz gav Rutt seks mál av ókendari vekt — møguliga fyri at vísa, at eins og seks arbeiðsdagar vóru áðrenn sabbatshvíluna, vóru strævnu dagarnir hjá Rutt sum einkja skjótt taldir, tí nú fór hon skjótt at fáa ta hvílu, sum eitt heim og ein maður kundu geva henni. Hinvegin kundu hesi seks málini — kanska seks spakar av byggi — eisini heilt einfalt verið tann mongdin, Rutt orkaði at bera.

^ par. 25 Rutt er ein av teimum fimm kvinnunum, sum standa í ættarskrá Jesusar í Bíbliuni. Ein onnur teirra er Rahab, sum var mamma Boaz. (Matt. 1:3, 5, 6, 16) Eins og Rutt var hon ikki úr Ísraelslandi.