Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

 KAPITTUL TÓLV

Hann varð uggaður av Gudi

Hann varð uggaður av Gudi

1, 2. Hvat fór fram tann mest hendingaríka dagin í lívi Eliasar?

ELIAS rann í regninum, meðan myrkrið legði seg. Teinurin til Jizre’el var langur, og Elias var ikki ungur longur. Men kortini rann hann uttan at møðast, tí „hond [Jehova]“ var yvir honum. Hann hevði allarhelst ongantíð upplivað eina slíka megi streyma gjøgnum kroppin á sær. Hann hevði enntá lagt stríðsvognin hjá Akabi aftur um seg! — Les Fyrru Kongabók 18:46.

2 Nú lá leiðin opin fyri honum. Ímynda tær Elias koma rennandi í oysandi regninum. Hann hevur allarhelst hugsað um alt tað, sum var farið fram henda mest hendingaríka dagin í lívi hansara. Tað, sum var hent, var av sonnum ein stórsigur hjá Jehova og tí sonnu tilbiðjanini. Vindbarda Karmelsfjall, har Jehova við Eliasi hevði framt tað stóra undrið, sum vísti, at ba’alsdýrkanin var følsk, var nú langt burturi og hómaðist neyvan í illveðrinum. Hundraðtals ba’alsprofetar vóru avdúkaðir sum óndir svíkjarar, og teir vóru av røttum fyribeindir. Síðani bað Elias Jehova gera enda á turkinum, sum hevði herjað landið í hálvtfjórða ár. Og regnið kom! — 1 Kong. 18:18-45.

3, 4. (a) Hví man Elias hava havt góðar vónir, meðan hann rann til Jizre’el? (b) Hvørjar spurningar fara vit at kanna?

3 Meðan Elias rann teir 30 kilometrarnar til Jizre’el við rununi spruttandi upp eftir beinunum, hevði hann helst góðar vónir. Hann hugsaði kanska, at nú var endiliga vend komin í. Nú mátti Akab broyta seg! Eftir tað, hann hevði verið vitni til, skuldi tað verið eyðsæð, at hann mátti gevast við ba’alsdýrkanini, forða Jesabel drotning í hennara óndu gerðum og steðga atsóknini ímóti tænarum Jehova.

„Elias . . . rann undan Akab líka til Jizre’el“

4 Tá ið alt tykist at ganga eftir vild, er tað bara natúrligt at hava góðar vónir um framtíðina. Vit ímynda okkum kanska, at nú fara okkara umstøður at batna, og at okkara størstu trupulleikar langt um leingi eru loystir. Var tað soleiðis, Elias hugsaði, er tað einki  løgið, tí hann „var menniskja undir somu korum sum vit“. (Ják. 5:17) Men í roynd og veru hevði Elias minni enn so vunnið á øllum sínum trupulleikum. Satt at siga fór Elias bert fáar tímar seinni at verða so óttafullur og niðurboygdur, at hann bara ynskti sær deyðan. Hvussu bar tað til, og hvussu hjálpti Jehova honum at styrkja sína trúgv og sítt dirvi? Latið okkum vita.

Tað gekk ikki sum væntað

5. Fekk Akab størri virðing fyri Jehova eftir tað, sum var hent á Karmelsfjalli, og hvussu vita vit tað?

5 Sást nakað tekin um, at Akab var ein broyttur maður, tá ið hann kom til kongsborgina í Jizre’el? Vit lesa: „Akab segði nú Jesabel frá øllum, ið Elias hevði gjørt, og hvussu hann hevði dripið allar profetarnar við svørði.“ (1 Kong. 19:1) Legg til merkis, at Akab einki nevndi um Jehova, Gud Eliasar, tá ið hann segði frá, hvat var farið fram henda dagin. Av tí at Akab ikki var ein andaligur maður, dugdi hann bert at síggja hesi stóru undrini úr einum menniskjaligum sjónarhorni — sum nakað, „ið Elias hevði gjørt.“ Eitt er vist, hann hevði ikki lært at virða Jehova Gud. Og hvat gjørdi hevndarhugaða kona hansara?

6. Hvørji boð sendi Jesabel Eliasi, og hvat lá í teimum?

6 Jesabel varð fúkandi óð! Frá sær sjálvari í øði sendi hon Eliasi hesi boð: „Gudarnir lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um eg ikki um hesa tíðina í morgin geri við lív títt, sum gjørt er við lív teirra!“ (1 Kong. 19:2) Hetta var ein deyðshóttan av ringasta slag. Við øðrum orðum svór Jesabel, at hon sjálv skuldi doyggja, um Elias ikki var dripin innan eitt samdøgur fyri at hevna ba’alsprofetarnar. Ímynda tær, at Elias verður vaktur í herbergi sínum í Jizre’el hesa illveðursnáttina — bert fyri at hoyra tey ræðuligu orðini frá boðberanum hjá drotningini. Hvussu ávirkaði tað Elias?

Mótleysur og óttafullur

7. Hvussu ávirkaði hóttanin hjá Jesabel Elias, og hvat gjørdi hann?

7 Hevði Elias havt nakra vón um, at stríðið ímóti ba’alsdýrkanini var um at vera av, skilti hann brádliga, at so var ikki. Jesabel læt seg ikki ræða. Ein rúgva av øðrum trúføstum profetum vóru longu dripnir eftir hennara boðum, og nú tóktist hann at vera hin næsti í røðini. Hvussu ávirkaði henda hóttanin Elias? Bíblian sigur: „Tá fall ræðsla á hann.“ Sá Elias fyri sær tann ræðuliga deyðan, sum Jesabel ætlaði honum? Dvøldi hann við slíkar tankar, er tað ikki løgið, at hann misti mótið. Hvussu var og ikki, ’helt hann avstað fyri at bjarga lívinum’. — 1 Kong. 18:4; 19:3.

Vilja vit varðveita okkara dirvi, mugu vit ikki dvølja við tað, sum ger okkum óttafull

8. (a) Hvussu líktist trupulleikin hjá Pæturi tí hjá Eliasi? (b) Hvat kunnu frásøgurnar um Elias og Pætur læra okkum?

 8 Elias var ikki hin einasti av Guds trúføstu tænarum, sum varð yvirtikin av ótta. Nógv ár seinni hevði Pætur ápostul ein líknandi trupulleika. Tá ið Jesus til dømis gjørdi Pætur føran fyri at ganga á vatninum, fall ótti á Pætur, „táið hann sá hitt ringa veðrið“. Hann misti mótið og fór at søkka. (Les Matteus 14:30.) Frásøgurnar um Elias og Pætur læra okkum nakað virðismikið. Vilja vit varðveita okkara dirvi, mugu vit ikki dvølja við tað, sum ger okkum óttafull. Vit mugu festa tankar okkara við Hann, sum gevur vón og styrki.

„Nú er nóg mikið!“

9. Lýs ferðina hjá Eliasi, og hvussu hann hevði tað, meðan hann flýddi.

9 Fullur av ótta flýddi Elias einar 150 kilometrar í ein útsynning til Be’erseba, ein bý nærindis sunnara landamarkinum í Juda. Har læt hann tænara sín vera eftir, meðan hann sjálvur fór út í oyðimørkina. Í frásøguni stendur, at hann fór eina „dagsferð“. Tí kunnu vit hugsa okkum, at hann fór avstað í lýsingini, helst uttan at hava nakað við sær. Hugtungur og drivin av ótta bardi hann seg ígjøgnum illgongda lendið í tí brennandi sólini. Tá ið sólin roðaði og at enda hvarv í sjónarringinum, hvurvu eisini seinastu kreftirnar hjá Eliasi. Útlúgvaður setti hann seg undir ein gývilrunn — frægasta skjólið, ið var at finna í hesum bera landslagnum. — 1 Kong. 19:4.

10, 11. (a) Hvat bað Elias Jehova um, og hví? (b) Nýt skriftstøðini til at lýsa kenslurnar hjá øðrum trúføstum tænarum, sum gjørdust hugtungir.

10 Elias bað í berum vónloysi. Hann bað um at sleppa at doyggja. Hann segði: „Eg eri ikki betri enn fedrar mínir!“ Hann visti, at fedrar hansara ikki vóru annað enn dust og bein í grøvini og tí ikki vóru førir fyri at gera nakað fyri nakran. (Præd. 9:10) Elias kendi seg líka nyttuleysan sum teir. Tað er ikki løgið, at hann segði: „Nú er nóg mikið!“ Hvat skuldi hann liva til?

11 Skuldi tað komið óvart á okkum, at ein tænari hjá Gudi kundi gerast so hugtungur? Nei, ikki endiliga. Í Bíbliuni lesa vit um fleiri av trúføstu tænarum Guds, ið vóru so illa fyri kensluliga, at teir ynsktu sær deyðan — teirra millum vóru Rebekka, Jákup, Móses og Job. — 1 Mós. 25:22; 37:35; 4 Mós. 11:13-15; Job 14:13.

12. Hvussu eigur tú at taka eftir Eliasi, um tú viðhvørt kennir teg sera tungan í huga?

 12 Vit liva í ’torførum tíðum’, og tí er tað ikki løgið, at nógv fólk, ja, eisini trúfastir tænarar hjá Gudi, kenna seg hugtung viðhvørt. (2 Tim. 3:1) Skuldi tú einaferð komið so illa fyri, hevði tað verið gott hjá tær at gjørt sum Elias, ið oysti út hjarta sítt fyri Gudi. Jehova er hóast alt „Gud alrar troystar“. (Les Seinna Korintbræv 1:3, 4.) Troystaði hann Elias?

Jehova tók sær av sínum profeti

13, 14. (a) Hvussu vísti Jehova hugtunga profeti sínum eyma umsorgan við einum eingli? (b) Hví er tað uggandi at vita, at Jehova veit alt um okkum øll, harímillum okkara avmarkingar?

13 Hvussu heldur tú, Jehova hevði tað, tá ið hann hugdi niður úr himli og sá elskaða profetin hjá sær liggja undir einum runni í oyðimørkini og bøna um at sleppa at doyggja? Okkum nýtist ikki at gita. Tá ið Elias var sovnaður, sendi Jehova ein eingil til hansara. Eingilin nam blídliga við Elias, vakti hann og segði: „Reis teg og et!“ Tað gjørdi Elias, tí eingilin hevði sett vatn og eitt nýbakað breyð framman fyri hann. Mundi hann takka einglinum? Frásøgan sigur bert, at hann fekk sær at eta og drekka og síðani legði seg aftur at sova. Var hann so mótfallin, at hann ikki fekk tosað? Í øllum førum vakti eingilin hann eina ferð aftrat, kanska tá ið tað fór at lýsa fyri degi. Enn eina ferð segði hann við Elias: „Reis teg og et,“ og legði hesi áhugaverdu orðini aftrat: „Annars verður vegurin tær ov langur.“ — 1 Kong. 19:5-7.

14 Gud hevði boðað einglinum frá, hvagar Elias ætlaði sær. Eingilin visti eisini, at ferðin hevði verið ov tung hjá Eliasi at klárað í egnari megi. Sum tað er uggandi at tæna einum Gudi, ið kennir okkara mál og avmarkingar betur enn vit sjálvi gera! (Les Sálm 103:13, 14.) Hvussu væl gagnaðist henda máltíðin Eliasi?

15, 16. (a) Hvat varð Elias førur fyri vegna máltíðina frá Jehova? (b) Hví skulu vit virðismeta tað, sum Jehova gevur sínum tænarum í dag?

15 Vit lesa: „Hann reistist tá og fekk sær at eta og drekka, og styrktur av hesi máltíð gekk hann 40 dagar og 40 nætur, líka til Horeb, fjall Guds.“ (1 Kong. 19:8) Elias fastaði í 40 dagar og 40 nætur eins og Móses hevði gjørt umleið 600 ár frammanundan, og eins og Jesus gjørdi næstan 1000 ár seinni. (2 Mós. 34:28; Luk. 4:1, 2) Henda eina máltíðin fekk ikki allar trupulleikarnar at hvørva, men hon helt honum uppi á undursaman hátt. Ímynda tær henda gamla mannin stríða seg ígjøgnum illgongdu oyðimørkina dag eftir dag, viku eftir viku í næstan hálvanannan mánað.

 16 Jehova tekur sær eisini av sínum tænarum í dag, ikki við at geva teimum bókstaviligan mat á undurfullan hátt, nei, hann gevur teimum eina aðra og betri føði. Hann gevur sínum tænarum andaliga føði. (Matt. 4:4) Tá ið vit læra um Gud við at lesa í hansara orði og í lesnaði, sum er neyvt grundaður á Bíbliuna, verða vit styrkt andaliga. At taka slíka andaliga føði til okkum, loysir kanska ikki allar okkara trupulleikar, men tað kann hjálpa okkum at tola tað, sum annars hevði verið ótolandi. Tað gevur okkum eisini ’ævigt lív’. — Jóh. 17:3.

17. Hvar fór Elias, og hví hevði hetta staðið stóran týdning?

17 Elias gekk nærum 320 kilometrar, inntil hann umsíðir kom til Horebsfjall. Hetta staðið hevði stóran týdning, tí tað var her, Jehova nógv ár frammanundan við einum eingli vísti seg fyri Mósesi í brennandi tornarunninum, og tað var eisini her, Jehova seinni gjørdi Lógarsáttmálan við Ísrael. Elias fann sær skjól í einum helli.

Hvussu uggaði og styrkti Jehova profet sín?

18, 19. (a) Hvønn spurning setti eingil Guds, og hvussu svaraði Elias? (b) Hvørjar tríggjar orsøkir vóru til, at Elias var hugtungur?

18 Á Horebsfjalli kom „orð“ Jehova til Elias, eyðsýniliga við einum eingli, sum spurdi: „Hvat vilt tú her, Elias?“ Spurningurin varð helst settur í blídligum tónalagi, tí hann fekk Elias at siga frá sínum innastu kenslum. Hann segði: „Eg havi verið íðin fyri [Jehova] Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum.“ (1 Kong. 19:9, 10) Hesi orðini vísa á í minsta lagi tríggjar orsøkir til, at Elias var hugtungur.

19 Í fyrsta lagi helt Elias, at hansara arbeiði hevði verið til fánýtis. Hóast hann í áravís hevði „verið íðin“ at tæna Jehova og hevði sett Guds heilaga navn og tilbiðjanina av honum fram um alt annað, so tóktust viðurskiftini bara at versna. Fólkið var enn trúleyst og uppreistrarhugað, og falska tilbiðjanin hevði veruliga vundið upp á seg. Í øðrum lagi kendi Elias seg einsamallan. „Eg eri einsamallur eftir,“ segði hann, sum var hann einasti maðurin í landinum, ið enn tænti Jehova. Í triðja lagi var hann bangin. Nógvir aðrir trúfastir profetar vóru longu dripnir, og hann var vísur í, at nú fór hann at verða tann næsti í røðini. Kanska hevur tað ikki verið lætt hjá Eliasi at leggja hesar kenslurnar á borðið, men hann aftraði seg ikki, hvørki av stoltleika ella av smædni. Við at lata hjarta sítt upp fyri Gudi í bøn, gjørdist hann eitt gott fyridømi hjá øllum trúføstum menniskjum. — Sl. 62:9.

20, 21. (a) Lýs tað, sum Elias sá úr hellismunnanum á Horebsfjalli. (b) Hvat lærdi Elias av, at Jehova sýndi honum sítt vald?

 20 Hvussu hjálpti Jehova Eliasi burtur úr óttanum og stúranini? Eingilin gav Eliasi boð um at stilla seg við hellismunnan. Hann gjørdi, sum hann varð biðin, uttan at vita hvat hann hevði í væntu. Knappliga kom sterkur stormur! Gangurin hevur helst verið øgiligur, tí hann kleyv fjøll og soraði klettar. Ímynda tær Elias, meðan hann royndi at verja eyguni og samstundis helt fast um síni tungu klæði, sum stormurin hálaði og skrykti í. Síðani mátti hann stríðast fyri ikki at missa fótafestið, tí sjálv hellan undir honum fór at ridla og skelva — ein jarðskjálvti risti økið! Hann var ikki meir enn komin fyri seg aftur, fyrr enn ein stórur eldur kom framvið og noyddi hann inn aftur í hellið at verja seg fyri brennandi hitanum. — 1 Kong. 19:11, 12.

Jehova uggaði og styrkti Elias við síni undurfullu megi

21 Frásøgan sigur í hvørjum einstøkum føri, at Jehova ikki var í hesum ógvusligu náttúrufyribrigdunum. Elias visti, at Jehova ikki var nakar fornur náttúrugudur, sum til dømis Ba’al, ið varð ákallaður sum „tann, ið ríður á skýggjunum“ ella sum tann, ið gevur regn. Jehova er tann veruliga keldan til allar tær stórslignu náttúrukreftirnar, og hann er eisini so ómetaliga nógvar ferðir størri enn nakað av tí, hann hevur skapt. Sjálvt bókstavligu himlarnir rúma honum ikki! (1 Kong. 8:27) Hvussu hjálpti alt hetta Eliasi? Minst til, hvussu bangin hann var. Var Jehova Gud, sum átti alla hesa veldigu megi, við Eliasi, nýttist honum als ikki at óttast Akab og Jesabel. — Les Sálm 118:6.

22. (a) Hvussu vissaði ’milda, lágmælta røddin’ Elias um, at hann var ein sera virðismikil tænari? (b) Hvør kann hava átt ta ’mildu, lágmæltu røddina’? (Sí undirgreinina.)

22 Tá ið eldurin var farin, gjørdist púra kvirt, og Elias hoyrdi eitt „milt suð [’eina milda, lágmælta rødd,’ NW]“. Hon eggjaði aftur Eliasi til at tosa, og tað gjørdi hann, ja, enn eina ferð oysti hann út hjarta sítt. * Kanska hevur hetta eisini sissað hann. Men tað, sum ’milda, lágmælta røddin’ nú segði við hann, hevur uttan iva styrkt hann uppaftur meira. Jehova vissaði  Elias um, at hann var ein sera virðismikil tænari. Hvussu tá? Gud avdúkaði fyri honum, hvørja langtíðarætlan hann hevði í stríðnum við ba’alsdýrkanina í Ísrael. Greitt var, at stríðið hjá Eliasi ikki hevði verið til fánýtis, tí einki kundi forða Gudi í at fremja sína ætlan. Haraftrat hevði Elias framvegis ein leiklut í hesi ætlanini, tí Jehova bað hann fara aftur til verka og gav honum ávísa leiðbeining hesum viðvíkjandi. — 1 Kong. 19:12-17.

23. Hvussu hjálpti Jehova Eliasi í sambandi við hansara einsemi? Nevn tvey dømi.

23 Men hvussu var vorðið við einseminum hjá Eliasi? Jehova hjálpti honum eisini í tí sambandi. Í fyrra lagi bað hann Elias salva Elisa sum tann profetin, ið seinni skuldi verða eftirmaður hansara. Hesin yngri maðurin skuldi vera felagi og hjálpari Eliasar í eitt áramál. Sum hetta kom væl við! Í seinna lagi gav Jehova honum hesi góðu tíðindi: „Eg skal lata 7000 verða eftir í Ísrael — hvørt knæ, ið ikki hevur boygt seg fyri Ba’al, og hvønn munn, ið ikki hevur kyst hann.“ (1 Kong. 19:18) Elias var als ikki einsamallur. Tað hevur allarhelst uggað hann at hoyra um tey túsundtals trúføstu fólkini, sum ikki vildu tilbiðja Ba’al. Tey høvdu tørv á, at Elias helt fram í síni trúføstu tænastu, so hann kundi vera ein fyrimynd í óvikandi trúfesti móti Jehova ta døpru tíðina, sum tá var. Tað var uttan iva hjartanemandi hjá Eliasi at hoyra hesi orðini frá sendiboðnum hjá Jehova — tað var sum at hoyra ’mildu, lágmæltu rødd’ Guds.

Bíblian kann vera sum tann ’milda, lágmælta røddin’, um vit fylgja henni

24, 25. (a) Á hvønn hátt kunnu vit lurta eftir ’mildu, lágmæltu rødd’ Jehova í dag? (b) Hví kunnu vit vera vís í, at Elias kendi seg uggaðan?

24 Eins og Elias kunnu vit verða púra bergtikin av at síggja stóru náttúrukreftirnar í skapanarverkinum, og tað av røttum! Skapanin speglar týðiliga megina hjá Skaparanum. (Róm. 1:20) Jehova nýtir enn sína óavmarkaðu megi til at hjálpa sínum trúføstu tænarum. (2 Krøn. 16:9) Men vit læra uppaftur meira um Gud við at lesa í hansara orði, Bíbliuni. (Les Esaias 30:21.) Bíblian kann vera sum tann ’milda, lágmælta røddin’, um vit fylgja henni. Við henni rættleiðir og tilstuðlar Jehova okkum og vissar okkum um sín kærleika.

25 Kendi Elias seg uggaðan av tí, sum Jehova gjørdi á Horebsfjalli? Ja, tað gjørdi hann uttan iva, tí skjótt fór hann aftur til verka, og var aftur hin djarvi, trúfasti profeturin, sum stríddist ímóti falskari tilbiðjan. Taka vit eisini innblástu orðini hjá Gudi til okkum, ’troystina, ið skriftirnar geva’, verða vit før fyri at taka eftir trúnni hjá Eliasi. — Róm. 15:4.

^ par. 22 Tann, sum átti hesa ’mildu, lágmæltu røddina’ kann hava verið sami eingilin, ið verður umrøddur í Fyrru Kongabók 19:9 sum tann, ið bar „orð [Jehova]“. Í ørindi 15 verður hesin andin rætt og slætt umrøddur sum „[Jehova]“. Kanska verða vit mint á himmalska sendiboðið, sum Jehova nýtti til at leiða ísraelsfólk í oyðimørkini. Gud segði um hann: „Navn Mítt er í honum.“ (2 Mós. 23:21) Vit vita sjálvandi ikki við vissu, hvør ið átti røddina, men tað er vert at leggja til merkis, at Jesus, áðrenn hann gjørdist menniskja, tænti sum „Orðið“, serligi talsmaður Jehova, tá ið ein boðskapur skuldi berast tænarum Guds. — Jóh. 1:1.