Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

 KAPITTUL TJÚGU

„Eg trúgvi“

„Eg trúgvi“

1. Lýs, hvussu Marta hevði tað og hví.

MARTA hugsaði um grøvina hjá beiggja sínum, eitt helli við einum steini fyri munnan. Sorgin, hon bar, var eins tung og køld sum hesin steinurin. Hon hevði ilt við at skilja, at hennara elskaði beiggi, Lazarus, var farin. Teir fýra dagarnir, hann hevði verið deyður, tóktust sum eitt langt tám av sorg og av vitjandi, sum komu at vísa sína samkenslu.

2, 3. (a) Hvussu ávirkaði tað helst Martu at síggja Jesus? (b) Hvat vístu týðandi orðini hjá Martu um hana?

2 Og nú stóð besti vinurin hjá Lazarusi framman fyri hana. At síggja Jesus gjørdi helst ilt verri, tí hann var tann einasti í øllum heiminum, ið hevði kunnað forðað fyri, at beiggi hennara doyði. Kortini kendi Marta ein ávísan ugga av at vera saman við Jesusi, her uttan fyri lítlu fjallabygdina Betania, hóast tað bert var eina lítla løtu. Tí nú kendi hon aftur, hvussu tað fløvaði at síggja hansara vinaliga andlit og at kenna hansara djúpu samkenslu, sum altíð var so lívgandi. Hann setti henni spurningar, ið fingu hana at hugsa um sína trúgv og um uppreisnina. Samrøðan fekk Martu at siga nøkur av teimum mest týðandi orðunum, ið nakrantíð skuldu fara um hennara varrar: „Eg trúgvi, at Tú ert Kristus, Sonur Guds, Hann, sum skal koma í heimin!“ — Jóh. 11:27.

3 Sum hesi orðini vísa, hevði Marta eina merkisverda trúgv. Tað sindrið, Bíblian sigur okkum um hana, kann veruliga styrkja okkara trúgv. Latið okkum tí fara at kanna fyrstu frásøguna um Martu í Bíbliuni.

Hon gjørdi sær „stríð og órógv“

4. Á hvønn hátt var familjan hjá Martu heldur óvanlig, og hvussu var teirra samband við Jesus?

4 Nakrar mánaðar frammanundan, tá ið Lazarus enn var á lívi og hevði tað gott, skuldi ein sera týðandi gestur koma at vitja  hann í Betania, nevniliga Jesus Kristus. Lazarus, Marta og Maria vóru ein heldur óvanlig familja — trý vaksin systkin, sum eyðsýniliga búðu saman. Nakrir granskarar rógva framundir, at Marta møguliga var elst av teimum trimum, av tí at hon tóktist at vera matmóðirin og stundum verður nevnd fyrst. (Jóh. 11:5) Tað ber ikki til at siga, um nakar av teimum nakrantíð giftist. Men í øllum førum gjørdust tey góðir vinir hjá Jesusi. Meðan Jesus boðaði í Judea, har hann fekk nógva mótstøðu og varð illa viðfarin, valdi hann at gista hjá teimum. Eingin ivi er um, at honum dámdi sera væl at koma í hetta friðsæla heimið.

5, 6. (a) Hví hevði Marta serliga nógv at gera, nú meðan Jesus vitjaði tey? (b) Hvat gjørdi Maria, meðan Jesus var inni hjá teimum?

5 Marta var sera gestablíð, og tað var serliga hon, sum hugnaði um heimið. Arbeiðssom og íðin sum hon var, tóktist hon ofta at hava úr at gera. Og tað var eisini galdandi nú, tá ið Jesus kom at vitja. Hon fór undir at fyrireika eina serliga máltíð við fleiri ymiskum rættum til tann týðandi gestin og teir, hann møguliga hevði við sær. Tá í tíðini hevði blíðskapur sera stóran týdning. Tá ið ein gestur kom at vitja, varð hann bjóðaður vælkomin við einum kossi, latin úr sandalunum, vaskaður um føturnar og høvd hansara gníggjað við frískligari og angandi olju. (Les Lukas 7:44-47.) Tað var siður at syrgja fyri, at ein gestur hevði góðar umstøður at hvíla seg og fekk okkurt gott at eta.

6 Marta og Maria høvdu úr at gera. Maria, sum av og á verður mett at vera tann meira kensluborna og hugsanarsama av teimum báðum, hjálpti uttan iva systur síni at byrja við. Men tá ið Jesus var komin, legði hon frá sær. Jesus metti vitjanina sum eitt høvi at undirvísa — og tað gjørdi hann! Í mun til trúarleiðararnar tá, hevði Jesus virðing fyri kvinnum og vildi fegin læra tær um Guds ríki, sum var høvuðsevnið í hansara boðan. Ovurfegin um henda møguleikan sat Maria við føtur hansara og tók hvørt orð til sín.

7, 8. Hví østi Marta seg upp, og hvussu kom tað at enda til sjóndar?

7 Vit kunnu helst ímynda okkum, at Marta so líðandi østi seg sjálva upp. Hon gjørdist meira og meira órólig og ørkymlað um allan matin, hon skuldi borðreiða við, og um alt tað, hon annars skuldi gera fyri gestirnar. Mundi hon rodna, suffa hart og seta knyklar í brýr, sum hon rann aftur og fram, meðan systur hennara bara sat har uttan at hjálpa til? Tað hevði ikki verið løgið, um so var. Hon fekk jú ikki gjørt alt einsamøll!

 8 At enda fekk Marta ikki tagt. Hon breyt Jesus av, og tað brast út úr henni: „Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!“ (Luk. 10:40) Hetta vóru sterk orð. Fleiri bíbliutýðingar endurgeva henda spurningin hjá henni nakað soleiðis: „Harri, leggur tú einki í . . .?“ Síðani bað hon Jesus hava at Mariu og biðja hana koma og hjálpa til.

9, 10. (a) Hvussu svaraði Jesus Martu? (b) Hvussu vita vit, at Jesus ikki lítilsvirdi alt stríðið hjá Martu?

9 Møguliga kom svarið hjá Jesusi óvart á Martu, eins og tað seinni er komið óvart á nógvar bíbliulesarar. Vinaliga segði hann: „Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.“ (Luk. 10:41, 42) Hvat meinti Jesus við? Segði hann, at Marta hugsaði meira um tað materiella enn um Gud? Lítilsvirdi hann stríðið, hon hevði við at gera allan matin?

Hóast Marta gjørdi sær „stríð og órógv av mongum“, var hon eyðmjúk og tók við rættleiðing

10 Nei. Eingin ivi er um, at Jesus visti, at Marta gjørdi alt hetta av kærleika og reinum hjarta. Hann helt ikki endiliga, at tað var skeivt at vísa blíðskap, heldur ikki óvanliga stóran blíðskap. Hann hevði sjálvur verið við í eini ’stórari veitslu’ hjá Matteusi eina tíð frammanundan. (Luk. 5:29) Málið snúði seg ikki um máltíðina, sum Marta gjørdi, men um hvat hon raðfesti fremst. Hon var so upptikin av hesi marglætismáltíðini, at hon gloymdi tað, sum hevði mest at týða. Hvat var tað?

Jesus virðismetti blíðskapin hjá Martu og visti, at hon vísti hann av kærleika og reinum hjarta

11, 12. Hvussu hevði Jesus vinaliga at Martu?

11 Jesus, sum var einborni sonur Jehova Guds, var í heiminum hjá Martu fyri at undirvísa. Einki hevði størri týdning, heldur ikki hennara frálíka máltíð og allar fyrireikingarnar. Tað harmaði helst Jesus, at Marta læt henda einastandandi møguleikan at styrkja sína trúgv gleppa sær av hondum, men hann læt hana velja sjálva. * Tað var kortini nakað heilt annað, at Marta bað Jesus noyða Mariu at hjálpa sær, so eisini hon misti henda møguleikan.

 12 Tí hevði Jesus vinaliga at Martu, sissaði hana við blídliga at endurtaka navnið á henni og vissaði hana um, at tað ikki var neyðugt, at hon gjørdi sær „stríð og órógv av mongum“. Ein einfaldur rættur ella tveir høvdu verið nóg mikið, serliga tá ið ein andalig veitslumáltíð eisini var at fáa. ’Hin góði luturin’ skuldi als ikki takast frá Mariu — nevniliga at fáa undirvísing frá Jesusi.

13. Hvat kunnu vit læra av tí, sum Jesus segði við Martu?

13 Vit kunnu læra nógv av tí, sum hendi í heiminum hjá Martu. Vit mugu ongantíð lata nakað forða okkum í at nøkta okkara andaliga tørv. (Matt. 5:3) Vit vilja fegin taka eftir Martu í sambandi við hennara gestablídni og arbeiðssemi. Tó mugu vit ongantíð gera okkum so nógv „stríð og órógv“ av tí minni  týðandi síðuni av blíðskapi, at vit lata tað, sum hevur mest at siga, gleppa okkum av hondum. Vit koma ikki fyrst og fremst saman við trúarfelagum fyri at borðreiða við ella fáa eina góða máltíð, men tí vit vilja lívga hvør annan og geva hvør øðrum andaligar gávur. (Les Rómbrævið 1:11, 12.) Sjálvt tá ið vit bjóða eina einfalda máltíð, kann samveran vera sera lívgandi.

Ein elskaður beiggi doyr — og rísur upp

14. Hví kunnu vit vera vís í, at Marta var ein góð fyrimynd í at taka við rættleiðing?

14 Tók Marta við vinaligu ábreiðsluni frá Jesusi, og lærdi hon av henni? Okkum nýtist ikki at gita. Jóhannes ápostul fer undir áhugaverdu frásøguna um beiggja Martu við at siga: „Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lazarus.“ (Jóh. 11:5) Fleiri mánaðir vóru lidnir, síðan Jesus hevði vitjað í Betania, sum áður umrøtt. Tað er eyðsæð, at Marta ikki hevði tikið vælmeintu leiðbeiningina frá Jesusi illa upp ella bar agg. Hon hevði tikið hana til sín. Eisini í hesum førinum gjørdist hon ein sera góð fyrimynd, tí hvør av okkum hevur ikki tørv á at fáa rættleiðing viðhvørt?

15, 16. (a) Hvat gjørdi Marta helst, tá ið beiggi hennara gjørdist sjúkur? (b) Hví brustu vónirnar hjá Martu og Mariu?

15 Tá ið beiggi Martu gjørdist sjúkur, er eingin ivi um, at hon var røsk at taka sær av honum. Hon gjørdi alt, hon var ment, fyri at linna hansara pínu og hjálpa honum at koma fyri seg aftur. Og kortini versnaði Lazarus. Systrar hansara vóru um hann í heilum og tóku sær av honum. Hvussu ofta man Marta ikki hava hugt at pínda andlitinum á beiggja sínum og minst aftur á tey nógvu árini, tey høvdu havt saman, bæði í gleði og sorg?

16 Tá ið Marta og Maria hildu, at tær ikki fingu gjørt meira fyri Lazarus, sendu tær boð til Jesus. Hann tókst við at boða einar tvær dagsferðir haðani. Boðini frá teimum vóru stutt: „Harri! Hann, ið Tú elskar, er sjúkur.“ (Jóh. 11:1, 3) Tær vistu, at Jesus elskaði Lazarus, og tær vóru vísar í, at hann fór at gera sítt ítasta fyri at hjálpa vini sínum. Høvdu tær vónað, at Jesus fór at koma, áðrenn tað var ov seint, so brustu vónirnar hjá teimum — tí Lazarus doyði.

17. Hvat undraði Martu, og hvat gjørdi hon, tá ið hon frætti, at Jesus nærkaðist bygdini?

17 Saman syrgdu Marta og Maria beiggja sín, skipaðu fyri jarðarferðini og tóku ímóti nógvum gestum úr Betania og har um vegir. Men enn høvdu tær einki frætt frá Jesusi. Tað undraði  helst Martu meira og meira, sum tíðin gekk. Tá ið Lazarus hevði verið deyður í fýra dagar, frætti hon endiliga, at Jesus nærkaðist bygdini. Heldur ikki í hesi døpru stund var friður á Martu. Uttan at siga Mariu frá leyp hon á føtur og rann út at hitta Jesus. — Les Jóhannes 11:18-20.

18, 19. Hvørja vón hevði Marta, og hví var hennara trúgv merkisverd?

18 Tá ið Marta bar eyga við Meistaran, setti hon orð á tankan, sum hevði plágað hana og Mariu í fleiri dagar: „Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!“ Men Marta hevði ikki mist trúnna og vónina. Hon legði aftrat: „Men eisini nú veit eg, at hvat Tú so biður Gud um, gevur Gud Tær.“ Alt fyri eitt styrkti Jesus trúgv hennara og segði: „Bróðir tín skal rísa upp aftur!“ — Jóh. 11:21-23.

19 Marta helt, at Jesus tosaði um uppreisnina, sum skuldi vera í framtíðini, og tí svaraði hon: „Eg veit, at hann skal rísa  upp í uppreisnini síðsta dag.“ (Jóh. 11:24) Hennara trúgv á hesa læruna var merkisverd. Nakrir jødiskir trúarleiðarar, teir sonevndu saddukeararnir, noktaðu at trúgva á eina uppreisn, hóast tað var ein greið læra í innblástu Skriftunum. (Dán. 12:13; Mark. 12:18) Men Marta visti, at Jesus lærdi fólk um uppreisnarvónina og enntá sjálvur hevði reist fólk upp — tó ongan, ið hevði verið deyður líka leingi sum Lazarus. Lítið visti hon um, hvat nú fór at henda.

20. Greið frá týdninginum av ógloymandi orðunum hjá Jesusi, sum standa at lesa í Jóhannes 11:25-27, og svarinum hjá Martu.

20 Síðani segði Jesus tey ógloymandi orðini: „Eg eri uppreisnin og lívið.“ Ja, Jehova Gud hevur givið soni sínum myndugleika til í framtíðini at reisa upp deyð um allan heimin. Jesus spurdi Martu: „Trýrt tú hesum?“ Hon svaraði honum tað, sum varð umrøtt fyrst í hesum kapitlinum. Hon trúði, at Jesus var Kristus, ella Messias, at hann var sonur Jehova Guds, og at hann var tann, sum profetarnir høvdu boðað frá skuldi koma í heimin. — Jóh. 5:28, 29; les Jóhannes 11:25-27.

21, 22. (a) Hvussu vísti Jesus sínar kenslur fyri teimum, sum syrgja? (b) Lýs uppreisn Lazarusar.

21 Virðismeta Jehova Gud og sonur hansara, Jesus Kristus, slíka trúgv, sum Marta hevði? Tað, sum nú hendi fyri eygunum á Martu, gevur okkum eitt greitt svar. Hon skundaði sær eftir systir síni. Síðani sá hon, at Jesus var ógvuliga rørdur, meðan hann tosaði við Mariu og øll tey, sum syrgdu saman við henni. Hon sá tárini vella fram í eygunum á honum, tá ið hann opið vísti sína djúpu sorg um pínuna, sum deyðin hevur við sær. Hon hoyrdi Jesus geva boð um, at steinurin skuldi takast burtur frá hellinum, har beiggi hennara lá. — Jóh. 11:28-39.

22 Skilagóð sum hon var, gjørdi Marta vart við, at líkið longu mundi dampa, nú fýra dagar vóru lidnir. Men Jesus segði við hana: „Segði Eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds!“ Hon trúði, og hon sá dýrd Jehova Guds. Í somu løtu gav Jehova soni sínum vald at vekja Lazarus aftur til lívs! Tað, sum nú hendi, man hava brent seg fast í minnið hjá Martu: Harða róp Jesusar: „Lazarus, kom út!“; veika ljóðið úr hellinum, sum hoyrdist, tá ið Lazarus reisti seg á føtur og kom stetlandi út til hellismunnan, enn við líkverjuni um føtur og hendur; boðini hjá Jesusi: „Loysið hann og latið hann fara!“; og at enda, at hon og Maria findarglaðar lupu um hálsin á beiggja sínum. (Les Jóhannes 11:40-44.) Sorgin var horvin úr hjartanum á Martu!

Marta fekk løn fyri sína trúgv á Jesus, tá ið hon og Maria sóu beiggja sín vakna aftur til lívs

23. Hvat vilja Jehova og Jesus fegnir gera fyri teg, og hvat skalt tú gera?

 23 Frásøgan vísir, at uppreisnin av teimum deyðu ikki bert er ynskishugsan, men ein hjartanemandi bíbilsk læra, sum eisini er ein søguligur veruleiki. (Job 14:14, 15) Jehova og sonur hansara frøast um at løna teimum, ið hava sterka trúgv, eins og teir gjørdu í førinum við Martu, Mariu og Lazarusi. Teir fara eisini at løna tær, um tú mennir eina sterka trúgv.

„Marta kokkaðist“

24. Hvørja seinastu lýsing av Martu fáa vit í bíbilsku frásøguni?

24 Marta verður bert nevnd eina ferð aftrat í bíbilsku frásøguni, og tað var í byrjanini av seinastu vikuni, Jesus var her á jørðini. Jesus visti, at hann skuldi líða seinni í vikuni, og tí valdi hann aftur at gista hjá vinum sínum í Betania. Haðani kundi hann ganga teir tríggjar kilometrarnar til Jerusalem. Jesus og Lazarus ótu hjá spitalska Símuni, og har fáa vit hesa seinastu lýsingina av Martu: „Marta kokkaðist.“ — Jóh. 12:2.

25. Hví eru samkomur, ið hava kvinnur sum Martu sína millum, signaðar?

25 Soleiðis kenna vit hesa røsku kvinnuna! Fyrstu ferð vit hoyra um hana í Bíbliuni, stríðist hon. Og seinastu ferð vit hoyra um hana, stríðist hon enn og ger sítt ítasta fyri at hjálpa øðrum. Kristnar samkomur í dag eru eisini signaðar við kvinnum sum Martu, ið eru raskar og gestablíðar, og sum altíð vísa trúnna í verki og geva av sær sjálvum. Marta mundi helst halda fram at gera so. Um so var, var hon skilagóð, tí fleiri royndir lógu fyri framman.

26. Hvat hjálpti trúgvin hjá Martu henni at gera?

26 Fáar dagar seinni leið Jesus, elskaði Meistarin hjá Martu, ein ræðuliga deyða. Haraftrat ætlaðu teir drápshugaðu hyklararnir, sum drópu hann, eisini at drepa Lazarus, av tí at nógv vóru komin til trúgv vegna hansara uppreisn. (Les Jóhannes 12:9-11.) Og við tíðini sleit deyðin sjálvsagt tað kærleiksbandið, sum knýtti Martu og systkin hennara saman. Vit vita ikki, hvussu ella nær tað hendi, men vit kunnu vera rættiliga vís í, at dýrabara trúgvin hjá Martu hjálpti henni at halda út líka til endan. Tí eiga kristin í dag at taka eftir trúnni hjá Martu.

^ par. 11 Í jødiska samfelagnum í fyrstu øld sluppu kvinnur vanliga ikki at vera hjástaddar, tá ið lærdir menn talaðu. Tann upplæringin, sum tær fingu, hevði aloftast við tað húsliga at gera. Tí man Marta hava hildið tað vera sera óvanligt, at ein kvinna sat og lurtaði við føturnar á einum lærdum manni.