Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

 KAPITTUL NÍTJAN

Hann vardi, hann uppihelt, hann helt á

Hann vardi, hann uppihelt, hann helt á

1, 2. (a) Hvørjar broytingar høvdu Jósef og familjan fyri sær? (b) Hvørji ring tíðindi mátti Jósef bera konu síni?

JÓSEF bant enn eina byrðu upp á eslið. Ímynda tær hann, sum hann hugdi út í ta myrku náttina í bygdini Betlehem og klappaði tí lítla, men sterka klyvjadjórinum. Hann hugsaði allarhelst um ta longu ferðina, tey høvdu fyri sær. Egyptaland! Eitt fremmant fólk, eitt fremmant mál, fremmandir siðir — hvussu skuldi hansara lítla familja klára so stórar broytingar?

2 Tað var ikki lætt hjá Jósefi at siga elskaðu konu síni, Mariu, frá teimum ringu tíðindunum, men hann mannaði seg upp og gjørdi tað. Hann segði henni frá dreyminum, har ein eingil hevði givið honum henda boðskapin frá Gudi: Heródes kongur vildi drepa lítla son teirra! Tey noyddust at rýma alt fyri eitt. (Les Matteus 2:13, 14.) Maria var sera stúrin. Hvussu kundi nakar vilja drepa hennara lítla óseka barn, sum ikki kundi gera nøkrum nakað ilt? Hvørki Maria ella Jósef skiltu tað. Men tey litu á Jehova og gjørdu seg til reiðar at fara.

3. Lýs fráferðina hjá Jósefi og familjuni úr Betlehem. (Sí eisini myndina.)

3 Á myrkari nátt, meðan øll bygdin svav og einki visti um tað, sum var í umbúna, rýmdu Jósef, Maria og Jesus úr Betlehem. Sum tey gingu suðureftir, og tað tók at lýsa í eystri, hugsaði Jósef ivaleyst um, hvat mundi liggja fyri framman. Hvussu kundi ein fátækur træsmiður verja sína familju fyri so óndum kreftum? Mundi hann altíð fara at vera mentur at uppihalda familjuni? Fór hann at vera førur fyri at halda á og røkja ta stóru uppgávuna, hann hevði fingið frá Jehova, nevniliga at ansa eftir og uppala hetta heilt serliga barnið? Avbjóðingarnar vóru ræðandi. Meðan vit kanna, hvussu hann kláraði tær, fara vit at læra, hví pápar í dag, ja, vit øll, eiga at taka eftir trúnni hjá Jósefi.

Jósef vardi sína familju

4, 5. (a) Hvussu broyttist lívið hjá Jósefi fullkomiliga? (b) Hvussu eggjaði eingilin Jósefi til at átaka sær eina ómetaliga stóra uppgávu?

4 Eina tíð frammanundan broyttist lívið hjá Jósefi fullkomiliga.  Tað var eftir, at hann varð trúlovaður dóttir Eli heima í Nazaret. Jósef visti, at Maria elskaði Jehova og hansara siðareglur. Men so fann hann út av, at hon var við barn! Hann ætlaði at skiljast frá henni í loyndum, so eingin gøla skuldi verða. * Men so vísti ein eingil seg fyri honum í dreymi og greiddi honum frá, at Maria var við barn av heilaga anda Jehova. Eingilin legði aftrat, at sonurin, hon bar, ’skuldi frelsa fólk sítt frá syndum teirra’. Hann segði eisini við Jósef: „Óttast ikki at taka til tín Mariu, konu tína!“ — Matt. 1:18-21.

5 Jósef, sum var ein rættvísur og lýðin maður, gjørdi sum eingilin hevði sagt. Hann tók á seg ta ómetaliga stóru ábyrgdina at uppala og ansa eftir einum soni, ið ikki var hansara egni, men dýrabarasti sonur Guds. Seinni fóru Jósef og kona hansara, sum var við barn, til Betlehem at lata seg skriva í manntal eftir boðum frá keisaranum. Har varð barnið føtt.

6-8. (a) Hvørjar hendingar høvdu enn eina broyting við sær fyri Jósef og familjuna? (b) Hvussu vita vit, at tað var Satan, sum setti „stjørnuna“ á himmalin? (Sí eisini undirgreinina.)

6 Jósef og familjan fóru ikki aftur til Nazaret, men vórðu verandi í Betlehem, sum lá einar tíggju kilometrar frá Jerusalem. Tey vóru fátæk, men Jósef gjørdi alt, hann var mentur, fyri at verja og ansa eftir Mariu og Jesusi. Skjótt búsettust tey í einum lítlum húsi. Jesus var ikki longur eitt pinkubarn, men kanska gott og væl ársgamal, tá ið lív teirra knappliga broyttist aftur.

7 Nakrir menn, sum vóru stjørnufrøðingar, komu at vitja. Teir komu úr Eysturlondum, helst líka úr Bábylon. Teir høvdu fylgt eini „stjørnu“ til húsið hjá Jósefi og Mariu og leitaðu eftir einum barni, sum skuldi verða kongur jødanna. Menninir vístu stóra virðing.

8 Hvørt stjørnufrøðingarnir vistu tað ella ikki, høvdu teir komið lítla Jesusi í lívsvanda. „Stjørnan“, sum teir høvdu sæð, hevði fyrst leitt teir til Jerusalem og ikki til Betlehem. * Har søgdu teir tí ónda konginum, Heródesi, at teir leitaðu eftir einum barni, sum skuldi verða kongur jødanna. Heródes varð frá sær sjálvum av øvundsjúku, tá ið hann frætti hetta.

9-11. (a) Á hvønn hátt vóru størri kreftir enn Heródes og Satan í umbúna? (b) Hvussu var ferðin til Egyptalands øðrvísi, enn hon verður lýst í apokrýfiskum mýtum?

9 Tíbetur vóru størri kreftir enn Heródes og Satan í umbúna. Hvussu tá? Jú, tá ið menninir komu til húsið og sóu Jesus saman við mammu síni, góvu teir honum gávur og vildu einki hava afturfyri.  Tað man hava verið heilt løgið hjá Jósefi og Mariu, at tey nú áttu so stór virði sum „gull, roykilsi og myrra“. Stjørnufrøðingarnir ætlaðu sær at fara aftur til Heródes kong at siga honum, hvar teir høvdu funnið barnið. Men so legði Jehova upp í leikin. Í einum dreymi gav hann teimum boð um at fara eina aðra leið heimaftur. — Les Matteus 2:1-12.

10 Stutt eftir at stjørnufrøðingarnir vóru farnir, fekk Jósef hesa ávaring frá eingli Jehova: „Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og flýggja til Egyptalands, og verð har, inntil eg sigi tær til! Tí Heródes fer at leita eftir barninum at drepa tað.“ (Matt. 2:13) Og sum vit fingu at vita fyrst í kapitlinum, gjørdi Jósef alt fyri eitt, sum hann varð biðin. Hann setti trygdina hjá barninum fram um alt annað og fór til Egyptalands við familju síni. Dýrabaru gávurnar, sum teir heidnu stjørnufrøðingarnir høvdu givið teimum, hjálptu Jósefi at rinda útreiðslurnar í sambandi við ferðina og uppihaldið í Egyptalandi.

Jósef var ósjálvsøkin og gjørdi sítt ítasta fyri at verja son sín

11 Apokrýfiskar mýtur og halgisøgur romantiseraðu seinni ferðina til Egyptalands og róðu fram undir, at lítli Jesus við undrum stytti teimum ferðina, gjørdi brotsmenn óskaðiligar og enntá fekk dadlupálmar at benda seg niður fyri mammuni, so hon kundi henta fruktirnar. * Men í veruleikanum var tað bert ein long og strævin ferð inn í tað ókenda.

Jósef hugsaði meira um familjuna hjá sær enn um seg sjálvan

12. Hvat kunnu foreldur, sum uppala børn í hesum vandamikla heimi, læra av Jósefi?

12 Foreldur kunnu læra nógv av Jósefi. Hann var fúsur at skúgva bæði arbeiði og vælveru til viks fyri at verja familjuna ímóti vanda. Tað er eyðsæð, at hann metti sína familju sum eina dýrabara gávu frá Jehova. Foreldur í dag uppala síni børn í einum vandamiklum heimi, har nógvar kreftir hótta við at skaða ella púra oyðileggja børn og ung. Mammur og pápar, sum taka eftir Jósefi og gera sítt ítasta fyri at verja síni børn fyri hesi ávirkanini, hava nógv rós uppiborið.

Jósef uppihelt familju síni

13, 14. Hví fóru Jósef og Maria aftur til Nazaret at ala upp børn síni?

13 Tað tykist, sum familjan ikki varð verandi leingi í Egyptalandi, tí áðrenn long tíð var liðin, segði eingilin Jósefi, at Heródes  var deyður. Jósef fór við familjuni heimaftur til land sítt. Ein gomul profeti hevði boðað frá, at Jehova skuldi kalla son sín „úr Egyptalandi“. (Matt. 2:15) Jósef hevði ein leiklut í uppfyllingini av hesi profetiini. Men hvar skuldi hann nú fara við familjuni?

14 Jósef var varin. Hann bar av røttum ótta fyri eftirmanni Heródesar, Arkelaus, sum eisini var óndur og drápshugaður. Við Guds leiðslu fór Jósef við familju síni norðureftir, burtur frá Jerusalem og øllum svikaráðunum har, aftur til heimbygdina Nazaret í Galilea. Har búsettust hann og Maria og aldu upp børn síni. — Les Matteus 2:19-23.

15, 16. Hvussu var arbeiðið hjá Jósefi, og hvørji amboð hevur hann møguliga nýtt?

15 Lívið hjá teimum var einfalt, men ikki lætt. Bíblian sigur, at Jósef var træsmiður, og nýtir eitt orð, sum fevnir um nógvar mátar at arbeiða við viði, eitt nú at fella trø og fáa tey heim til hús, leggja tey at turka og gera viðin til reiðar at byggja hús, bátar, brýr, vagnar, hjól, ok og ymisk landbúnaðaramboð. (Matt. 13:55) Tað var strævið arbeiði. Ein træsmiður á Bíbliunnar døgum arbeiddi ofta í túninum beint við dyrnar ella í eini smiðju nærindis húsinum.

16 Jósef nýtti nógv ymisk amboð, nøkur hevði hann helst fingið eftir pápa sín. Hann hevur møguliga nýtt vinkul, lodd, kritsnór, sag, øks, skarøks, hamara, træhamara, meitil og ymisk sløg av lími. Hann hevur kanska eisini brúkt ein bor, sum varð snaraður við snórinum á einum boga, ið varð hálaður aftur og fram. Møguliga nýtti hann eisini seym av og á, men teir vóru dýrir.

17, 18. (a) Hvat lærdi Jósef Jesus? (b) Hví noyddist Jósef at stríðast meira og meira í yrki sínum?

17 Ímynda tær, hvussu smádrongurin Jesus stóð og eygleiddi fosturpápa sín, meðan hann arbeiddi. Við víðopnum eygum fylgdi hann hvørji einastu rørslu hjá Jósefi og var uttan iva hugtikin av teimum sterku, breiðu herðunum, teimum vøddamiklu ørmunum, teimum dugnaligu hondunum og teimum klóku eygunum. Kanska lærdi Jósef lítla sonin einfaldar uppgávur, sum til dømis at pussa  tann rísna viðin við turrari fiskaskræðu. Hann lærdi helst eisini Jesus at síggja mun á teimum ymisku sløgunum av viði, sum hann arbeiddi við — til dømis á morberjafikutræi, eikitræi og oljuberjatræi.

Jósef lærdi son sín upp sum træsmið

18 Jesus lærdi eisini, at tær sterku hendurnar, ið kundu fella trø, høgga út bjálkar og buka skoyti saman, eisini kundu vera eymar hendur, sum kíndu og uggaðu hann, mammu hansara og systkin hansara. Ja, familjan hjá Jósefi og Mariu vaks, og at enda hevði Jesus í minsta lagi seks systkin. (Matt. 13:55, 56) Jósef mátti stríðast meira og meira fyri taka sær av teimum og breyðføða tey.

Jósef visti, at tað, sum hevði størstan týdning, var at taka sær av andaliga tørvinum hjá familjuni

19. Hvussu tók Jósef sær av andaliga tørvinum hjá familjuni?

19 Men Jósef visti, at tað, sum hevði størstan týdning, var at taka sær av andaliga tørvinum hjá familjuni. Tí gav hann sær stundir til at læra síni børn um Jehova Gud og hansara lógir. Hann og Maria høvdu regluliga børnini við sær í sýnagoguna, har Lógin varð lisin upp og útløgd. Aftaná hevði Jesus kanska nógvar spurningar, og Jósef gjørdi sær ómak at svara teimum. Jósef hevði eisini familjuna við sær á tær stóru høgtíðirnar í Jerusalem. Hann hevði kanska fyri neyðini at seta tvær vikur av til ta árligu páskahøgtíðina, tí ferðin var meira enn 120 kilometrar long hvønn vegin.

Jósef fór regluliga saman við familju síni til Jerusalem at tilbiðja í templinum

20. Hvussu kunnu kristin familjuhøvd gera eins og Jósef?

20 Kristin familjuhøvd í dag gera nakað líknandi. Teir eru ósjálvsøknir og lata andaligu upplæringina hjá børnunum koma fram um alt annað, eisini materiellar ágóðar. Teir gera sær stóran ómak at læra børnini um Jehova heima við hús og at hava tey við á møti og stevnur. Eins og Jósef vita teir, at hetta er besta íløgan, teir kunnu leggja í síni børn.

„Sorgarfull“

21. Hvussu var tíðin um páskirnar hjá Jósefi og familjuni, og nær varnaðust Jósef og Maria, at Jesus var burtur?

21 Tá ið Jesus var 12 ára gamal, fór Jósef við familjuni til Jerusalem, sum hann var vanur. Nú vóru páskir, ein veitslukend tíð, og stórar familjur ferðaðust saman eftir fruktbara og várgrøna landslagnum. Sum tey nærkaðust tí heldur bera lendinum rundan um Jerusalem, ið lá høgt, fóru nógv at syngja teir kendu hátíðarferðasálmarnar. (Sl. 120–134) Býurin uddi helst í hundraðtúsundtals  menniskjum. Eftir høgtíðina fóru familjurnar heimaftur. Jósef og Maria, sum helst høvdu úr at gera, hugsaðu kanska, at Jesus fylgdist við onkrum øðrum, møguliga skyldfólki. Ikki fyrr enn tey vóru komin eina heila dagsferð úr Jerusalem, varnaðust tey nakað ræðuligt — Jesus var burtur! — Luk. 2:41-44.

22, 23. Hvat gjørdu Jósef og Maria, tá ið tey varnaðust, at sonur teirra var burtur, og hvat segði Maria, tá ið tey endiliga funnu hann?

22 Frá sær sjálvum av ótta gingu tey allan vegin aftur til Jerusalem. Ímynda tær, hvussu tómur og fremmandur býurin mundi tykjast teimum nú, meðan tey gingu oman og niðan eftir gøtunum og róptu navnið á soni sínum. Hvar kundi drongurin vera? Mundi Jósef, tá ið tey høvdu leitað í tríggjar dagar, hugsa, at hann hevði  svikið í sambandi við heilagu uppgávuna, sum Jehova hevði givið honum? At enda fóru tey í templið. Har leitaðu tey, inntil tey komu fram á eitt stórt rúm, har nógvir lógkønir menn vóru — og mitt ímillum teirra sat Jesus! Hugsa tær, hvussu stóran lætta Jósef og Maria kendu. — Luk. 2:45, 46.

23 Jesus lurtaði eftir lógkønu monnunum og tráspurdi teir við stórum áhuga. Menninir vóru ovfarnir av, at drongurin visti so væl og dugdi so væl at svara. Men Maria og Jósef vóru skelkað. Sambært bíbilsku frásøguni segði Jósef einki. Men Maria segði tað, sum tey bæði hugsaðu: „Barn, hví gjørdi Tú okkum hetta! Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær.“ — Luk. 2:47, 48.

24. Hvussu málar Bíblian eina beinrakna mynd av at vera foreldur?

 24 Við nøkrum fáum, vælvaldum penslastrokum málar Guds orð soleiðis eina beinrakna mynd av lívinum sum foreldur. Tað kann hava nógvar stúranir við sær, eisini sjálvt um barnið er fullkomið! At vera foreldur í hesum vandamikla heimi kann vera sera ’sorgarfult’, men tað kann ugga mammur og pápar at vita, at Bíblian viðurkennir, at tað er ein avbjóðing at hava børn.

25, 26. Hvussu svaraði Jesus foreldrum sínum, og hvussu ávirkaði tað, sum hann segði, Jósef?

25 Av øllum støðum í heiminum hevði Jesus verið har, sum hann kendi seg allarnærmast himmalska Faðir sínum, Jehova, og hann royndi at fáa so nógv at vita um hann, sum hann kundi. Hann svaraði foreldrum sínum opið og ærliga: „Hví leitaðu tit eftir Mær? Vitstu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?“ — Luk. 2:49.

26 Jósef hugsaði ivaleyst ofta um hetta. Kanska var hann sera errin av, at Jesus hevði sagt so. Hann hevði jú gjørt sær stóran ómak at læra fostursonin at hava hetta tætta sambandið við Jehova Gud. Um hetta mundið var Jesus longu vorðin góður við orðið „Faðir“ — uttan iva tí hann í Jósefi hevði ein góðan pápa.

27. Hvønn framíhjárætt hevur tú sum pápi, og hví skalt tú minnast til Jósef?

27 Um tú ert pápi, veitst tú so, hvussu stórur framíhjárættur tað er, at tú kanst læra børnini hjá tær, hvat ein góður og umhyggin pápi er? Eisini um tú hevur stjúkbørn ella ættleidd børn, mást tú minnast til Jósef og vera líka góður við øll børnini, dýrabar sum tey eru. Hjálp teimum at fáa tætt samband við sín himmalska Faðir, Jehova Gud. — Les Efesusbrævið 6:4.

Jósef helt trúfastur á

28, 29. (a) Hvat vísa orðini í Lukas 2:51, 52 um Jósef? (b) Hvussu hjálpti Jósef soni sínum at taka til í vísdómi?

28 Bíblian sigur okkum ógvuliga lítið um restina av lívinum hjá  Jósefi, men tað er vert at kanna tað væl, sum hon sigur. Vit lesa, at Jesus fór við Jósefi og Mariu heimaftur og „var teimum lýðin“. Vit lesa eisini, at „Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Gudi og menniskjum“. (Les Lukas 2:51, 52.) Hvat siga hesi orðini okkum um Jósef? Jú, vit læra millum annað, at hann framhaldandi gekk á odda í familjuni, tí fullkomni sonur hansara hevði virðing fyri hansara myndugleika og helt fram at lýða hann.

29 Vit læra eisini, at Jesus tók til í vísdómi. Jósef hjálpti honum eyðsæð at gera framstig í hesum sambandi. Tá á døgum var eitt gamalt orðtak kent millum jødarnar. Tað ber enn til at finna og lesa tað í dag. Tað snúði seg um, at bert menn, sum ikki høvdu fyri neyðini at arbeiða, kundu gerast veruliga vísir. Handverkarar sum træsmiðir, jarnsmiðir og bøndur „kunnu ikki tosa við um rættvísi og dóm, og teir eru ikki at finna, har talað verður í líknilsum“. Seinni avdúkaði Jesus, hvussu skeivt hetta orðtakið var. Tá ið Jesus var drongur, hevði hann ofta hoyrt fosturpápa sín greiða væl og virðiliga frá um „rættvísi og dóm“ Jehova, hóast hann bert var ein fátækur træsmiður.

30. Hvussu gjørdist Jósef ein góð fyrimynd hjá familjuhøvdum í dag?

30 Jósef hevði helst eisini ávirkan á kropsligu menningina hjá Jesusi. Foreldrini tóku sær væl av Jesusi, so hann gjørdist ein sunnur og sterkur maður. Jósef lærdi son sín at gera handaligt arbeiði til lítar. Tí var Jesus ikki bert kendur sum sonur træsmiðin, men eisini sum „træsmiðurin“. (Mark. 6:3) So upplæringin hjá Jósefi var væleydnað. Tað er gott, um familjuhøvd taka eftir Jósefi, syrgja væl fyri børnum sínum og tryggja sær, at tey verða før fyri at uppihalda sær sjálvum.

31. (a) Hvat fáa vit at vita í frásøguni, sum gevur eina ábending um, nær Jósef doyði? (Sí eisini  rammuna.) (b) Á hvønn hátt er Jósef ein fyrimynd hjá okkum?

31 Tá ið vit í bíbilsku frásøguni koma fram til tíðina, tá ið Jesus um 30 ára aldur verður doyptur, hoyra vit ikki meira um Jósef. Alt bendir á, at Maria var einkja, tá ið Jesus fór undir sína tænastu. (Sí rammuna  „Nær doyði Jósef?“) Men Jósef læt eitt týðiligt spor eftir seg. Hann gjørdist eitt frálíkt dømi um ein pápa, sum vardi sína familju, uppihelt henni og trúfastur helt á líka til endan. Tað hevði verið gott, um allir pápar, øll familjuhøvd, ja, øll kristin tóku eftir trúnni hjá Jósefi.

^ par. 4 Tá á døgum varð trúloving mett at vera næstan líka bindandi sum hjúnaband.

^ par. 8 Henda „stjørnan“ var einki vanligt stjørnufrøðiligt fyribrigdi, og tað var heldur ikki Gud, sum hevði sett hana á himmalin. Tað er eyðsæð, at tað var Satan, sum brúkti hetta yvirnatúrliga fyribrigdið til at fremja sína óndu ætlan um at drepa Jesus.

^ par. 11 Bíblian vísir týðiliga, at Jesus ikki gjørdi „fyrsta tekin Sítt“ fyrr enn eftir dóp sín. — Jóh. 2:1-11.