Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

 KAPITTUL SEKS

Hon læt hjarta sítt upp fyri Gudi í bøn

Hon læt hjarta sítt upp fyri Gudi í bøn

1, 2. (a) Hví var Hanna kedd, meðan hon fyrireikaði seg til eina ferð? (b) Hvat kann søgan um Hannu læra okkum?

HANNA royndi at fylla sína tíð við fyrireikingum til ferðina, so hon ikki skuldi hugsa um sínar trupulleikar. Tað átti at verið ein tíð at gleða seg. Maður hennara, Elkana, plagdi á hvørjum ári at fara til Silo at tilbiðja har í halgidóminum, og hann hevði altíð familjuna við sær. Jehova vildi, at slík høvi skuldu vera gleðilig. (Les Fimtu Mósebók 16:15.) Og tað er eingin ivi um, at Hanna, heilt frá hon var smágenta, hevði glett seg til slíkar høgtíðir. Men seinnu árini høvdu hennara umstøður broytt seg.

2 Hon kundi gleða seg um at hava ein mann, sum elskaði hana. Men Elkana hevði eina konu aftrat. Hon æt Peninna, og tað tykist, sum hon hevði sett sær fyri at vera órein við Hannu. Tað eydnaðist enntá Peninnu at gera hesar árligu ferðirnar til eina sanna plágu hjá Hannu. Hvussu tá? Og av enn størri týdningi, hvussu hjálpti sterka trúgvin Hannu at klára eina støðu, sum ofta kendist púra vónleys? Um tú ert fyri avbjóðingum, sum stjala tína gleði um lívið, fer frásøgan um Hannu kanska serliga at nema títt hjarta.

„Hví ert tú so sorgarbundin?“

3, 4. Hvørjar tveir stórar trupulleikar hevði Hanna at dragast við, og hví vóru teir báðir ein avbjóðing?

3 Bíblian nevnir, at Hanna hevði tveir stórar trupulleikar. Tann fyrra hevði hon lítla ávirkan á og tann seinna als onga. Hon var í einum fleirkonuhjúnalagi, har hin konan hataði hana. Haraftrat kundi hon ikki fáa børn. Barnloysi er ein torfør støða hjá øllum kvinnum, sum leingjast eftir at fáa børn, men í teirri tíðini og í samfelagnum, sum Hanna livdi í, var tað orsøk til enn størri sorg. Allar familjur væntaðu at fáa børn, sum kundu bera familjunavnið víðari. Tað var bæði skomm og vanæra, um hjún eingi børn fingu.

4 Hanna hevði kanska klárað at borið tað, um Peninna ikki hevði argað hana. Fleirkonuhjúnalag hevur ongantíð verið nøkur  fyrimyndarlig støða at vera í. Kapping, klandur og hjartasorg var gerandiskostur. Tað var langt frá tí hjúnalagnum, sum Gud ásetti í urtagarðinum Eden, nevniliga tað millum ein mann og eina kvinnu. (1 Mós. 2:24) Bíblian málar soleiðis eina óhugaliga mynd av fleirkonuhjúnalagi, og beiska lýsingin av lívinum í húskinum hjá Elkana er eitt týðandi penslastrok í hesi myndini.

5. Hví gjørdi Peninna seg inn á Hannu, og hvussu?

5 Elkana elskaði Hannu meira enn Peninnu. Sambært jødiskari søgn gifti hann seg fyrst við Hannu og so, nøkur ár seinni, við Peninnu. Hvussu var og ikki, fann Peninna, sum var sera øvundsjúk inn á Hannu, nógvar mátar at gera seg inn á sín kappingarneyta. Fyrimunurin, Peninna hevði fram um Hannu, var, at hon var før fyri at fáa børn. Hon fekk eitt barnið fyri og annað eftir, og gjørdist meiri og meiri innbilsk fyri hvørt barnið, hon fekk. Heldur enn at taka synd í Hannu og at ugga hana í hesi sorgarfullu støðuni, stoytti Peninna salt í sárið. Bíblian sigur, at Peninna argaði Hannu „fyri at loypa ilt í hana“. (1 Sám. 1:6) Hon gjørdi tað við vilja. Hon vildi særa Hannu, og tað eydnaðist henni.

Tað píndi Hannu, at hon ikki kundi fáa børn, og Peninna gjørdi ilt verri

6, 7. (a) Hví mundi Hanna ikki siga Elkana frá allari søguni, tá ið hann nú royndi at ugga hana? (b) Merkti barnloysið hjá Hannu, at Jehova ikki var nøgdur við hana? Greið frá. (Sí undirgreinina.)

6 Tað tykist, sum Peninnu serliga væl dámdi at arga Hannu, tá ið árliga ferðin til Silo stóð fyri durum. Elkana gav „øllum sonum og døtrum“ Peninnu nakrar lutir av ofrinum til Jehova. Men síni elskaðu Hannu gav hann eitt serligt stykki. Tað fekk øvundsjúku Peninnu at arga Hannu so illa við hennara barnloysi, at henda neyðars kvinna brast útúr at gráta og enntá misti matarlystin. Elkana sá týðiliga, at Hanna var sorgarbundin, og at hon einki át; tí royndi hann at ugga hana. Hann spurdi: „Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú ikki? Hví ert tú so sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?“ — 1 Sám. 1:4-8.

7 Tað skal Elkana eiga, hann skilti, at orsøkin, til at Hanna var so kedd, hevði við hennara barnloysi at gera. Og Hanna var ivaleyst glað um, at hann vissaði hana um sín kærleika. * Men Elkana nevndi einki um,  hvussu órein Peninna var, og einki í bíbliufrásøguni bendir á, at Hanna fortaldi honum tað. Kanska dugdi hon at síggja, at hon bara hevði gjørt støðuna verri við at siga honum, hvussu Peninna bar seg at. Hevði Elkana veruliga gjørt nakað fyri at broyta støðuna? Hevði Peninna ikki fingið enn størri illvilja móti Hannu, og høvdu børnini og tænararnir hjá hesi óreinu kvinnuni ikki bert fylgt hennara fyridømi? Hanna hevði bara kent seg meira og meira óynskta í sínum egna húski.

Tá ið Hanna varð illa viðfarin heima við hús, leitaði hon sær ugga hjá Jehova

8. Hví er tað uggandi at minnast til, at Jehova er hin rættvísi Gud, tá ið vit eru fyri óreinskapi ella órættvísi?

8 Uttan mun til um Elkana visti, hvussu órein Peninna var, sá Jehova Gud alt, sum fór fram. Hansara orð vísir okkum alla myndina, og er soleiðis teimum ein ávaring, ið av øvundsjúku ella hatri ynda at gera og siga ymiskt óreint, sum kanska einki tykist at hava upp á seg. Hinvegin kunnu tey, sum eru sakleys og friðsom eins og Hanna, ugga seg við, at okkara rættvísi Gud fær alt í rættlag, tá ið hann vil, og sum hann vil. (Les Fimtu Mósebók 32:4.) Hetta visti Hanna kanska, tí tað var nettupp hjá Jehova, hon leitaði sær hjálp.

’Ikki longur sorgarbundin’

9. Hvat lærir tað okkum, at Hanna fór við til Silo, hóast hon visti, hvussu Peninna fór at vera?

9 Tíðliga á morgni var rokan í húsinum. Øll gjørdu seg klár til ferðina, eisini børnini. Henda stóra familjan skuldi ferðast meiri enn 30 kilometrar gjøgnum fjallalendið í Efraim fyri at koma til Silo. * Tað fór at taka ein ella tveir dagar til gongu. Hanna visti, hvussu Peninna fór at vera, men kortini fór hon við. Soleiðis gjørdist hon ein einastandandi fyrimynd hjá Guds tænarum fram til henda dag. Vit mugu ongantíð lata ringa atburðin hjá øðrum órógva okkara gudsdýrkan. Gjørdu vit tað, høvdu vit ikki fingið tær signingarnar, okkum tørvar fyri at halda út.

10, 11. (a) Hví fór Hanna so skjótt sum til bar yvir til halgidómin? (b) Hvussu oysti Hanna út hjarta sítt í bøn til himmalska Faðir sín?

10 Tá ið tey høvdu gingið ein heilan dag eftir buktutum fjallagøtum, nærkaðust tey umsíðir Silo. Har lá býurin, á eini høvd við fjøllum næstan allan vegin rundan um. Sum tey nærkaðust býnum, hugsaði Hanna helst nógv um, hvat hon skuldi siga við Jehova í bøn. Tá ið tey vóru komin leiðina fram, fóru tey at eta eina máltíð saman. So skjótt sum til bar, reistist Hanna og fór yvir til halgidómin hjá Jehova. Høvuðspresturin Eli var har, hann sat við  durastavin. Men Hanna hugsaði bert um Gud sín. Hon var vís í, at Gud fór at hoyra hennara bøn her í halgidóminum. Sjálvt um eingin annar til fulnar skilti hennara truplu støðu, so skilti Faðir hennara í himli hana. Sorgin bólgnaði upp innan í henni, og hon fór at gráta.

11 Hanna græt so illa, at hon ristist, øll sum hon var, meðan hon bað til Jehova. Varrar hennara rørdust, tá ið hon innantanna setti orð á sína sorg fyri Jehova. Hon bað leingi og oysti út hjarta sítt í bøn til Faðir sín. Men hon gjørdi meir enn bert at biðja Gud uppfylla hennara djúpa ynski um at fáa eitt barn. Hanna var ikki bert altrá eftir at verða signað av Gudi, men eisini eftir at geva honum nakað. Tí gav hon Jehova eitt lyfti og segði, at um hon fekk ein son, skuldi hon víga hann til eina lívlanga tænastu fyri Jehova. — 1 Sám. 1:9-11.

12. Hvat skulu vit hava í huga í sambandi við bøn, sum dømið við Hannu vísir?

12 Soleiðis gjørdist Hanna ein fyrimynd hjá øllum tænarum Guds í sambandi við bøn. Jehova bjóðar sínum tænarum, at teir frítt kunnu venda sær til hansara í bøn og oysa út sínar stúranir, eins og eitt barn leitar sær hjálp hjá sínum góðu foreldrum. (Les Sálm 62:9; Fyrra Tessalonikabræv 5:17.) Pætur ápostul fekk íblástur til at skriva hesi uggandi orðini um bøn til Jehova: „Kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ — 1 Pæt. 5:7.

13, 14. (a) Hvat var Eli skjótur at hugsa um Hannu, og hví? (b) Hvussu er svarið, Hanna gav Eli, eitt frálíkt dømi um trúgv?

13 Men menniskju eru ikki so samkennandi sum Jehova. Meðan Hanna grátandi bað til Gud, kvakk hon við av eini rødd. Tað var Eli, høvuðspresturin, sum hevði eygleitt hana. Hann segði: „Hvussu leingi fert tú at ganga og vera drukkin? Síggj til, at tú letur renna av tær!“ Eli hevði lagt til merkis, at Hanna var kensluliga ávirkað, at varrar hennara rørdu seg, og at hon græt. Heldur enn at spyrja, hvat var galið, leyp hann framav og helt, at hon var drukkin. — 1 Sám. 1:12-14.

14 Sum tað man hava sært Hannu í hesi sálarkvølini at vera fyri eini so ógrundaðari ákæru — og so frá einum manni, sum hevði eitt slíkt álitisstarv! Kortini var hon aftur eitt frálíkt fyridømi í trúgv. Hon læt ikki ófullkomileikan hjá einum menniskja forða sær í at tilbiðja Jehova. Hon svaraði Eli við virðing og greiddi honum frá støðuni. Nú segði hann við hana, møguliga meira sinniliga og blídliga enn áður: „Far í friði! Gud Ísraels skal geva tær tað, ið tú hevur biðið Hann um!“ — 1 Sám. 1:15-17.

15, 16. (a) Hvussu ávirkaði tað Hannu, at hon læt hjarta sítt upp fyri Jehova í bøn og tilbað hann í halgidóminum? (b) Hvussu kunnu vit taka eftir Hannu, tá ið vit eru kedd?

 15 Hvussu ávirkaði tað Hannu, at hon læt hjarta sítt upp fyri Jehova í bøn og tilbað hann í halgidómi hansara? Frásøgan sigur: „So fór kvinnan avstað, og nú át hon og sá ikki longur so sorgarbundin út.“ (1 Sám. 1:18) Nú lætnaði Hanna um hjartað. Hon hevði so at siga flutt sína tungu kensluligu byrðu yvir á herðar, sum vóru nógv breiðari og sterkari enn hennara egnu, herðarnar á himmalska Faðir sínum. (Les Sálm 55:23.) Er nakar trupulleiki ov tungur at bera hjá honum? Nei — ikki tá, ikki nú, nei, á ongum sinni!

16 Tá ið vit kenna okkum niðurboygd ella yvirtikin av sorg, er tað skilagott, at vit taka eftir Hannu og frítt venda okkum til hansara, sum sambært Bíbliuni „hoyrir bønir“. (Sl. 65:3) Gera vit tað í trúgv, verður okkara sorg kanska eisini umskift við ’frið Guds, sum stígur upp um alt vit’. — Fil. 4:6, 7.

„Eingin klettur er sum Gud okkara“

17, 18. (a) Hvussu stuðlaði Elkana Hannu í sambandi við lyftið, sum hon hevði givið? (b) Hvat bar ikki longur til hjá Peninnu?

17 Morgunin eftir fór Hanna aftur yvir til halgidómin saman við Elkana. Hon hevði allarhelst sagt honum frá tí, hon hevði biðið um, og frá lyftinum, hon hevði givið, tí Móselógin segði, at ein maður hevði rætt til at ógilda eitt lyfti, sum kona hansara hevði givið uttan hansara góðkenning. (4 Mós. 30:11-16) Men tað kom ikki trúfasta Elkana til hugs. Nei, hann og Hanna tilbóðu Jehova saman í halgidóminum, áðrenn tey fóru heimaftur.

18 Nær skilti Peninna, at tað ikki longur nyttaði nakað at arga Hannu? Tað fáa vit ikki at vita í frásøguni, men orðingin „ikki longur so sorgarbundin“ rør fram undir, at Hanna nú varð glaðari. Tað tykist í hvussu er, sum Peninna skjótt skilti, at hennara óreinskapur ikki longur rein við hjá Hannu. Peninna verður ikki nevnd aftur í Bíbliuni.

19. Hvørja signing fekk Hanna, og hvussu vísti hon, at hon skilti, hvaðani signingin var komin?

19 Sum mánaðirnir gingu, vaks innari friðurin hjá Hannu til eina ósigiliga lukku. Hon var við barn! Í allari gleðini gloymdi Hanna ongantíð, hvaðani henda signingin var komin. Tá ið drongurin var borin, valdi hon navnið Sámuel, ið merkir „navn Guds“, og tað sipar eyðsýniliga til at ákalla navn Jehova, sum Hanna hevði gjørt. Tað árið fór hon ikki við Elkana og familjuni til Silo. Hon varð verandi heima við dreinginum í trý ár, inntil hon hevði vant hann frá brósti. Í huganum royndi hon at búgva seg til tann dagin, hon skuldi lata elskaða son sín frá sær.

20. Hvussu hildu Hanna og Elkana lyftið, tey høvdu givið Jehova?

 20 Tað hevur ikki verið lætt at fara frá soninum. Hanna visti sjálvsagt, at Sámuel fór at hava tað gott í Silo. Kanska fóru nakrar av kvinnunum, sum tæntu í halgidóminum at ansa eftir honum. Men hann var so lítil, og hvørjari mammu leingist ikki eftir at vera saman við barni sínum? Kortini fóru Hanna og Elkana avstað við dreinginum, ikki treyðugt, men í takksemi. Tey ofraðu í húsi Guds og fóru til Eli við Sámueli og mintu Eli á lyftið, Hanna hevði givið fleiri ár frammanundan.

Hanna var veruliga Sámueli ein góð mamma

21. Hvussu sást sterka trúgvin hjá Hannu aftur í hennara bøn til Jehova? (Sí eisini rammuna „ Tvær merkisverdar bønir“.)

21 Hanna bað síðani eina bøn, sum Gudi dámdi so væl, at hann læt hana skriva í sítt innblásta orð. Meðan tú lesur orðini hjá Hannu, sum eru at finna í Fyrru Sámuelsbók 2:1-10, sært tú á hvørjari reglu, hvussu sterka trúgv hon hevði. Hon lovaði Jehova fyri, at hann nýtti vald sítt so avbera væl — hann eyðmýkti hini hugmóðigu og signaði tey kúgaðu, hann tók lív og bjargaði eisini undan deyðanum. Hon lovaði Faðir sínum fyri hansara framúrskarandi heilagleika, rættvísi og trúfesti. Við góðari grund kundi Hanna siga: „Eingin klettur er sum Gud okkara!“ Jehova er fullkomiliga álítandi og óbroytiligur, eitt skjól hjá øllum teimum kúgaðu, sum leita sær hjálp hjá honum.

22, 23. (a) Hví kunnu vit vera vís í, at Sámuel visti, at foreldrini elskaðu hann? (b) Hvørjar aðrar signingar gav Jehova Hannu?

22 Lítli Sámuel var sanniliga heppin at hava eina mammu, sum hevði so sterka trúgv á Jehova. Hóast hann sjálvandi saknaði hana, meðan hann vaks upp, føldi hann seg ongantíð gloymdan. Ár undan ári kom Hanna aftur til Silo, og hon hevði ein kappa við til Sámuel, sum hann  kundi brúka í tænastuni í halgidóminum. Hvør einasti stingur bar boð um hennara móðurkærleika og umsorgan. (Les Fyrru Sámuelsbók 2:19.) Tað er lætt at síggja Hannu fyri sær, sum hon læt Sámuel í tann nýggja kappan, hampaði hann við eymligum eygnabrái og tosaði blídliga við hann. Tað var ein signing hjá Sámueli at hava eina sovorðna mammu, og hann vaks upp og bleiv ein signing hjá foreldrunum og øllum Ísrael.

23 Hanna varð heldur ikki gloymd. Jehova læt upp hennara móðurlív, og hon bar Elkana fimm børn aftrat. (1 Sám. 2:21) Men kanska var størsta signingin hjá Hannu tað bandið, sum var millum hana og Faðir hennara, Jehova, og tað bara styrktist sum árini gingu. Vónandi fært tú eisini eitt tættari samband við Jehova, tá ið tú tekur eftir trúnni hjá Hannu.

^ par. 7 Hóast bíbliufrásøgan sigur, at Jehova ’hevði stongt móðurlívið’ hjá Hannu, so bendir einki á, at Gud ikki var nøgdur við hesa eyðmjúku og trúføstu kvinnu. (1 Sám. 1:5) Bíblian leggur stundum Gud undir at vera atvoldin til hendingar, sum hann í roynd og veru bert loyvdi í eina tíð.

^ par. 9 Frástøðan er grundað á, at heimbýurin hjá Elkana, Rama, væntandi var sami býurin, ið á Jesu døgum var kendur sum Arimatea.