Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

 KAPITTUL FIMTAN

Hon vardi Guds fólk

Hon vardi Guds fólk

1-3. (a) Hví man tað hava verið ræðandi hjá Ester at stíga fram fyri mann sín? (b) Hvørjar spurningar um Ester fara vit at kanna?

ESTER royndi at sissa seg sjálva, sum hon nærkaðist forgarðinum í kongsborgini í Susan. Tað var ikki lætt. Alt í og rundan um hesa borgina kveikti virðing — marglittu myndirnar av veingjaðum tarvum, bogaskjúttum og leyvum úr glaraðum tigulsteinum, tær foyrutu steinsúlurnar og tignarligu standmyndirnar, ja, sjálvt staðið har borgin lá nærindis kavakløddu Zagrosfjøllunum við útsýni yvir ta reinu Koaspesánna. Alt hetta var gjørt til at vísa teimum vitjandi, hvussu stórt veldi hesin maðurin hevði, sum Ester var á veg inn til. Hann rópti seg sjálvan „kongin mikla“. Hann var eisini maður hennara.

2 Maður hennara! Stórur munur var á Ahasverusi og tí slagi av manni, sum trúfastar jødiskar gentur vónaðu at gifta seg við. * Ahasverus royndi ikki at taka eftir fyridømum sum eitt nú Ábrahami, ið eyðmjúkur tók við leiðbeining frá Gudi um at lurta eftir konu síni, Sáru. (1 Mós. 21:12) Kongurin visti lítið ella kanska einki um Gudin hjá Ester, Jehova, og um hansara lóg. Men hann kendi persisku lógina, ið millum annað setti forboð fyri júst tí, sum Ester var farin í holt við. Hvat var tað? Jú, lógin segði, at ein og hvør, sum steig fram fyri persarakongin, uttan at hann hevði sent boð eftir viðkomandi, kundi verða dømdur til deyðis. Kongurin hevði ikki sent boð eftir Ester, men hon fór kortini til hansara. Tá ið hon nærkaðist innara forgarðinum, har hon fór at vera sjónlig fyri konginum, hevði hon kanska eina kenslu av, at nú gekk hon beinleiðis í deyðan. — Les Ester 4:11; 5:1.

3 Hví setti hon lívið í váða? Og hvat kunnu vit læra av trúnni hjá hesi einastandandi kvinnuni? Latið okkum fyrst vita, hvussu tað yvirhøvur kundi bera til, at Ester var vorðin drotning í Persia.

 Uppvøksturin hjá Ester

4. Hvat vita vit um Ester, og hvussu kom hon at vera hjá systkinabarninum Mordokai?

4 Ester var foreldraleys. Vit vita ógvuliga lítið um foreldrini, ið góvu henni navnið Hadassa, eitt hebraiskt orð fyri „myrtu“, sum er ein runnur við vøkrum hvítum blómum. Tá ið foreldrini hjá Ester doyðu, tók blíði skyldmaður hennara, Mordokai, hana til sín. Tey vóru systkinabørn, men hann var nógv eldri enn hon. Mordokai var so góður við Ester, at hann metti hana sum sína egnu dóttur. — Est. 2:5-7, 15.

Mordokai kundi sanniliga vera errin av fosturdóttur síni

5, 6. (a) Hvussu aldi Mordokai Ester upp? (b) Hvussu var lívið hjá Ester og Mordokai í Susan?

Mordokai og Ester búðu sum útlagnir jødar í høvuðsstaðnum í Persia, har tey helst vóru vanvird fyri sína trúgv og lógina, tey royndu at fylgja. Men Ester kendi seg uttan iva meira og meira knýtta at systkinabarninum, so hvørt sum hann lærdi hana um Jehova, hin miskunnsama Gud, ið so ofta hevði bjargað fólki sínum í forðum — og fór at gera tað aftur. (3 Mós. 26:44, 45) Tað er eyðsæð, at Ester og Mordokai vórðu knýtt at hvør øðrum í kærleika og trúfesti.

6 Líkt er til, at Mordokai hevði eitt embæti í borgini Susan, tí hann sat javnan í kongsportrinum saman við øðrum tænastumonnum hjá konginum. (Est. 2:19, 21; 3:3) Vit vita ikki, hvussu Ester brúkti sína tíð, meðan hon vaks til, men tað er helst ikki ov nógv at siga, at hon tók sær væl av sínum eldra systkinabarni og heimi hansara, sum allarhelst lá í tí meira fátæka býarpartinum hinumegin ánna. Kanska dámdi henni væl at fara á torgið í Susan, har gull- og silvursmiðir og aðrir handilsmenn vístu vørur sínar fram. Ester hevði onga hóming av, at slíkt marglæti, sum hon sá har, seinni skuldi verða gerandiskostur hjá henni. Hon visti einki um, hvat bíðaði henni í framtíðini.

Hon var vøkur

7. Hví varð Vasti rikin úr embæti sínum sum drotning, og hvat hendi síðani?

7 Ein dagin varð teskað í hvørjum króki í Susan um ruðuleika í kongshúsinum.  Ahasverus hevði hildið eina stóra veitslu fyri stórmonnum sínum, har hann borðreiddi við alskyns fínum mati og víni; og so hevði hann sent boð eftir vøkru drotning síni, Vasti, sum helt veitslu fyri kvinnunum. Men Vasti noktaði at koma. Eyðmýktur og í øðini spurdi Ahasverus ráðgevar sínar, hvussu hann skuldi revsa Vasti. Úrslitið varð, at hon varð rikin úr embæti sínum sum drotning. Tænarar kongsins fóru síðani undir at leita eftir vøkrum ungum moyggjum í øllum landinum. Av teimum skuldi kongurin velja sær eina nýggja drotning. — Est. 1:1–2:4.

8. (a) Hví man Mordokai hava verið eitt sindur stúrin um Ester, so hvørt sum hon vaks til? (b) Hvussu heldur tú, at vit kunnu hava somu áskoðan á vakurleika sum hana, vit finna í Bíbliuni? (Sí eisini Orðtøkini 31:30.)

8 Vit kunnu helst ímynda okkum, at Mordokai av og á sat og eygleiddi Ester, og at hann var errin og kanska eisini stúrin, tá ið hann varnaðist, at hon nú var vorðin vaksin — og sera vøkur! „Henda unga genta var vælvaksin og vøkur,“ lesa vit. (Est. 2:7) Vakurleiki er eygunum ein fragd, men sambært Bíbliuni er tað umráðandi, at vísdómur og eyðmjúkleiki fylgja við. Annars kunnu eginleikar sum til dømis sjálvgleði og stoltleiki menna seg. (Les Orðtøkini 11:22.) Hevur tú nakrantíð varnast tað? Hvussu mundi tað fara at verða hjá Ester? Fór hennara vakurleiki at vera ein fyrimunur ella ein vansi? Tað skuldi tíðin vísa.

9. (a) Hvat hendi, tá ið tænarar kongsins varnaðust Ester, og hví var tað torført hjá henni at verða tikin frá Mordokai? (b) Hví loyvdi Mordokai Ester at gifta seg við einum heidningi? (Sí eisini rammuna.)

9 Tænarar kongsins varnaðust Ester. Teir tóku hana frá Mordokai og fóru við henni til kongsborgina hinumegin ánna. (Est. 2:8) Tað hevur uttan iva verið ein torfør støða hjá teimum báðum, tí tey vóru sum faðir og dóttir. Mordokai hevði ikki viljað, at fosturdóttir hansara gifti seg við einum heidningi, ei heldur um hann var kongur, men hann fekk einki gjørt. * Ester lurtaði allarhelst væl eftir ráðunum frá Mordokai, áðrenn menninir fóru avstað við henni. Meðan hon varð førd til borgina Susan, runnu nógvir spurningar fram fyri hana. Hvussu mundi lívið hjá henni nú fara at verða?

„Øll, ið sóu Ester, vórðu góð við hana“

10, 11. (a) Hvussu kundi Ester lætt verið ávirkað av nýggja umhvørvinum? (b) Hvussu vita vit, at Mordokai hugsaði um Ester?

10 Ester var førd inn í ein heim, sum var fullkomiliga nýggjur  og fremmandur fyri hana. Hon var ein av ’nógvum ungum gentum’, sum vóru savnaðar saman úr øllum Persararíkinum. Tær hava allarhelst havt sera ymiskar siðir, ymiskan persónleika og tosað ymisk mál. Embætismaðurin Hegai var settur at ansa eftir hesum ungu kvinnunum, sum skuldu hava eina umfatandi vakurleikaviðgerð, ið vardi eitt heilt ár, har tær millum annað skuldu hava kropsmýking við angandi oljum. (Est. 2:8, 12) Eitt slíkt umhvørvi kundi lættliga gjørt hesar genturnar alt ov upptiknar av útsjóndini, sjálvglaðar og kappingarhugaðar. Hvussu ávirkaði hetta umhvørvið Ester?

11 Eingin kundi verið meiri bangin um Ester enn Mordokai. Vit lesa, at hann hvønn einasta dag royndi at koma so nær at kvinnuhúsinum sum gjørligt, tí hann vildi vita, hvussu Ester hevði tað. (Est. 2:11) So hvørt sum hann fekk okkurt at vita um  Ester, kanska gjøgnum ein tænara í húsinum, gjørdist hann sera errin. Hví?

12, 13. (a) Hvat hildu fólk um Ester? (b) Hví mundi tað gleða Mordokai at fáa at vita, at Ester einki hevði sagt um, at hon var jødi?

12 Hegai dámdi Ester so væl, at hann læt hana fáa sjey tænastugentur og tey bestu rúmini í kvinnuhúsinum. Í frásøguni stendur enntá, at „øll, ið sóu Ester, vórðu góð við hana“. (Est. 2:9, 15) Vórðu tey góð við hana, bert tí hon var vøkur? Nei, tað var ikki bert vegna hennara vakurleika.

Ester visti, at eyðmjúkleiki og vísdómur høvdu nógv størri týdning enn útsjónd

13 Vit lesa eitt nú: „Ester hevði einki sagt um fólk sítt og ætt sína; tí Mordokai hevði álagt henni einki at siga um hetta.“ (Est. 2:10) Mordokai hevði sagt við Ester, at hon ikki skuldi fortelja nøkrum, at hon var jødi, tí hann visti uttan iva, at fólk í kongsborgini høvdu sera nógvar fordómar ímóti jødum. Sum tað man  hava glett hann at hoyra, at Ester, hóast hann ikki longur hevði hana hjá sær, enn var líka skilagóð og lýðin sum áður!

14. Hvussu kunnu ungfólk í dag taka eftir Ester?

14 Ungfólk í dag kunnu á líknandi hátt gleða síni foreldur ella fosturforeldur, tá ið tey standa ímóti ósiðiligari og óreinari ávirkan og gera tað, sum tey vita er rætt — eisini hóast foreldrini ikki eru í námind. Tá ið tey soleiðis gera sum Ester, gleða tey himmalska Faðir sín. — Les Orðtøkini 27:11.

15, 16. (a) Hvussu vann Ester tokka kongsins? (b) Hví munnu broytingarnar í lívinum hjá Ester hava verið torførar?

15 Tá ið tíðin kom til, at Ester skuldi fara inn til kongin, slapp hon at taka tað við sær, sum hon møguliga fekk brúk fyri, kanska okkurt sum gjørdi hana enn vakrari. Men eyðmjúk sum hon var, bað hon ikki um annað enn tað, Hegai mælti henni til. (Est. 2:15) Hon skilti ivaleyst, at vakurleiki ikki í sjálvum sær kundi vinna hjarta kongsins. Lítillæti og eyðmjúkleiki mundu vera nógv sjáldsamari eginleikar á hesi borgini. Hevði hon rætt?

16 Frásøgan svarar: „Kongurin varð betri við Ester enn við allar hinar kvinnurnar; hon vann náði og yndi hjá honum meir enn allar hinar moyggjarnar. Hann setti tí kongliga krúnu á høvd hennara og gjørdi hana til drotning í staðin fyri Vasti.“ (Est. 2:17) Tað hevur allarhelst ikki verið lætt hjá hesi eyðmjúku jødisku gentuni at venja seg við tær stóru broytingarnar í hennara lívi — at hon var nýggja drotningin, kona máttmiklasta kongin í heiminum tá! Gjørdist hon stolt og hástór av hesum nýggja embætinum? Nei, als ikki!

17. (a) Hvussu helt Ester fram at vera fosturpápa sínum lýðin? (b) Hví er Ester ein týðandi fyrimynd hjá okkum í dag?

17 Ester var framvegis Mordokai, fosturpápanum, lýðin. Hon varðveitti sín jødiska uppruna sum eitt loyndarmál. Og tá ið Mordokai fann út av, at onkur ætlaði at drepa Ahasverus, var Ester lýðin og bar konginum ávaringarboðini frá Mordokai, so teir samansvornu vórðu steðgaðir. (Est. 2:20-23) Hon vísti, at hon enn trúði á Gud, við tað at hon var eyðmjúk og lýðin. Okkum tørvar veruliga at taka eftir Ester í dag, tí lýdni verður vanliga ikki virðismett, nei, ólýdni og uppreistur eru gerandiskosturin. Men fólk, sum hava sanna trúgv, virðismeta lýdni, eins og Ester gjørdi.

Trúgvin hjá Ester verður roynd

18. (a) Hví mundi Mordokai nokta at boyggja seg fyri Hamani? (Sí eisini undirgreinina.) (b) Hvussu taka trúfastir menn og trúfastar kvinnur í dag eftir Mordokai?

18 Ein maður, ið æt Haman, fekk stórt vald í borgini hjá Ahasverusi.  Kongurin setti hann í starv sum aðalráðharra, læt hann vera høvuðsráðgeva sín og gav honum næstovasta myndugleika í ríkinum. Kongurin gav enntá tað boð, at øll, sum sóu henda embætismannin, skuldu boyggja seg fyri honum. (Est. 3:1-4) Henda lógin var ein trupulleiki hjá Mordokai. Hann vildi fegin gera eftir boðum kongsins, men ikki um hann varð biðin at gera nakað, sum vanvirdi Gud. Tí sært tú, Haman var agagitur, og hann var eyðsýniliga ein eftirkomari hjá amalekitakonginum Agag, sum profeturin Sámuel drap. (1 Sám. 15:33) Amalekitar vóru so óndir, at teir høvdu gjørt seg sjálvar til fíggindar Jehova og Ísraels. Gud hevði dømt amalekitiska fólkið til deyðis. * (5 Mós. 25:19) Hvussu kundi ein trúfastur jødi boyggja seg fyri einum amalekiti? Tað kundi Mordokai í hvussu er ikki! Hann varð standandi. Fram til henda dag hava trúfastir menn og trúfastar kvinnur sett lívið í váða fyri at fylgja hesi meginregluni: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!“ — Áps. 5:29.

19. Hvat hevði Haman í hyggju at gera, og hvussu fekk hann kongin upp í sín part?

19 Haman var í øðini. Men tað var ikki nóg mikið hjá honum at drepa Mordokai. Hann vildi beina fyri øllum fólkinum hjá Mordokai. Haman fekk kongin upp í sín part við at mála eina sera ódámliga mynd av jødunum. Uttan at siga hvørji hesi fólkini vóru, segði hann óbeinleiðis, at tey ongan týdning høvdu í eygum kongsins, at tey vóru ’eitt fólk, ið búði spjatt og fyri seg sjálvt millum hini fólkini’. Og tað, sum verri var — hann segði, at tey ikki fylgdu lógum kongsins. Harvið segði hann í royndum, at tey vóru eitt vandamikið og uppreistrarhugað fólk. Hann bjóðaði seg fram at lata eina rúgvu av pengum, sum skuldu leggjast í skattkømur kongsins til at rinda útreiðslurnar, ið stóðust av at týna allar jødar í ríkinum. * Ahasverus gav Hamani innsiglisring sín til at innsigla øll tey boð, hann hevði í huga. — Est. 3:5-10.

20, 21. (a) Hvussu ávirkaðu boðini hjá Hamani jødarnar í øllum Persararíkinum, harímillum Mordokai? (b) Hvat bað Mordokai Ester gera?

20 Skjótt fóru boðberar ríðandi á hestum sínum út í øll heraðshorn í stóra ríkinum við boðum um, at allir jødar skuldu  drepast. Hugsa tær, hvørja ávirkan hetta hevði, tá ið boðini komu heilt til Jerusalem, har ein leivd av jødum, sum vóru afturkomnir úr útlegd í Bábylon, stríddist við at endurreisa býin, ið enn ongar múrar hevði at verja seg. Møguliga hugsaði Mordokai um tey og eisini um sínar egnu vinir og skyldfólk í Susan, tá ið hann hoyrdi hesi ræðuligu tíðindini. Ørkymlaður skræddi hann klæðini hjá sær, læt seg í sekk og øsku og rópti hart mitt í býnum. Men Haman sat bara og drakk saman við konginum og legði líka í alla sorgina, hann hevði volt teimum mongu jødunum og vinum teirra í Susan. — Les Ester 3:12–4:1.

21 Mordokai visti, at her mátti okkurt gerast. Men hvat fekk hann gjørt? Tað kom Ester fyri oyra, hvussu ørkymlaður Mordokai var, og hon sendi honum klæði, men hann vildi ikki lata seg ugga. Kanska hevði hann leingi undrast á, hví Jehova hevði loyvt, at elskaða fosturdóttir hansara, Ester, var tikin frá honum og var vorðin drotning hjá einum heidnum stjórnara. Men nú tóktist tað, sum svarið var um at koma í ljósmála. Mordokai sendi boð til drotningina og bað hana fara inn fyri kongin og bøna hann um at vísa teimum miskunn. Ja, hann bað hana verja sítt egna fólk. — Est. 4:4-8.

22. Hví var Ester bangin fyri at stíga fram fyri mann sín kongin? (Sí eisini undirgreinina.)

 22 Eingin ivi er um, at Ester gjørdist fjálturstungin, tá ið hon fekk boðini. Nú skuldi hennara trúgv av álvara standa sína roynd. Hon var bangin, sum vit síggja í svarinum, hon gav Mordokai. Hon minti hann á lóg kongsins um, at steig onkur fram fyri kong uttan at verða boðsendur, hevði tað deyðarevsing við sær. Bert um kongurin rætti út gullstav sín, varð lógbrótarin spardur. Og kundi Ester vænta at verða spard, serliga tá ið hugsað varð um, hvat hendi Vasti, tí hon noktaði at stíga fram fyri kong, tá ið hon varð boðsend? Ester segði við Mordokai, at kongurin ikki hevði sent boð eftir henni í heilar tretivu dagar. Tí var tað ikki løgið, um hon hugsaði, at hesin lúnuti kongurin einki legði í hana longur. * — Est. 4:9-11.

23. (a) Hvat segði Mordokai fyri at styrkja Ester í trúnni? (b) Hví er Mordokai verdur at taka eftir?

23 Fyri at styrkja Ester í trúnni var Mordokai sera avgjørdur á málinum. Hann sannførdi hana um, at um hon einki gjørdi, fór frelsan hjá jødunum at koma aðrastaðni frá. Men hvussu kundi hon so vænta at verða spard, tá ið atsóknin av álvara var byrjað? Hetta var eitt dømi um, at Mordokai hevði sera sterka trúgv á Jehova, sum ongantíð hevði loyvt, at fólk hansara varð fyribeint, og at lyfti hansara ikki vórðu uppfylt. (Jos. 23:14) Síðani spurdi Mordokai Ester: „Hvør veit, um tað ikki júst var fyri slíka tíð sum hesa, tú komst at sita sum drotning?“ (Est. 4:12-14) Mordokai er av sonnum verdur at taka eftir. Hann hevði fullkomiligt álit á Jehova Gudi. Hava vit tað? — Orðt. 3:5, 6.

 Trúgvin hjá Ester var sterkari enn óttin fyri deyðanum

24. Hvussu vísti Ester trúgv og dirvi?

24 Nú var avgerandi løtan hjá Ester komin. Hon bað Mordokai kalla saman landsmenn sínar, so teir saman við henni kundu halda føstu í tríggjar dagar, og hon endaði boðini við at siga hesi kendu og einføldu orðini, sum vísa hennara trúgv og dirvi: „Skal eg so farast, so lat meg farast!“ (Est. 4:15-17) Hon man hava biðið meiri inniliga hesar tríggjar dagarnar, enn nakrantíð áður í sínum lívi. At enda kom løtan. Hon læt seg í sítt fínasta skrúð og gjørdi alt fyri, at kongurin skuldi fáa tokka til hennara. Og so fór hon avstað.

Ester setti lívið í váða fyri at verja Guds fólk

25. Lýs støðuna, so hvørt sum Ester nærkaðist manni sínum.

25 Sum lýst fyrst í hesum kapitlinum, fór Ester til kongshøllina. Vit kunnu bert ímynda okkum, hvussu fjálturstungin hon var, og hvussu inniliga hon bað. Hon fór inn í forgarðin, haðani hon sá Ahasverus sita í hásæti sínum. Kanska royndi hon at lesa hansara andlitsbrá. Skuldi hon bíða, kendist tað helst sum ein ævi. Men løtan gekk — maður hennara sá hana. Hann var uttan iva ovfarin, men andlitið blíðkaðist, og hann rætti út gullstavin hjá sær. — Est. 5:1, 2.

26. Hví hava sonn kristin tørv á dirvi eins og Ester, og hví var tað, sum hon gjørdi, bert fyrsta stigið í eini ætlan at bjarga Guds fólki?

26 Kongurin var fúsur at lurta eftir Ester. Hon var trúføst ímóti Gudi og setti lívið í váða fyri at verja Guds fólk, og harvið gjørdist hon ein sera góð trúarfyrimynd hjá øllum Guds tænarum fram til okkara tíð. Sonn kristin í dag virðismeta slíkar fyrimyndir. Jesus segði, at ósjálvsøkin kærleiki skuldi eyðkenna hansara sonnu lærisveinar. (Les Jóhannes 13:34, 35.) At vísa slíkan kærleika krevur ofta dirvi sum tað, Ester hevði. Men í roynd og veru var tað, sum Ester hevði gjørt henda dagin, bert fyrsta stigið í eini ætlan, sum hevði til endamáls at bjarga Guds fólki. Hvussu skuldi hon sannføra kongin um, at høvuðsráðgevi hansara, Haman, var ein óndur svíkjari? Hvat kundi hon gera fyri at bjarga fólki sínum? Vit fara at kanna hesar spurningar í næsta kapitlinum.

^ par. 2 Flestøll eru á einum máli um, at Ahasverus er hin sami sum Xerxes I, sum var kongur í Persararíkinum fyrst í fimtu øld fyri okkara tíðarrokning.

^ par. 9 Sí rammuna „Spurningar um Ester“ í kapittul 16.

^ par. 18 Haman kann hava verið uppi í teimum allarsíðstu, sum eftir vóru av amalekitunum, tí ein leivd av teimum var dripin longu á døgum Ezekiasar kongs. — 1 Krøn. 4:43.

^ par. 19 Haman bjóðaði sær at lata 10.000 talentir av silvuri, sum svara til einar tvær milliardir krónur í dag. Um Ahasverus var Xerxes I, komu pengarnir hjá Hamani sera væl við. Xerxes hevði tørv á nógvum pengum, tí hann hevði leingi ætlað at fara í kríggj við Grikkaland — eitt kríggj, sum hann so dyggiliga tapti.

^ par. 22 Xerxes I var kendur fyri at hava skiftandi og illsint sinnalag. Grikski søguskrivarin Herodot nevnir nøkur dømi úr kríggi Xerxesar við Grikkaland. Kongurin gav boð um, at ein flotbrúgv skuldi gerast av skipum, sum lógu lið um lið tvørtur um Hellespontsundið. Tá ið ein stormur oyðilegði brúnna, gav Xerxes boð um, at verkfrøðingarnir skuldu verða hálshøgdir, og hann bað enntá menn sínar „revsa“ Hellespont við at sláa vatnið við píski, meðan ein æruskemmandi yvirlýsing varð lisin upp. Tá ið ein ríkur maður undir somu herferð bað og bønaði um, at sonur hansara skuldi sleppa undan hertænastu, læt Xerxes sonin skera í tvíningar og vísti líkið fram sum ávaring.