Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Tak eftir trúgv teirra

 KAPITTUL EITT

’Hann talar enn, tóat hann er deyður’

’Hann talar enn, tóat hann er deyður’

1. Hvat forðaði familjuni hjá Ádami og Evu at fara inn í urtagarðin Eden, og hvat var størsta ynskið hjá Ábeli?

ÁBEL eygleiddi seyðafylgi sítt, ið gekk friðarliga á beiti í líðini. Síðani leitaðu eyguni kanska longri enn til seyðin, har hann langt burturi hómaði eitt veikt ljós. Hann visti, at beint har var eitt logandi svørð at síggja, sum støðugt vendi sær í allar ættir og forðaði fyri, at nakar slapp inn í urtagarðin Eden. Einaferð búðu foreldur hansara har, men hvørki tey ella børn teirra sluppu inn nú. Ímynda tær, hvussu kvøldarlotið tók í hárið á Ábeli, sum hann hugdi uppeftir og hugsaði um Skapara sín. Mundi gjógvin, sum nú var íkomin millum menniskju og Gud, nakrantíð fyllast aftur? Tað var størsta ynskið hjá Ábeli.

2-4. Á hvønn hátt talar Ábel til okkara í dag?

2 Ábel talar til tín í dag. Hoyrir tú hann? Kanska hugsar tú, at tað er ógjørligt. Hesin næstelsti sonur Ádams doyði jú fyri langari tíð síðan. Leivdirnar av honum eru langt síðani horvnar í moldini og dustinum úr nærum 6000 árum. Bíblian lærir okkum, at tey ’deyðu einki vita’. (Præd. 9:5, 10) Haraftrat stendur ikki eitt einasta orð av tí, sum Ábel segði, í Bíbliuni. Hvussu kann hann tá tala til okkara?

3 Við íblástri frá Gudi segði Paulus ápostul hetta um Ábel: „Við henni talar hann enn, tóat hann er deyður.“ (Les Hebrearabrævið 11:4.) Við hvørjum talar Ábel? Við trúgv. Hann var tað fyrsta menniskjað, sum menti henda dýrabara eginleikan. Hann vísti sína trúgv so væl og virðiliga, at hann er ein livandi fyrimynd, sum vit í dag kunnu taka eftir. Frásøgan um Ábel verður sera verulig og árinamikil, um vit læra av hansara trúgv og royna at taka eftir henni.

4 Men hvat kunnu vit læra um Ábel og hansara trúgv, tá ið Bíblian sigur so lítið um hann? Latið okkum vita.

 Hann vaks upp, tá ið „heimurin varð grundaður“

5. Hvat merkir tað, at Jesus setti Ábel í samband við, at „heimurin varð grundaður“? (Sí eisini undirgreinina.)

5 Ábel varð føddur stutt eftir, at tey fyrstu menniskjuni vórðu skapt. Jesus setti seinni Ábel í samband við tíðina, tá ið „heimurin varð grundaður“. (Les Lukas 11:50, 51.) Jesus meinti eyðsýniliga við tann mannaheimin, sum hevur vón um at verða loystur frá syndini. Hóast Ábel var fjórða menniskjað, ið varð til, tykist tað, at hann var tann fyrsti, sum í Guds eygum hevði uppiborið at verða loystur frá syndini. * Ábel hevði heilt greitt ongar góðar fyrimyndir at taka eftir í sínum uppvøkstri.

6. Hvussu vóru foreldrini hjá Ábeli?

6 Hóast menniskjuni ikki høvdu verið til serliga leingi, vóru tey longu í eini syrgiligari støðu. Foreldrini hjá Ábeli, Ádam og Eva, vóru helst vøkur og røsk. Men tey høvdu mistikið seg so dyggiliga, og tey vistu tað væl. Einaferð vóru tey fullkomin og høvdu útlit til at liva um ævir. Síðani gjørdu tey uppreistur ímóti Jehova Gudi, og tey vórðu rikin út úr paradísheimi sínum í urtagarðinum Eden. Av tí at tey raðfestu síni egnu ynski fram um alt annað — enntá tørvin hjá børnum sínum — mistu tey fullkomileikan og æviga lívið. — 1 Mós. 2:15–3:24.

7, 8. Hvat segði Eva, tá ið Káin varð føddur, og hvat kann hon hava havt í huga?

7 Eftir at Ádam og Eva vóru rikin út úr urtagarðinum, høvdu  tey eina strævna tilveru. Men tá ið fyrsta barn teirra, Káin, var borið í heim, segði Eva: „Eg havi fingið son við hjálp [Jehova].“ * Orðini benda á, at hon møguliga hevur hugsað um lyftið, Jehova hevði givið í urtagarðinum, tá ið hann boðaði frá, at ein ávís kvinna skuldi fáa eitt „avkom“, ið einaferð skuldi knúsa hin ónda, sum hevði lokkað Ádam og Evu av leið. (1 Mós. 3:15; 4:1) Mundi Eva hugsa, at hon var kvinnan í profetiini, og at Káin var lovaða ’avkomið’?

8 Um so var, fór hon so púra skeiv. Og um hon og Ádam løgdu slíkar hugsanir niður í Káin, meðan hann vaks upp, kundi tað gjørt hann stoltan. Seinni átti Eva ein son aftrat, men vit finna ongar stórlátaðar orðingar um hann. Tey róptu hann Ábel, sum møguliga merkir „lot“ ella „tómleiki“. (1 Mós. 4:2) Kann hetta navnavalið merkja, at tey væntaðu sær minni av Ábeli enn av Káini? Tað kunnu vit bert gita um.

9. Hvat kunnu foreldur í dag læra av okkara fyrstu foreldrum?

9 Foreldur í dag kunnu læra nógv av hesum fyrstu foreldrunum. Kundu tit við tí, tit siga og gera, gjørt tykkara børn stolt, ærusjúk og sjálvglað? Ella fara tit at læra tey at elska Jehova Gud og verða vinir hansara? Tíverri tóku tey fyrstu foreldrini ikki sína ábyrgd í álvara. Tó var vón fyri børn teirra.

Hvat hjálpti Ábeli at fáa trúgv?

10, 11. Hvat fingust Káin og Ábel við, og hvønn eginleika menti Ábel?

10 Meðan teir báðir dreingirnir vuksu til, lærdi Ádam teir helst at útinna arbeiði, sum var neyðugt fyri at uppihalda familjuni. Káin fór at dyrka jørðina, og Ábel fór at røkta seyð.

11 Men Ábel gjørdi nakað av enn størri týdningi. Sum árini gingu, menti hann eina sterka trúgv — vakra eginleikan, sum Paulus seinni skrivaði um. Hugsa um tað. Ábel hevði einki menniskja, hann kundi hava sum fyrimynd. Íðan, hvussu fekk hann so trúgv á Jehova Gud? Latið okkum kanna tríggjar grundir, sum møguliga hjálptu honum at fáa sterka trúgv.

12, 13. Hvussu kann tað hava styrkt trúnna hjá Ábeli at eygleiða skapanarverk Jehova?

12 Skapanarverk Jehova. Jehova hevði, gaman í, bannað jørðina, so hon bar tornir og tistlar og tískil var torfør at dyrka. Kortini gav hon ríkliga grøði, sum familjan hjá Ábeli kundi breyðføða seg við. Men dýrini vóru ikki bannað, heldur ikki fjøllini, vøtnini, áirnar og høvini ella himmalin, skýggini, sólin, mánin og  stjørnurnar. Hvagar Ábel so vendi sær, sá hann prógv um kærleika, vísdóm og góðsku Jehova Guds, sum hevði skapt alt. (Les Rómbrævið 1:20.) Tað styrkti uttan iva hansara trúgv at grunda á skapanarverkið og eginleikar Guds.

Skapanarverkið gav Ábeli haldgóða grund til at trúgva á ein góðan Skapara

13 Ábel gav sær eyðsæð stundir til at hugsa um Jehova. Ímynda tær hann, sum hann gekk og røktaði seyð sín. Sum seyðamaður noyddist hann at ganga nógv. Hann leiddi seyðin um dalar og fjøll og yvir um áir, og leitaði altíð eftir tí besta beitilendinum, bestu støðunum at fáa vatn og bestu bólunum, har seyðurin fekk hvílt seg. Av øllum skapningum Guds tóktist seyðurin at vera tann mest hjálparleysi, eins og var hann skaptur til, at menniskju skuldu leiða og verja hann. Skilti Ábel, at hann eisini hevði tørv á, at onkur, sum var nógv vísari og máttmiklari enn nakað menniskja, skuldi leiða og verja hann? Hann bar ivaleyst slíkar tankar fram í sínum bønum, og soleiðis vaks trúgvin hjá honum.

14, 15. Á hvønn hátt góvu lyftini frá Jehova Ábeli nógv at grunda á?

14 Lyfti Jehova. Ádam og Eva søgdu helst synum sínum frá hendingunum í Eden, sum høvdu við sær, at tey vórðu rikin út úr urtagarðinum. Tískil hevði Ábel nógv at grunda á.

15 Jehova segði, at jørðin skuldi verða bannað. Tornarnir og tistlarnir, sum Ábel sá, vístu týðiliga, at so var. Jehova hevði eisini sagt, at Eva skuldi kenna pínu, meðan hon var við barn, og tá ið hon skuldi eiga. So hvørt sum systkin Ábels vórðu fødd, sá hann uttan iva, at eisini hetta gekk út. Jehova sá frammanundan, at Eva fór at hava alt ov stóran tørv á kærleika og umsorgan frá manni sínum, og at Ádam fór at ráða yvir henni. Hesin syrgiligi veruleikin fór fram beint fyri eygunum á Ábeli. Í øllum hesum sá Ábel, at orð Jehova er fullkomiliga álítandi. Tí hevði hann góðar grundir til at trúgva á tað lyftið, sum Jehova hevði givið um eitt „avkom“, ið einaferð skuldi bøta allan óndskapin, sum tók sína byrjan í Eden. — 1 Mós. 3:15-19.

16, 17. Hvat lærdu kerúbar Jehova møguliga Ábel?

 16 Tænarar Jehova. Ábel fann ongar góðar fyrimyndir millum menniskjuni, men menniskjuni vóru ikki teir einastu vitigu skapningarnir á jørðini um tað mundið. Tá ið Ádam og Eva vórðu rikin út úr urtagarðinum, syrgdi Jehova fyri, at hvørki tey ella eftirkomarar teirra sluppu inn í hetta jarðiska paradísið. Til at halda vakt við inngongdina hevði Jehova sett kerúbar — sera týðandi einglar, sum høvdu serligar uppgávur — og eitt logandi svørð, ið støðugt vendi sær í allar ættir. — Les Fyrstu Mósebók 3:24.

17 Ímynda tær, hvussu tað var hjá Ábeli at eygleiða hesar kerúbarnar, tá ið hann var smádrongur. Hóast teir vóru í mannalíki, hevur øll útsjónd teirra helst borið dám av stórum valdi. Og ’logandi svørðið’, sum støðugt mól runt, mundi eisini vera bergtakandi. Upplivdi Ábel nakrantíð í sínum uppvøkstri, at hesir kerúbarnir fóru at keða seg og rýmdu undan uppgávu síni? Nei. Nátt og dag, ár undan ári vórðu hesir vitigu og máttmiklu skapningarnir verandi á sínum tillutaða staði. Soleiðis lærdi Ábel, at Jehova hevði rættvísar og støðufastar tænarar. Hjá hesum kerúbunum sá Ábel trúskap og lýdni ímóti Jehova, nakað sum ikki var at finna í hansara egnu familju. Hesir einglarnir hjálptu honum uttan iva at fáa sterka trúgv.

Alt lívið sá Ábel, at kerúbarnir vóru trúfastir og lýdnir tænarar hjá Jehova

18. Hvørjar haldgóðar grundir hava vit til at styrkja okkara trúgv í dag?

18 Trúgvin hjá Ábeli gjørdist sterkari, við tað at hann grundaði á alt tað, sum Jehova hevði opinberað um seg sjálvan við  skapanarverki sínum, lyftum sínum og tænarum sínum. Tað er eyðsæð, at dømið við Ábeli kann læra okkum nógv. Tað kann vera serliga uggandi hjá ungum at vita, at tey kunnu fáa sterka trúgv á Jehova Gud, uttan mun til hvat onnur í familjuni velja at gera. Undrini í skapanarverkinum, at vit hava alla Bíbliuna og nógv dømi um trúfastar tænarar hjá Jehova geva okkum haldgóðar grundir til at styrkja okkara trúgv í dag.

Hví var offur Ábels betri?

19. Hvønn djúpan sannleika skilti Ábel við tíðini?

19 So hvørt sum trúgv Ábels á Jehova vaks, fekk hann hug at vísa hesa trúnna í verki. Men hann var bert eitt menniskja, so hvat kundi hann geva Skaparanum av alheiminum? Gud hevði sjálvsagt ikki tørv á gávum ella hjálp frá menniskjum. Við tíðini skilti Ábel ein djúpan sannleika: Um hann við reinum hjarta gav Jehova tað besta, hann átti, so gleddi hann sín góða himmalska Faðir.

Ábel bar offur sítt fram í trúgv; tað gjørdi Káin ikki

20, 21. Hvat ofraðu Káin og Ábel til Jehova, og hvussu ávirkaði tað hann?

20 Ábel gjørdi nakrar seyðir úr fylgi sínum til reiðar, so hann kundi ofra teir. Hann valdi teir bestu av teimum frumbornu og ofraði tey bestu stykkini. Káin royndi eisini at vinna signing og tokka frá Gudi, og tí gjørdi hann nakað av grøði síni til reiðar at ofra. Men hann gjørdi tað ikki við reinum hjarta eins og Ábel. Munurin gjørdist týðiligur, tá ið teir báðir beiggjarnir bóru fram offur síni.

21 Báðir synir Ádams brúktu møguliga altar og eld, tá ið teir ofraðu, kanska nærindis kerúbunum, sum vóru teir einastu á jørðini, ið umboðaðu Jehova um tað mundið. Jehova legði tað til merkis. Í frásøguni lesa vit: „[Jehova] hugdi á Ábel og offur hansara.“ (1 Mós. 4:4) Bíblian sigur ikki, hvussu Gud vísti sín tokka.

22, 23. Hví hevði Jehova tokka til offur Ábels?

22 Hví hugdi Gud á offur Ábels og ikki Káins? Var tað sjálvt ofrið, sum var orsøkin? Ábel ofraði eitt livandi dýr og úthelti dýrabara blóðið hjá tí. Visti Ábel, hvussu dýrabart eitt slíkt offur fór at vera? Nógvar øldir seinni nýtti Gud eitt lýtaleyst offurlamb til at lýsa ofringina av sínum egna fullkomna soni, ‘lambi Guds’, hvørs óseka blóð skuldi verða úthelt. (Jóh. 1:29; 2 Mós. 12:5-7) Men nógv av hesum visti ella skilti Ábel ivaleyst ikki.

23 Eitt vita vit tó við vissu: Ábel ofraði tað allarbesta, hann átti. Jehova hevði ikki bert tokka til ofrið, men eisini til mannin sjálvan. Verk Ábels vóru drivin av kærleika og sterkari trúgv á Jehova.

24. (a) Hví kunnu vit siga, at tað ikki var sjálvum ofrinum hjá Káini, ið galið var við? (b) Hvussu var Káin eins og nógv fólk eru í dag?

 24 Øðrvísi var við Káini. Jehova ’hugdi ikki á Káin og offur hansara’. (1 Mós. 4:5) Tað var ikki ofrinum sjálvum, ið galið var við, tí lóg Guds loyvdi seinni, at offur kundu berast fram av grøðini, ið jørðin bar. (3 Mós. 6:7, 8) Men Bíblian sigur um Káin, at „verk hansara vóru ónd“. (Les Fyrsta bræv Jóhannesar 3:12.) Eins og so nógv fólk á okkara døgum, helt Káin eyðsýniliga, at bara hann sýntist at vera gudrøkin, var alt í lagi. Hansara vantandi trúgv á og kærleiki til Jehova komu skjótt undan kavi.

25, 26. Hvørja ávaring gav Jehova Káini, men hvat gjørdi Káin?

25 Royndi Káin, tá ið hann skilti, at hann ikki hevði vunnið tokka Guds, at taka eftir Ábeli? Nei. Vreiði hansara tendraðist ímóti beiggjanum. Jehova sá, hvat fór fram í hjarta hansara, og royndi tolin at tosa við hann. Hann ávaraði Káin um, at leiðin, hann hevði valt, førdi til álvarsama synd, og hann gav honum vón um, at hann ’treystliga kundi hyggja upp’, bert hann broytti kós. — 1 Mós. 4:6, 7.

26 Káin lurtaði ikki eftir ávaringini frá Gudi. Hann bað yngra beiggja sín koma við sær út á markina. Har leyp hann á hann og drap hann. (1 Mós. 4:8) Í so máta gjørdist Ábel tann fyrsti, ið var fyri átrúnaðarligari atsókn, tann fyrsti pínslarvátturin. Hann doyði, men Jehova gloymdi hann ikki.

27. (a) Hví kunnu vit vera vís í, at Ábel fær eina uppreisn? (b) Hvussu kunnu vit tryggja okkum, at vit ein dag hitta Ábel?

27 Í fluttari merking rópti blóð Ábels til Jehova Gud um hevnd, ella rættvísi. Og Gud syrgdi fyri, at rættvísi varð framt, tá ið hann revsaði Káin fyri tað ónda, hann hevði gjørt. (1 Mós. 4:9-12) Men av enn størri týdningi er tað, at frásøgan um trúgv Ábels talar til okkara í dag. Hansara livitíð, sum kanska var eini 100 ár, var stutt í mun til, hvussu leingi fólk livdu tá í tíðini, men hann brúkti lív sítt væl. Tá ið hann doyði, visti hann, at himmalski Faðir hansara, Jehova, elskaði hann og hevði tokka til hansara. (Hebr. 11:4) Tí kunnu vit vera vís í, at Jehova goymir hann í sínum óavmarkaða minni, og at hann skal rísa upp til lív í einum paradísi á jørðini. (Jóh. 5:28, 29) Fert tú at hitta hann har? Tað fert tú, um tú setur tær fyri at lurta eftir tí, sum Ábel talar, og at taka eftir hansara einastandandi trúgv.

^ par. 5 Orðingin „heimurin varð grundaður“ fevnir um tankan at sáa, ella gróðurseta, og sipar tí til tey allarfyrstu børnini, ið vórðu fødd. Men hví setti Jesus Ábel í samband við, at „heimurin varð grundaður“ og ikki Káin, sum var tað fyrsta menniskjað, ið varð føtt? Avgerðirnar og verkini hjá Káini vístu, at hann við vilja gjørdi uppreistur ímóti Jehova Gudi. Eins og foreldur hansara tykist Káin ikki at vera millum teirra, sum fáa eina uppreisn og verða loyst frá syndini.

^ par. 7 Í endurgivnu skriftstøðunum í hesi bókini skriva vit Guds navn, Jehova, í klombrum, har tað er at finna í upprunatekstinum.