Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Lurta eftir Gudi og fá ævigt lív

 5. PARTUR

Vatnflóðin — Hvør lurtaði eftir Gudi? Hvør lurtaði ikki?

Vatnflóðin — Hvør lurtaði eftir Gudi? Hvør lurtaði ikki?

Á Nóa døgum vóru tey flestu ónd. 1 Mósebók 6:5

Ádam og Eva fingu børn, og sum frá leið vóru nógv menniskju á jørðini. Nakrir einglar tóku undir við Satani í uppreistrinum.

Teir komu niður á jørðina og broyttu seg til menn, so teir kundu gifta seg við kvinnunum. Tær føddu teimum synir, sum blivu sterkir og harðligir risar.

Jørðin fyltist við óndum menniskjum. Bíblian sigur, at óndskapurin var stórur, og at menniskjuni bara hugsaðu ilt.

 Nóa lurtaði eftir Gudi og bygdi eina ørk. 1 Mósebók 6:13, 14, 18, 19, 22

Nóa var ein góður maður. Jehova segði við Nóa, at hann fór at gera av við tey óndu í eini vatnflóð.

Gud bað eisini Nóa byggja eina ørk, ein stóran bát, og leiða familju sína og øll sløg av dýrum inn í hana.

Nóa ávaraði fólk um komandi vatnflóðina, men tey lurtaðu ikki. Summi flentu at Nóa; onnur hataðu hann.

Tá ørkin var liðug, tók Nóa dýrini við sær inn í hana.

LÆR MEIRA

Hví loyvir Gud óndskapi og líðingum?

Hvussu byrjaði óndskapurin, og hví hevur Gud loyvt honum so leingi? Halda líðingar nakrantíð uppat?