Gud tosar við okkum, tá vit lesa í Bíbliuni. 2 Timoteus 3:16

Gud læt sínar tankar skriva í eina heilaga bók. Bókin er Bíblian. Í henni eru týðandi upplýsingar til tín frá Gudi.

Gud veit, hvat er best fyri okkum. Allur vísdómur kemur frá honum. Tann, ið lurtar eftir honum, fær vit og skil. — Orðtøkini 1:5.

Gud vil, at øll í heiminum skulu lesa Bíbliuna. Hon fæst á nógvum málum.

Vilt tú lurta eftir Gudi, mást tú lesa og skilja Bíbliuna.

 Í øllum heiminum eru fólk, sum lurta eftir Gudi. Matteus 28:19

Jehova vitni kunnu hjálpa tær at skilja Bíbliuna.

Í øllum heiminum læra tey fólk sannleikan um Gud.

Undirvísingin er ókeypis. Tú kanst eisini læra um Gud í einum ríkissali hjá Jehova vitnum.