Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Lurta eftir Gudi og fá ævigt lív

 13. PARTUR

Hvussu gleða vit Gud?

Hvussu gleða vit Gud?

Skýggja tað illa. 1 Korintbræv 6:9, 10

Elska vit Jehova, fara vit ikki at gera nakað, sum hann hatar.

Jehova vil hvørki hava okkum at stjala, drekka okkum full ella nýta rúsevni.

Gud hatar morð, fosturtøku og at fólk eru samkynd. Hann vil ikki, at vit skulu vera havisjúk ella harðlig.

Vit mugu ikki tilbiðja avgudar ella fáast við spiritismu.

Í komandi paradísinum á jørðini verða eingi ónd menniskju.

 Ger tað góða. Matteus 7:12

Skulu vit gleða Gud, mugu vit royna at vera sum hann.

Ver góður við onnur — ver vinaligur og gávumildur.

Ver ærligur.

Fortel øðrum um Jehova og tað, sum hann ger. — Esaias 43:10.

Ver miskunnsamur og fyrigevandi.

LÆR MEIRA

Hvussu gagna meginreglurnar í Bíbliuni okkum?

Jesus greiddi frá, hví vit hava tørv á leiðbeining, og hvørjar tvær bíbilskar meginreglur hava alstóran týdning.

Hví kanna Bíbliuna?

Bíblian gevur milliónum av menniskjum kring allan heimin svar upp á lívsins stóru spurningar. Kundi tú hugsað tær at verið ein av teimum?