Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Tín familja kann verða lukkulig

 7. PARTUR

Hvussu tit kunnu uppala tykkara børn

Hvussu tit kunnu uppala tykkara børn

„Hesi orð, sum eg í dag áleggi tær, skalt tú goyma í hjartanum; tú skalt prenta tey inn í børn tíni.“ — 5 Mósebók 6:6, 7

Tá ið Jehova stovnaði familjuskipanina, gav hann foreldrunum ábyrgdina av børnunum. (Kolossebrævið 3:20) Tað áliggur tykkum sum foreldur at læra tykkara børn at elska Jehova og at blíva ábyrgdarfull vaksin. (2 Timoteus 1:5; 3:15) Tí mugu tit vita, hvat hjartalag børn tykkara hava. Tað er eisini sera umráðandi, at tit sjálv eru góðar fyrimyndir. Tit fáa best undirvíst børnum tykkara í orði Jehova, um tit fyrst lata tað festa seg í tykkara egnu hjørtu. — Sálmur 40:9.

 1 LATIÐ TAÐ VERA LÆTT HJÁ BØRNUNUM AT TOSA VIÐ TYKKUM

BÍBLIAN SIGUR: ’Verið skjót at hoyra, sein at tala.’ (Jákup 1:19) Tykkara børn skulu helst føla, at tey kunnu tosa við tykkum um alt. Tey mugu vita, at tit eru til reiðar at lurta, tá ið tey hava brúk fyri at tosa. Roynið at skapa eitt trygt og gott heim, so tað fellur teimum lætt at tosa frítt. (Jákup 3:18) Rokna tey við, at tit eru strang ella fordømandi, hava tey kanska ikki hug at tosa púra opið. Havið tol við børnunum, og sigið teimum ofta, at tit eru góð við tey. — Matteus 3:17; 1 Korintbræv 8:1.

ROYNIÐ HETTA:

  • Vísið ikki børnunum frá tykkum, tá ið tey hava brúk fyri at tosa

  • Tosið regluliga við tykkara børn, ikki bara tá ið trupulleikar eru

2 ROYNIÐ AT SKILJA, HVAT TEY VERULIGA MEINA

BÍBLIAN SIGUR: „Hvør tann, sum klókur er, fer fram við skili.“ (Orðtøkini 13:16) Fyri at skilja, hvat børnini hugsa innast inni, er tað av og á neyðugt, at tit royna at finna út av, hvat býr undir tí, sum tey siga. Tað er vanligt, at ung siga nakað, tey ikki veruliga meina, ella gera ov nógv av, tá ið tey greiða frá. „Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap.“ (Orðtøkini 18:13) Tí mugu tit ansa eftir ikki at leypa framav. — Orðtøkini 19:11.

ROYNIÐ HETTA:

  • Setið tykkum fyri ikki at bróta av ella leypa framav, líkamikið hvat børnini siga

  • Roynið at minnast, hvussu tit høvdu tað, og hvat hevði týdning fyri tykkum, tá ið tit vóru um sama aldur sum børnini

 3 VERIÐ SAMD UM UPPALINGINA

BÍBLIAN SIGUR: „Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg.“ (Orðtøkini 1:8) Jehova hevur givið bæði pápanum og mammuni myndugleika yvir børnunum. Tí mugu tit læra tykkara børn at virða og akta tykkum. (Efesusbrævið 6:1-3) Børn føla, um foreldrini ikki eru „fult sameind í sama sinni“. (1 Korintbræv 1:10) Eru tit ósamd, mugu tit tosa saman um tað, tá ið børnini ikki eru til staðar, tí annars kundu tey mist sína virðing fyri tykkum.

ROYNIÐ HETTA:

  • Tosið saman og komið ásamt um, hvussu tit skulu uppala tykkara børn

  • Hava tit ymiska meining um, hvussu tit skulu uppala børnini, kunnu tit royna at síggja støðuna úr sjónarhorninum hjá hjúnafelaganum

 4 LEGGIÐ EINA ÆTLAN

BÍBLIAN SIGUR: „Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga.“ (Orðtøkini 22:6) Skal tykkara uppaling av børnunum verða væleydnað, mugu tit ikki bara lata tilvildina ráða. Tit mugu leggja eina ætlan fyri, hvussu tit vilja uppala tykkara børn, hvørjar reglur skulu galda, og hvat tit skulu gera, um tær ikki verða fylgdar. (Sálmur 127:4; Orðtøkini 29:17) Talan er ikki um at vera strang og revsa, men heldur um at hjálpa børnunum at skilja, hví tit hava ásett nakrar reglur. (Orðtøkini 28:7) Tit mugu eisini læra tey at elska orð Jehova og at skilja meginreglurnar í Bíbliuni. (Sálmur 1:2) Tað fer at hjálpa teimum at fáa eina væl virkandi samvitsku. — Hebrearabrævið 5:14.

ROYNIÐ HETTA:

  • Lærið tykkara børn at skilja, at Gud er ein veruligur persónur, sum tey kunnu líta á

  • Hjálpið teimum at varnast og varða seg fyri moralsku vandunum, sum til dømis eru á internetinum og á sosialum miðlum. Lærið tey at verja seg fyri kynsligum ágangi

„Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga“