Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Tín familja kann verða lukkulig

 3. PARTUR

Hvussu tit kunnu loysa trupulleikar

Hvussu tit kunnu loysa trupulleikar

’Havið brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda.’ — 1 Pætur 4:8

Fyrr ella seinni fara ymiskir trupulleikar at stinga seg upp í tykkara hjúnalagi. Teir kunnu standast av, at tit hava ymiska bakgrund, ymiskan hugsanarhátt og ymiskar kenslur. Trupulleikar kunnu eisini standast av umstøðum, sum tit ikki hava ávirkan á, og av óvæntaðum hendingum.

Tað kann vera freistandi at lata eyguni aftur fyri veruleikanum, men Bíblian mælir okkum til at gera nakað við okkara trupulleikar. (Matteus 5:23, 24) Tit loysa trupulleikarnar best við at fylgja bíbilskum meginreglum.

 1 TOSIÐ UM TRUPULLEIKAN

BÍBLIAN SIGUR: „At tala hevur tíð sína.“ (Prædikarin 3:1, 7) Gevið tykkum stundir at tosa um trupulleikan. Sig ærliga, hvussu tú hevur tað, og hvat tú heldur um málið. ’Tala sannleika’ við hjúnafelagan. (Efesusbrævið 4:25) Sjálvt tá ið málið vekur sterkar kenslur, mugu tit standa ímóti freistingini at skeldast. Eitt milt svar kann forða fyri, at tað, sum átti at verið ein vanlig samrøða, endar við klandri. — Orðtøkini 15:4; 26:20.

Sjálvt um tit eru ósamd, mugu tit tosa vinaliga saman og ikki gloyma at vísa hvør øðrum kærleika og virðing. (Kolossebrævið 4:6) Roynið at loysa trupulleikan sum skjótast, og haldið ikki uppat at tosa saman. — Efesusbrævið 4:26.

ROYN HETTA:

  • Vel eina hóskandi løtu at tosa um trupulleikan

  • Lurta og brót ikki hin av, hóast tað kann vera freistandi. Tú skalt nokk sleppa framat

 2 LURTA OG FÁ FATUR Í MEININGINI

BÍBLIAN SIGUR: ’Verið hjartaliga eym hvør við annan. Kappist um at vísa hvør øðrum heiður.’ (Rómbrævið 12:10) Tað hevur stóran týdning, hvussu tú lurtar. Royn at skilja, hvat hjúnafelagin meinar, og ver ’samlíðandi og eyðmjúkur’. (1 Pætur 3:8; Jákup 1:19) Tú mást ikki bara látast at lurta. Legg um møguligt tað til síðis, sum tú ert í holt við, og gev hjúnafelaga tínum fullan ans, ella spyr um tit kunnu tosa um tað seinni. Hugsar tú um hjúnafelaga tín sum ein viðleikara heldur enn ein mótleikara, verður tú ikki skjótur at taka nakað illa upp. — Prædikarin 7:9.

ROYN HETTA:

  • Lurta við opnum sinni, eisini hóast tær ikki dámar tað, ið tú hoyrir

  • Royn at skilja boðskapin í tí, sum verður sagt. Legg til merkis kropsmálið og tónalagið

3 GERIÐ, SUM TIT HAVA SETT TYKKUM FYRI

BÍBLIAN SIGUR: „Av øllum møðsomum arbeiði vinst okkurt, men tómt tos voldir einki uttan tap.“ (Orðtøkini 14:23) At koma ásamt um eina góða loysn er ikki nóg mikið. Tit mugu eisini gera, sum tit hava sett tykkum fyri. Tað krevur kanska, at tit mugu leggja nógva orku í, men tað er stríðið vert. (Orðtøkini 10:4) Arbeiða tit sum eitt toymi, fáa tit „góða løn“ fyri tykkara stríð. — Prædikarin 4:9.

ROYNIÐ HETTA:

  • Gerið av, hvørji ítøkilig stig tit hvør sær skulu taka fyri at loysa trupulleikan

  • Eftirmetið av og á, hvussu tað gongur