Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Tín familja kann verða lukkulig

 1. PARTUR

Leitið tykkum ráð hjá Gudi fyri at fáa eitt lukkuligt hjúnalag

Leitið tykkum ráð hjá Gudi fyri at fáa eitt lukkuligt hjúnalag

’Av fyrstum gjørdi Skaparin tey til mann og kvinnu.’ — Matteus 19:4

Jehova * Gud stovnaði fyrsta hjúnabandið. Bíblian sigur, at hann skapti ta fyrstu kvinnuna og „leiddi hana til Ádam“. Ádam varð so glaður, at hann segði: „Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi!“ (1 Mósebók 2:22, 23) Jehova vil enn, at hjún skulu vera lukkulig.

Tá ið tit verða gift, hugsa tit kanska, at alt verður frálíkt. Men í roynd og veru fáa øll hjún trupulleikar, sjálvt um maður og kona veruliga elska hvør annan. (1 Korintbræv 7:28) Fylgja tit bíbilsku meginreglunum í hesum heftinum, kunnu tit fáa eitt gott hjúnalag og eina lukkuliga familju. — Sálmur 19:9-12.

 1 TAK VIÐ LEIKLUTINUM, SUM JEHOVA HEVUR GIVIÐ TÆR

BÍBLIAN SIGUR: Maðurin er høvur familjunnar. — Efesusbrævið 5:23.

Ert tú ein giftur maður, væntar Jehova, at tú hevur umsorgan fyri konu tíni. (1 Pætur 3:7) Hann gjørdi hana sum eina hjálp, ið hóskar til tín, og hann vil, at tú skalt æra og elska hana. (1 Mósebók 2:18) Tú mást vera so góður við konu tína, at tú ert fúsur at lata hennara tørv koma fram um tín egna. — Efesusbrævið 5:25-29.

Ert tú ein gift kona, væntar Jehova, at tú hevur djúpa virðing fyri manni tínum og hjálpir honum at fremja sín leiklut. (1 Korintbræv 11:3; Efesusbrævið 5:33) Stuðla hansara avgerðum og samstarva heilhugað við hann. (Kolossebrævið 3:18) Tá ið tú gert tað, verður tú vøkur bæði í eygum hansara og í eygum Jehova. — 1 Pætur 3:1-6.

ROYN HETTA:

  • Spyr hjúnafelaga tín, hvat tú kanst gera fyri at blíva ein betri maður ella kona. Lurta væl, og ger títt besta fyri at fylgja uppskotunum

  • Ver tolin. Tað fer at taka tíð hjá tykkum báðum at læra, hvussu tit kunnu gleða hvør annan

2 HUGSA UM KENSLURNAR HJÁ HJÚNAFELAGA TÍNUM

BÍBLIAN SIGUR: Tú mást hava áhugamálini hjá hjúnafelaganum í huga. (Filippibrævið 2:3, 4) Far væl við honum ella henni, og minst til, at Jehova væntar, at hansara tænarar eru ’mildir við øll’. (2 Timoteus 2:24) „Mong tala orð, ið stinga sum svørð, men tunga hinna vísu er heilsubót,“ so vanda tær um orðini. (Orðtøkini 12:18) Andi Jehova kann hjálpa tær at tosa við mildleika og kærleika. — Galatiabrævið 5:22, 23; Kolossebrævið 4:6.

ROYN HETTA:

  • Bið Jehova hjálpa tær at vera róligur og hava eitt opið sinni, áðrenn tú tosar við hjúnafelaga tín um álvarslig mál

  • Hugsa um, hvat tú ætlar tær at siga, og hvussu tú skalt siga tað

 3 HUGSIÐ SUM EITT TOYMI

BÍBLIAN SIGUR: Tá ið tit giftast, verða tú og hjúnafelagin „eitt hold“. (Matteus 19:5) Men tit eru framvegis tveir persónar, sum helst hava ymiskar meiningar. Tí mugu tit læra at vera sameind í tonkum og kenslum. (Filippibrævið 2:2) Einleiki hevur alstóran týdning, tá ið avgerðir skulu takast. Í Bíbliuni stendur: „Ætlanir fáa framgongd við ráðlegging.“ (Orðtøkini 20:18) Latið bíbilskar meginreglur hjálpa tykkum, tá ið tit skulu taka týðandi avgerðir. — Orðtøkini 8:32, 33.

ROYN HETTA:

  • Tosa við hjúnafelagan um tínar kenslur, og ikki bara um gerandislig mál

  • Tosa við hjúnafelagan, áðrenn tú tekur týðandi avgerðir

^ par. 4 Sambært upprunatekstinum til Bíbliuna er Guds navn Jehova.