Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 1

Vit vita eitt loyndarmál, sum ger okkum glað

Vit vita eitt loyndarmál, sum ger okkum glað

Hevur onkur nakrantíð teskað tær nakað í oyrað, sum eingin annar veit? — * So er tað eitt loyndarmál. Bíblian fortelur um eitt heilt serligt loyndarmál. Tað er heilt serligt, tí tað kemur frá Gudi. Og tað er eitt loyndarmál, tí fólk vistu ikki um tað. Ja, einglarnir vildu eisini gjarna vita meira um tað. Vilt tú vita, hvat loyndarmálið er? —

Hvat heldur tú, einglarnir gjarna vildu vita?

Fyri langari, langari tíð síðani skapti Gud fyrsta mannin og fyrstu konuna. Tey itu Ádam og Eva. Gud gav teimum eitt vakurt heim at búgva í, ein hava, sum æt Eden. Høvdu Ádam og Eva nú aktað Gud, kundu tey og børnini hjá teimum gjørt alla jørðina til eitt paradís, sum líktist Eden. Og tey kundu búð allar ævir í Paradísinum. Men minnist tú, hvat Ádam og Eva gjørdu? —

Ádam og Eva aktaðu ikki Gud, og tí búgva vit ikki í einum paradísi. Men Gud hevur sagt, at hann fer at gera alla jørðina vakra, og øll skulu vera glað og liva í allar ævir. Hvussu fer hann at gera tað? Leingi visti eingin nakað. Tað var eitt loyndarmál.

Tá ið Jesus kom niður á jørðina, fortaldi hann fólkunum meira um loyndarmálið. Hann segði teimum, at loyndarmálið var um Guds ríki. Jesus segði við fólk, at tey skuldu biðja um, at hetta Ríkið skuldi koma. Tað fer at gera jørðina til eitt vakurt paradís.

Heldur tú ikki, tað er spennandi at kenna loyndarmálið? — Minst til, at bara tey, sum akta Jehova, sleppa at búgva í Paradísinum. Í Bíbliuni eru nógvar søgur um menn og konur, sum aktaðu Jehova. Hevur tú hug at hoyra um tey? — So fara vit at lesa um nøkur av teimum og vita, hvussu vit kunnu vera sum tey.

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • Markus 4:11

  • 1 Pætur 1:12

  • 1 Mósebók 1:26-28; 2:8, 9; 3:6, 23

  • Matteus 6:9, 10

  • Sálm 37:11, 29

^ par. 3 Tá ið tankastrika (—) stendur eftir ein spurning, gevur tað tær høvi at steðga á og lata barnið svara.