Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 13

Timoteus vildi fegin hjálpa øðrum

Timoteus vildi fegin hjálpa øðrum

Timoteus var ein ungur maður, og honum dámdi væl at hjálpa øðrum. Hann ferðaðist nógv fyri at hjálpa fólki. Tí hevði hann eitt sera spennandi lív. Vilt tú hoyra um tað? —

Mamman og omman lærdu Timoteus um Jehova

Timoteus vaks upp í einum býi, sum æt Lystra. Longu meðan hann var lítil, lærdu omman, Lois, og mamman, Eunike, hann um Jehova. Og so við og við sum Timoteus bleiv eldri, fekk hann hug at hjálpa øðrum at læra um Jehova.

Meðan Timoteus enn var ungur, bað Paulus hann koma við sær út í onnur lond at boða. Timoteus segði: ’Ja!’ Hann var klárur at fara út at hjálpa øðrum.

 Timoteus fór við Paulusi til ein bý í Grikkalandi, sum æt Tessalonika. Fyri at koma har til máttu teir fyrst ganga leingi og so fara við skipi. Tá ið teir endiliga komu fram, hjálptu teir nógvum fólki at læra um Jehova. Men nøkur blivu ill og ætlaðu at gera teimum fortreð. Tí noyddust Paulus og Timoteus at fara úr býnum og út at boða aðrastaðni.

Timoteus hevði eitt gott og spennandi lív

Nakrar mánaðir seinni bað Paulus Timoteus fara aftur til Tessalonika at vita, hvussu brøðurnir høvdu tað. Hann mátti vera djarvur, tí býurin var vandamikil! Men Timoteus fór, tí hann hugsaði um brøðurnar har. Hann hevði nógv gott at fortelja Paulusi, tá ið hann kom aftur. Brøðurnir í Tessalonika høvdu tað gott!

Timoteus arbeiddi saman við Paulusi í nógv ár. Paulus skrivaði einaferð, at Timoteus var tann besti, hann kundi senda at hjálpa samkomunum. Timoteus var góður bæði við Jehova og við fólk.

Ert tú eisini góður við onnur og vilt hjálpa teimum at læra um Jehova? — So kanst tú fáa eitt sera gott og spennandi lív akkurát sum Timoteus!

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • 2 Timoteus 1:5; 3:15

  • Ápostlasøguna 16:1-5; 17:1-10

  • 1 Tessalonikabræv 3:2-7

  • Filippibrævið 2:19-22